mánadagur 14. mars 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31
30
Sosialurin
Høvuðsfyrimunirnir við nýggju
pensjónsskipanini eru:
• Inntøkugrundarlagið hjá
veiku pensjonistunum verður
styrkt
• Ein misrøkt fólkapensjón
verður dagførd og styrkt
• Minkað mótrokning økir
arbeiðsvinningin hjá pensjonistum
• Samskipað eftirlønarskipan
avloysir misjavna fløkju
• Skattafíggjaður fyrimunur hjá
kapitalpensjónistum tikin av
• Samhaldsfestið í samlaðu
pensjónsskipanini verður styrkt
Lágløntir pensjonistar
vinna mest
Samanbera vit, hvat fólkapen
sjonistar fáa nú, við tað sum teir
fara at fáa í 2012 og í 2020, tá allar
broytingar eru gjøgnumførdar, so
verður hetta úrslitið:
2012, stakur pensjonistur:
Allir stakir pensjonistar við
ársinntøku upp til 287.000 kr fáa
eina hækking í samlaðu pensjónini
í miðal 500 kr. meir um mánaðin.
Øll omanfyri 287.000 fáa minni.
T.d. fáa øll oman fyri 335.000 í ársinn
tøku 1040 kr minni um mánaðin.
2020, stakur pensjonistur:
Allir stakir pensjonistar við
ársinntøku upp til 378.000 kr fáa
eina hækking í samlaðu pensjónini
í miðal 1500 kr. meir um mánaðin.
Øll omanfyri 378.000 fáa minni.
T.d. fær ein við 500.000 í ársinntøku
uml. 2200 kr minni um mánaðin.
2012, giftur pensjonistur:
Allir giftir pensjonistar við
ársinntøku upp til 240.000 kr fáa
eina hækking í samlaðu pensjónini
í miðal 335 kr. um mánaðin.
Øll omanfyri 240.000 fáa minni.
T.d. fáa øll oman fyri 310.000 í
ársinntøku uml. 1100 kr minni um
mánaðin.
2020, giftur pensjonistur:
Allir giftir pensjonistar við
ársinntøku upp til 310.000 kr fáa
eina hækking í samlaðu pensjónini
í miðal einar 1200 kr. um mánaðin.
Øll omanfyri 310.000 fáa minni.
T.d. fær ein við 380.000 í ársinntøku
uml. 1500 kr minni um mánaðin.
Fólkapensjónin
verður styrkt
Síðan kreppuárini í 90unum hevur
fólkapensjónin verið misrøkt, við
at neyðugar dagføringar ikki eru
gjørdar. Nú verða so nógvir batar
gjørdar við fólkapensjónini, at
saman við Samhaldsfasta fer hon
frameftir at verða eitt dygt inntøku
grundarlag hjá teim veikastu pen
sjonistunum og eitt kærkomið
ískoyti hjá hinum.
Fólkapensjónin
dýrtíðarregulerað
Grundupphæddin
hevur
verið
fastfryst síðan 1999 og er minkað í
virði á hvørjum árið. Nú verður øll
fólkapensjónin
dýrtíðarregulerað,
við miðaltalinum av hækkingini í
prístalinum og sáttmálalønunum.
Mótrokningin millum
hjún tikin burtur
Higartil hevur verið eyðmýkjandi
mótrokning
millum
hjún
við
ymiskum inntøkum. Henda mót
rokning verður nú tikin burtur. Tey
fara at fáa sína pensjón, uttan mun
til inntøkuna hjá hinum partinum.
Loysa seg betur at
arbeiða sum pensjonist
Í dag hava vit eina mótrokningar
fría upphædd uppá 60 t. kr. um
árið. Men fert tú upp um hetta í
inntøku, so slær hamarin við eini
mótrokning uppá 60%, og haraftrat
eini 1015% burturav í skatt. Tað
drepur allan hug at hava eitthvørt
arbeiði sum pensjonistur.
Nú verður mótrokningin mink
að líðandi úr 60 niður í 30%, og
mótrokningarfría upphæddin sam
stundis minkað líðandi úr 60 til 30
t. kr. Tá verður nógv meira eftir
av inntøkuni, um pensjonistar við
góðari heilsu og huga vilja halda
fram at arbeiða nøkur ár aftrat.
Frá lummapengum
til egna pensjón
Í dag eru pensjonistar, ið búgva
á ellis og røktarheimi í teirri
vanæriligu støðu, at teirra pensjón
verður afturhildin, og í staðin fáa
tey sonevndar “lummapengar”. Nú
fara tey at fáa sína fullu pensjón,
og so ístaðin gjalda fyri vistarhald
á heiminum.
Menningartarnað og
sálarsjúk egna pensjón
Sama broyting verður gjørd fyri
búfólk á stovnum fyri menning
artarnað, sálarsjúk og onnur á
stovnum undir serforsorgini, eins
og á Psykiatriska Deplinum.
Samhaldsfasti
verður hækkaður
Í allari nýskipanini av fólkapen
sjónini verður eisini inngjald og
útgjald úr Samhaldsfasta hækkað,
so útgjaldið kann hækkað úr 2.690
kr. um mán. til 3.075 í 2012 og 3.463
í 2020. Samhaldsfasti heldur fram
við somu skipan: øll gjalda inn í
mun til inntøku, men øll fáa tað
sama útgoldið.
Nýggj eftirlønarskipan
avloysir fløkju
Í dag hava vit eina fløkju av mis
jøvnum eftirlønarskipanum hjá
ymisku fakbólkunum á arbeiðs
marknaðinum. Onkur hevur 17
18%, onnur 9% ella minni. Onkur
hevur lívrentu, onnur blanding av
lívrentu, ratutrygging og kapital
pensjón. Og aftur onkur reina
kapitalpensjón. Summar skipanir
eru í føroyskum stovnum og aðrar í
stórum donskum pensjónskassum.
Allastaðni eru treytirnar ymiskar,
og trygdin hjá pensjonistunum
somuleiðis sera ymisk. Tí er tað
ein fyrimunur, at vit nú fáa eina
samskipaða eftirlønarskipan, sum
setir greið minstakrøv til trygdina
fyri eftirlønina hjá føroysku løn
móttakarunum.
Burtur við skattgjaldara
gávu til kapitalpensjónistar
Higartil hava vælbjargaðir privat
persónar og fleiri fakbólkar, m.a.
akademikararnir og onnur starvs
fólk, havt sera lukrativar pensjóns
skipanir
sum
kapitalpensjónir.
Tvs. at í staðin fyri eina eftirløn,
ið verður goldin í mánaðarligum
upphæddum, hava tey spart upp
til eina reina kapitalpensjón, sum
verður goldin út í einum við veldug
ari upphædd, tá tey fara frá.
Fidusurin við kapitalpensjón
ini er, at tey hava fingið hinar
skattgjaldararnar at gjalda ein
stóran part av teirra pensjón: Tí
av teirra samlaða inngjaldið til
kapitalpensjónina hava tey havt
ein skattafrádrátt svarandi til 57%
av inngjaldinum, men tey skulu
bara gjalda 35% í skatti, tá kapital
pensjónin verður útgoldin. Altso
22% niður í lumman, sum man ikki
sjálvur men hini hava goldið fyri.
Hetta óskilið verður nú tikið av!
Tvs. at kapitalpensjónir hereftir fáa
ongan skattafrádrátt. Tað átti sjálv
sagt at verið steðgað fyri langari tíð
síðan.
Ein meira samhalds
føst pensjónsskipan
Eg vóni at ein og hvør kann lesa
burtur úr hesum, at við nýggju
pensjónsskipanini fáa vit eina nógv
meira
samhaldsfasta
pensjóns
skipan.
Øll fáa tryggjað eina sámiliga
pensjón, bæði tey uttan nakrað
arbeiðsinntøku, eins og øll onnur,
sum koma at gjalda inn lutfalsliga
eftir arbeiðsinntøku.
Øll fara at fáa ein lut úr felags
inngjaldinum til Samhaldsfasta og
skattaskipanina, men við broyttari
mótrokningarskipan og burtur
tøku av skattafíggjaðum framí
hjárættindi
hjá
vælbjargaðum,
fara láginntøkurnar at fáa mest
burturúr nýskipanini.
Onki verður skrumblað
– tað er góð tíð
Sjálvsagt er okkurt í hesum stóra
pensjónsreforminum, sum kann
gerast betri. Men tað fáa vit eisini
góða tíð til nú, ið málið er komið
fyri tingið.
Kritikkurin um at nú verður
hetta málið skrumblað ígjøgnum,
er ósakligur. Pensjónsreformurin
er fyrireikaður væl og longi. Allir
partar hava verið inni í tilgongdini,
og neyvan nakað mál er fyrireikað
so gjøllað og í so tøttum dialogi
við avvarandi partar – og har so
nógvar tillagingar eru gjørdar eftir
ynskjunum hjá avvarandi pørtum.
Man kann altíð blíva við at sita og
pilka við smálutir og aldrin koma
á mál – og kanska enntá summi
ynskja at órógva so mikið, at alt
málið dettur niðurfyri!
Men nú málið er komið í løgtingið,
er góð tíð og góðir møguleikar hjá
øllum pørtum at gera vart við seg
enn einaferð. Allir partar, sum vara
av pensjónsskipanini, koma til
hoyringar í nevndini.
Sjálvi halda vit í Javnaðar
flokkinum, at her er bæði eitt og
annað, sum vit fara at arbeiða fyri
at fáa broytt enn meira tann vegin,
vit hugsa. Tað er tað, man hevur
nevndarviðgerðina til. Eg vænti
neyvan hon verður liðug áðrenn 1.
Mai.
Kjak
Hans Pauli Strøm
Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Láglønt vinna mest við
pensjónsreforminum