Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-14, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31 Sosialurin nnum peningi verður við skipunum og soleiðis ei heldur við fiska­ virki num í Vestmanna, sigur borgar stjórin. Almenn miðsavnan Karl A. Olsen vísir á, at komm un ur ikki kunnu taka lut í vinnuvirksemi, og tí kann Vestmanna kommuna ikki gerast partur av einum møgu ligum keypi av virki ella skipum. ­ Okkum dámar lítið, at almennur peningur um Før­ oya grunnurin og soleiðis Norð oya Íløgufelag er við til at miðsavna fiskiflotan og fiski loyvini, sigur hann. Borgarstjórin vísir á, at skattainntøkurnar hjá Vest­ manna kommunu í januar í ár vóru 3% lægri enn í januar í fjør – og fyri februar var talan um eina minking á 5%. ­ Eitt er skatturin. Annað er havna­og vørugjøld, sum eisi ni gerast minni við tað, at skipini ikki leggja veiðina upp í Vestmanna longur. Karl A. Olsen sigur, at tað sjálvandi er hansara vón sum borgarstjóri og hjá Vest man­ na kommunu sum heild, at skipini vera verandi á stað­ num – og at fiskavirkið letur upp aftur skjótast tilber. ­ Soleiðis, sum vit hava skilt, hevur fiskavirkið í Vest­ manna gingið væl, og tí vóna vit eisini, at vinnulívið sær møgu leikar í hesum virki – antin verandi eigarar ella onn ur, ið eru sinnað at taka um endan. Her hava nógv fólk í nærumhvørvinum havt sítt arbeiði, og mong eru eisini komin úr Vágum til Vestmanna at arbeiða í fis ki, sigur borgarstjórin í Vest­ man na, Karl A. Olsen. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Nøgdirnar av hýsu vóru ikki tær heilt stóru á marknaðinum fríggja­ dag in, men prísirnir vóru rættiliga góðir. Góð 600 kilo vóru av hýsu 1, og her var miðal­ prís urin 19,80. Góð 5 tons vóru av hýsu 2, sum fekk miðal prísin 18,18 krónur fyri kilo. Leggjast kann aftrat, at besti hýsuprísur frígg ja dagin var heilt uppi á 23,40 krónum fyri kilo. Tey 3,1 tonsini, sum vóru av hýsu 3, fingu miðal prísin 17,11. Hetta eru rættiliga góð ir hýsuprísir. Eygleiðarar siga, at sjálvt gomul trolhýsa, sum vanliga liggur um ein ar 6 krónur, fríggja­ dag in fekk umleið 15 krón ur fyri kilo. Góðir toskaprísir Prísirnir á toski á Fiska marknaði Føroya fríggja dagin vóru eisini góð ir. Besti toskaprísur var 20,70, og besti miðal­ prís ur fyri tosk var 19,89, sum var fyri góð 2,3 tons av toski 1. Sløk 10 tons vóru av toski 5, og miðalprísurin var 10,59 krónur fyri kilo. Meiri av upsa Størsta einstaka nøgd in á marknaðinum frígg ja­ dagin var upsi, og miðal­ prís urin fyri upsa lá oman fyri 9 krónur fyri kilo. Orsøkin til, at meiri upsi er á marknaðinum nú enn áður, er ivaleyst, at fiskurin verður út­ flutt ur heilur og feskur. Fyri at kunna útflyta heil an fisk, er kravt við lóg, at útflytari skal hava keypsváttan. Tí fer upsi um søluna hjá Fiska marknaði Føroya, um hann annars skal út­ flyt ast feskur og heilur. vilmund@sosialurin.fo Methøgir fiskaprísir fríggjadagin MARKNAÐUR Tey 9 tonsini av hýsu, sum vórðu seld á Fiskamarknaði Føroya fríggjadagin, fingu rættiliga góðan prís. Besti hýsuprísur hendan dagin var nevniliga heilt uppi á 23,40 krónum fyri kilo Prísirnir á hýsu, toski og upsa vóru góðir á marknaðinum fríggjadagin