Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31 28 Sosialurin Vilmund Jacobsen Vestmanna er í eini keði­ lig ari vinnuligari støðu í løtu ni. Samstundis, sum lít­ ið ítøkiligt hoyrist um, at fiskavirkið fer at lata upp aft­ ur, er líkt til, at skipavinnan í bygdini í størri og størri mun hevur knýtt seg at fiska virkinum á Kósini í Klaks vík, sum telist millum størs tu virkir av sínum slagi í landinum. Í seinastuni eru alt fleiri skip vorðin knýtt at Kósini, og leingi hevur ljóðað, at klaks víkingar eisini hava ligið úti eftir at keypa Vest­ menn ing og Fram, sum Tumm as Christophersen er reið ari á. JFK hevur leingi átt ein minni part í hesum skip um, og skipini hava lagt nógvar upsalastir upp í Klaks vík. JFK hevur keypt part í Grønanesi, sum eisini er heima hoyr andi í Vestmanna, eins og felagið hevur keypt part í Safir og Smaragd, sum felag ið aftanfyri uppi sjóv ar­ skipið Norðborg nú eigur hin helm ingin í. Herfyri keypti Norðoya Íløgu felag so eisini leir víks­ trolar ar nar, Polarhav og Stjørnu na, og leingi hevur ljóð að, at JFK eisini hevur lat ið felagnum, sum eigur vest manna trolararnar, Vest­ menn ing og Fram, eitt gott boð upp á hesi skip. Í longri tíð hava tey, sum standa aftanfyri fiskavirkið á Kósini, soleiðis roynt at tryggj að fiskavirkinum støðu ga rávøru. Keðilig støða Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, harm­ ast um, at ognarviðurskiftini til skip, sum eru heima hoyr­ andi í Vestmanna, enda aðra stað ni, har áhugi er fyri rávøruni, sum hesi skip føra til lands. Hann harmast eisi­ ni um, at tað dregur út við at lata fiskavirkið í bygdini upp aft ur. ­ Vestmanna er soleiðis í ein i bíðistøðu í løtuni, sigur hann. Fiskavirkið í Vestmanna var eitt av fýra virkjum, sum parta felagið frá 16. februar 2011 keypti saman við seks ísfiska trolarum. Tey, sum eiga partafelagið, eru sum kunn ugt Varðin, Bacalao, Fram herji og Samherji. Felagið hevur sagt, at tað, sum lá fremst eftir keyp ið, var at loysa teir seks trol ar­ ar nar sum skjótast, og tað gin gu bert nakrir dagar, so vóru øll skipini í vinnu aftur. Eft ir skipini, vildi felagið lata fiskavirkið í Saltangará og virkið á Toftum uppaftur. Sein asta týsdag læt virkið í Saltangar á so uppaftur, og nú stendur so saltfiskavirkið á Toftum fyri tørni. Stutt eftir keypið av teim­ um seks trolarunum og fýra virkjunum, læt part a felag ið frá 16. februar 2011 a l menn­ ingin vita, at virkið í Vági fór at verða selt einum alifelag. Hin vegin hevur lítið verið at frætt um, hvør ætlanin er við virki num í Vestmanna. Tað dregur soleiðis út við eini almennari avgerð um virk ið í Vestmanna. Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna, sigur, at hann hev ur regluligt samband við Anfinn Olsen, sum er annar av stjórunum í nýggja felag­ num. Hann heldur, at støðan er ik ki so hugalig í løtuni. ­ Vit vænta framhaldandi, at virksemi verður aftur á fiska virkinum í 2011. Okkum kunn ugt eru møguleikar fyri, at onkur keypir virkið frá nýggju eigarunum – og í ringasta føri letur virkið ikki uppaftur fyrr enn eftir summ ar frítíðina, sigur borgar stjórin. Nú støðan í løtuni er í óvis su, fegnast Karl A. Olsen um, at Vestmanna kommuna eftir førimuni hevur roynt at skapt góðar umstøður á havnalagnum, og hann vón­ ar, at góðu møguleikarnir, sum eru á staðnum, fara at telja við, tá avgerðir skulu tak ast um framhaldandi virk semi á fiskavirkinum. ­ Men í løtuni er alt líka sum í eini bíðistøðu, nú enda­ lig greiða ikki er á, hvussu Miðsavnan við alme - Vestmanna kommuna hevur eftir førimuni roynt at skapt góðar umstøður á havnalagnum, og væntandi verða hesar umstøður ein fyrimunur, tá farast skal undir aftur virksemi á fiskavirkinum, sum vit vóna letur uppaftur í seinasta lagi eftir summarfrítíðina, sigur borgarstjórin, Karl A. Olsen, sum ikki dámar, at almennur peningur verður brúktur til at miðsavna fiskiflota og fiskiloyvi - Í løtuni er alt líka sum í eini bíðistøðu, nú endalig greiða ikki er á, hvussu verður við skipunum og soleiðis ei heldur við fiskavirkinum í Vestmanna, sigur Karl A. Olsen Mynd: Jens Kristian Vang