Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 4 Sosialurin Áki Bertholdsen Norðoyingar vilja ikki longur hava Heina O. Heinesen at umboða seg á Føroya Løg­ tingi. Tað er greitt eftir at sein­ asti uppstillingarfundur var í Norðoya Tjóðveldisfelag í gjár kvøldið. Formaðurin í Norðoya Tjóð veldis felag, Jógvan Ravns fjall, vil ikki siga, hvønn felagið við hava á val evnis listan til næsta løg­ tings val. Men Sosialurin hev­ ur fingið váttað, at Heini O. Heinesen, løg tings mað­ ur, slapp ikki ígjøg num nálareygað, tá ið saman um­ kom og er sostatt ikki á lista­ num. Ikki brúk fyri pensjónistum Tað hevur leingi ligið í luftini, at Norðoya Tjóðveldisfelag ikki varð sinnað at skjóta Heina O. Heinesen upp sum valevni. Longu tá ið tveir upp still­ ing ar fundir høvdu verið í Norð oya Tjóðveldisfelag fyrr í mánaðinum, stóð tað øllum greitt, at tey ikki longur vildu hava Heina O. Heinesen á val evnis listan. Tá hevði legendariski tjóð veldis maðurin í Kunoy ikki stórvegis viðmerkingar til málið. Men hann helt kortini fyri, at tað var løgið, at tað ikki eisini skuldi vera brúk fyri pensjónistum í Løgtinginum, hóast pen­ sjón ist arnir telja ein fjórðing av fólkinum. Seinasta roynd Sjálvur hevur Heini O. Heine­ sen ongantíð dult fyri, at hann ætlaði sær at stilla upp aftur og hann gjørdi, hvat hann var mentur fyri at slep­ pa aftur á listan. Og enntá eina lítla løtu uppundir sein as ta og av­ gerandi upp still ing ar fundin í gjárkvøldið, gjørdi hann aft ur eina seinastu, roynd at sleppa á listan aftur. Hetta var ein sermerkt roynd, har aldursforsetin á tingi tók nýggjastu tøknina í brúk í eini roynd at reka fólk, sum stuðlaðu honum, á upp­ still ing arfund. Í teldubrævi, hann sendi runt umkring, var ein inni lig áheitan á fólk, sum stuðl aðu honum, um at møta fjøl ment á lagnufundi, sum hann kallaði tað, í Norðoya Tjóð­ veldis felag í gjárkvøldið at velja seg á listan. Og hann hevði enntá við­ fest eitt filmsklipp, hann hevði lagt á Youtube, har hann, sitandi í bili, heitur á fólk um at fara á fund. Í teldubrævinum ger hann greitt, at tað eru fiski­ vinn an og fullveldi, sum altíð hava verið hansara hjarta­ mál. Tey sum kenna meg, vita at fiskivinnan og fullveldi eru míni hjartamál. ­ Tey kunnu líta á, at eg av øll um alvi fari at arbeiða fyri landi og fólki, leggur hann aftur at. Ósamdur Men kanska er tað nettupp fiski vinnupolitikkurin, sum beindi fyri Heina O. Heine­ sen, tí tað er ongin loyna, at hann hevur ikki ver ið samdur við flokkin ann ars um framtíðar fiski vinnu­ politikkin. Tað kom serliga til sjóndar í CHE samgonguni, tá ið Heini O. Heinesen ikki vildi stuðla fiski vinnu politikki­ num hjá restini av Tjóð­ veldis flokki num. Tá gjørdi flokkurin greitt, at í fiskivinnumálum taldu tey ikki longur Heina O. Heinesen við, tá ið atkvøð­ ur nar hjá flokkinum skuldu teljast saman. Flokkurin kunngjørdi somu leiðis, at kundi Tjóð­ veldi ikki standa saman í ein um so týðandi aðalmáli sum fiskivinnupolitikkinum, kundi flokkurin heldur ikki meta seg sjálvan at vera stjórn ar berandi longur. Skifta flokk? Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Heina O. Heine sen. Men nú er greitt, at hann verður ikki aftur at síggja á Føroya Løgtingi uttan so, at okkurt annað øki í landinum vil hava hann á listan. Tað ber væl til, nú alt land ið er eitt valdømi og tað vóru meiri enn eitt dømi um tað á seinasta løgtingsvali. Men so hevur hann sjálv­ andi eisini møguleika at skifta flokk, men tá kann bara ein annar flokkur koma upp á tal og tað er Framsókn hjá Poul Mikkelsen, sum eisini hevur fullveldi á skrán­ ni. Men um fiski vinnu­ politikk ur in hjá Heina O. Heine sen og Framsókn kunnu samansjóðast, er ein ann ar spurningur. Hinvegin hevði tað uttan iva stolið fitt av atkvøðum frá Tjóðveldinum. Men Heini O. Heinesen hev ur altíð lagt dent á, at hann er tjóðveldismaður út í odd og egg og hann fer onki at gera, sum hann kann skaða Tjóðveldi. Og so er tað sjálvandi eisini ein spurningur um Fram sókn vil hava Heina O. Heine sen á listan.... Tey, sum vilja síggja og hoyra Heina O. Heinesen á Youtube, kunnu fara inn á hesa leinkjuna: http://www.youtube.com/ watch?v=PGJktZurx7M aki@sosialurin.fo Heini O. Heinesen er rættiliga gamal í garði í Tjóðveldi og hann hevur verið uppstillaður á hvørjum vali síðani 1978, bæði á fólkatingsvali og á løgtingsvali Hann varð fyrstu ferð valdur á Løgting í 1984 og sat líka til 2004, tá ið Karsten Hansen varð valdur á ting. Heini O. Heinesen varð afturvaldur á valinum í 2008. Í Tjóðveldinum hevur hann havt nógv álitisstørv. Hann hevur verið formaður í Vinnunevndini og hann var eisini formaður floksins frá 1994 til 2002. Hann hevur somuleiðis umboða flokkin í fleiri nevndum, eisini sum formaður. Hann er nú 72 ára gamalur og heldur framvegis, at hann hevur nakað at bjóða í politikki og í Tjóðveldi. Hann er annars húsasmiðjur, men hevur eisini verið sjómaður og vegformaður hjá Landsverki. Annars hevur hamm verð bygdaráðslimur í Kunoy síðani 1962 til 1970 og hann hevur verið bygdaráðsformaður síðani 1977. Norðoyingar vraka Heina O. Heinesen UPPSTILLING Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, slapp ikki á listan hjá Tjóðveldinum í Norðoyggjum Síðani 1978 Løgið at tað ikki skal vera brúk fyri pensjónistum í Løgtinginum tá ið pensjónistarnir eru ein fjórðingur av fólkinum Legendariski tjóðveldismaðurin í Kunoy er allarhelst liðugur í politikki. Ikki tí at hann vil tað sjálvur, men tí at flokkurin, hann hevur umboðað á Løgtingi í yvir 20 ár, og verið formaður fyri, ikki vil hava hann longur VrakaðUr Í gjár­ kvøldið gjørdi hann eina sein­ astu roynd