Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 Sosialurin Ársaðalfundur í P/F BankNordik www.banknordik.fo Ársaðalfundurin hjá P/F BankNordik verður hildin fríggjadagin 25. mars 2011, kl. 17.00 í Norðurlandahúsinum, Tórshavn Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast gjøgnum heimasíðu bankans www. banknordik.fo ella á høvuðsskrivstovu bankans á telefon 330 330. Seinasta freist fyri bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum er mánadagin 21. mars 2011 kl. 16.00. Um so er, at tú ikki kanst luttaka á aðalfundinum, hevur tú møguleika at geva skrivliga fulltrú. Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo umframt á høvuðsskrivstovu bankans í Húsagøtu 3 í Tórshavn, er eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Um so er, at tú ynskir hetta, ber til at geva nevnd bankans fulltrú at møta og atkvøða tína vegna. Við bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum skal førast prógv fyri, at viðkomandi er partaeigari. Fyri partaeigarar hvørs partabrøv ikki eru skrásett við navni, verða útgivin atgongumerki og atkvøðuseðlar ímóti ávísing av eini ikki meira enn 5 dagar gamlari útskrift frá VP Security A/S ella frá tí kontoførandi peningastovninum (depotstaðið), sum skjalprógv fyri partabrævaognina. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan um, at partabrøvini ikki eru ella verða avhendað til onnur áðrenn aðalfundurin er hildin. Ársroknskapurin 2010 og fundarskrá við fullfíggjaðum uppskotum Ársroknskapurin 2010 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing umframt fundarskrá við fullfíggjaðum uppskotum koma at liggja frammi á høvuðsskrivstovu bankans í Húsagøtu 3 í Tórshavn í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin. Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi peningastovnur Partapeningur bankans er kr. 200.000.000 býttur sundur í partabrøv upp á kr. 20. Øll punkt á skránni kunnu samtykkjast við einfaldum meiriluta. Í viðtøkum bankans eru hesar ásetingar um atkvøðurætt: 8.2 Atkvøðurætt á aðalfundinum hava partaeigarar, sum í seinasta lagi 5 dagar undan aðalfundinum hava biðið um atgongumerki og atkvøðuseðil. 8.3 Hvørt partabræv gevur eina atkvøðu. Uttan mun til hvussu stóran part ein partaeigari eigur tilsamans av partapeninginum, kann hann fyri egin partabrøv ella sum fulltrú fyri aðrar partaeigarar, ikki atkvøða fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans. Ongar avmarkingar eru fyri fulltrúir til nevndina. Uttan mun til hvussu stóran part teir eiga tilsamans av partapeninginum, kunnu partaeigarar innan fyri somu koncern, soleiðis sum hetta hugtak er ásett í lóggávuni, ikki saman atkvøða fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans. 8.4 Partaeigarar hava rætt til sjálvir at luttaka á aðalfundinum, saman við einum ráðgeva ella við fulltrúa, ið kann atkvøða hansara vegna, ímóti at løgd verður fram skrivlig og dagfest fulltrú, ið er givin fyri eitt tíðarskeið, sum ikki er longri enn eitt ár. 9.2 Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan so at partafelagslógin ella hesar viðtøkur krevja serstakan meiriluta. Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um sjálvbodna avtøku og fusión kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum og treytað av, at minst 2/3 av partapeninginum er umboðaður á aðalfundinum. 9.3 Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 um broyting av ella fráfalli av quorum- kravinum í pkt. 9.2 kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeningi. Avmarkingar í pkt. 8.3 og pkt. 9.2 viðvíkjandi atkvøðu og fulltrú eru í hesum førum ikki galdandi. P/F BankNordik hevur gjørt samskipanaravtalu við VP Security A/S. Partaeigarar bankans kunnu velja P/F BankNordik sum kontoførandi stovnur við atliti til at útinna tey fíggjarligu rættindini gjøgnum P/F BankNordik. P/F BankNordik, Nevndin Fundarskrá 1. Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í farna ári 2. Framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar og ársfrágreiðingin 2010 3. Avgerð um nýtslu av avlopi sambært góðkenda ársroknskapinum 4. Val av nevndarlimum 5. Val av grannskoðara / grannskoðarum 6. Uppskot frá nevndini a) Avtøkuskipan sambært lóg nr. 721 frá 25. juni 2010 b) Heimild til nevndina, at lata bankan ogna sær egin partabrøv 7. Ymiskt Viðv. punkt 2 og 3 Nevndin skjýtur upp, at aðalfundurin tekur undir við ársroknskapinum sambært ársfrágreiðingini 2010 og góðkennir fylgjandi býti av nettovinninginum á kr. 339.435.000: Kr. 40.000.000 verður goldið sum vinningsbýti til partaeigararnar, kr. 294.176.000 verður flutt til „Flutt yvirskot“ og kr. 5.258.000 verður tillutað „Minniluta áhugamál“. Viðv. punkt 4 Nevndin mælir til afturval av fylgjandi nevndarlimum: Klaus Rasmussen, Jens Erik Christensen, Keld Søndergaard Holm og Nils Sørensen. Um fleiri upplýsingar ynskjast um kandidatuppskot nevndarinnar, verður víst til heimasíðu bankans www.banknordik.fo. Viðv. punkt 5 Nevndin mælir til afturval av Nota, Løggilt grannskoðarafelag P/F og PWC Danmark, sum uttanhýsis grannskoðarar bankans. Viðv. punkt 6, a) Allir danskir og føroyskir peningastovnar eru álagdir at taka støðu til, um teir ynskja at gagnnýta ríkis avtøku skipanina, ið Finansiel Stabilitet A/S stendur fyri. Omanfyristandandi er ásett í eini broyting í lov om finansiel virksomhed í 2010 og inniheldur eina áseting um stovnan av einari avtøkuskipan fyri trongstaddar bankar gjøgnum Finansiel Stabilitet A/S. Í einari avtøku, verða ognirnar hjá trongstadda bankanum og ein partur av skuldini flutt yvir í eitt dótturfelag hjá Finansiel Stabilitet A/S. Um ein banki fær eina ásetta freist frá Fíggjareftirlitinum um at lúka kapitalkrøvini í § 225, stk. 1 í lov om finansiel virksomhed, men miseydnast at útvega tann kravda kapitalin áðrenn freistin ella ein longd freist ásett av Fíggjareftirlitinum er farin, skal nevnd bankans avgera hvørt bankin skal avtakast av Finansiel Stabilitet A/S sambært lov om finansiel stabilitet. Sambært lov om finansiel stabilitet, skal nevndin á fyrstkomandi aðalfundi eftir at lógin er sett í gildi, biðja aðalfundin avgera hvørt bankin í omanfyrinevndu støðu ynskir at nýta avtøkuskipanina sambært lov om finansiel stabilitet. Tað stendur aðalfundinum frítt at avgera hvørt tað skal umhugsast at avtaka undir Finansiel Stabilitet A/S sambært lov om finansiel stabilitet ella ikki. Tað vil siga at aðalfundurin er ikki bundin til at viðgera eina slíka avtøkuskipan ella at taka avgerð um aðrar avtøku hættir. Avgerð bankans skal fráboðast Finansiel Stabilitet A/S. Nevndin mælir til, í tráð við avgerðunum hjá flest øllum donskum bankum, at aðalfundurin avgerðir, at bankin í núverandi støða ikki tekur avgerð um at gagnnýta eina avtøkuskipan gjøgnum Finansiel Stabilitet A/S sambært lov om finansiel stabilitet. Viðv. punkt 6, b) Uppskot frá nevndini um at geva nevnd bankans heimild fram til komandi ársaðalfund, at lata bankan ogna sær egin partabrøv. Nevndin skjýtur upp, at slík heimild verður givin við fylgjandi orðing: „Aðalfundurin gevur nevndini heimild til – inntil komandi ársaðalfund – at lata bankan – til ognar ella til pant – ogna sær egin partabrøv upp til eitt samlað áljóðandi virði svarandi til íalt 10 % av partapeningi bankans, smb. § 48 í partafelagslógini. Tá bankin ognar sær egin partabrøv til ognar má keypskursurin ikki víkja frá børskursinum við meira enn 10 %.“