mikudagur 16. mars 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32
6
Sosialurin
Eirikur Lindenskov
– Stóra avbjóðingin í fjør var
tann sera dýra oljan, sum er
farin við stórum parti av
inntøkunum. Í fjør kostaði
oljan felagnum 24 milliónir
krónur
meira
enn
árið
fyri, sigur Rúni V. Poulsen,
stjóri.
Hann vísir á, at tað er
orsøkin til, at reiðaríið
hevur sett í verk víðfevndar
tillaginar í virksem inum,
sum skul venda gongdini.
Hann sigur, at í stuttum
merkja
til lagingarnar,
at stýringin av sølu- og
markn aðarførslu er skipa
av nýggjum. Broytingar um-
borð á Norrønu skulu skapa
betri kundanøgdsemi og
økta sølu umborð. Økt søla,
mun andi rakstrar sparingar,
betir
tænasta,
sterkari
kapital grundarlag og gjald-
føri skulu venda gongdini.
– Tillagingarnar geva
longu nú útslag í tølum
okk ara higartil í ár. Olju út-
reiðslurnar eru ein ókendur
faktorur, men málið hjá
okk um er at hava yvirskot
í rokn skapinum fyri 2011,
sigur Rúni V. Poulsen.
Á aðalfundinum fóru
broytingar fram í nevndini.
Nýggj í nevndini eru Teitur
Poulsen og Kristina Háfoss.
Tey eru vald í staðin fyri
Klaus Kjærullf og Súsan
Klein Gregoriussen. Nevnd-
in hevur skip að seg við
Jens Meinhard Ras mus-
sen sum formanni. Hin ir
nevndarlimirnir eru Krist-
ina Háfoss, Teitur Poulsen,
Linda Björk Gunnlaugsdóttir
og Hendrik Egholm.
Øktar bíleggingar
Ein kendur faktorurin, tá
leiðslan hjá Smyril Line skal
meta um gongdina, er sum
vera man bíleggingarnar.
Rúni V. Poulsen sigur, at
bíleggingarnar higartil eru
framman fyri tað, tær vóru
sama tíðarskeið í gjør.
– Tað fegnast vit sjálv-
andi um, men vit velja kort-
ini at verða varin, sigur
stjórin. Hann vísir á, at á
før oyska marknaðinum er
støðið í bíleggingunum á
sama støði, sum í fjør, með-
an parturin á evropiska
markn aðinum tykist vaksa,
serliga millum týskarar, sum
hava øktan áhuga at ferðast
hendanvegin.
Ísland
er
framvegis
fremsta
ferðamálið
hjá
evro pisku viðskifta fólk un-
um hjá Smyril Line, og tað
er ikki av tilvild.
– Tað er eitt beinleiðis
úrslit av miðsvísari branding
av Íslandi sum ferðamál -
sum íslendska ferðavinnan
hevur gjørt í nógv ár, sum
gevur Føroyum fyrimunir
nú, vísir Rúni V. Poulsen á.
Hann heldur, at føroy-
ing ar eiga at seta pengar
av til at branda Føroyar
sum ferðamál, tí her er ein
vinna, sum kann skapa nógv
arbeiðspláss í Føroyum, eins
og víst varð á í frágreiðing
frá
Ferðavinnufelagnum
her fyri.
– Men flutningsfeløgini
í Føroyum megna ikki hesa
uppgávu einsamøll, hetta
má gerast á annan hátt,
sigur Rúni V. Poulsen, sum
vísir á, at tað er trupult at
selja Føroyar sum høv uðs-
ferðamál.
– Men vit síggja, at tað ber
til, so tað er bara brandingin,
sum manglar. Tann kritiski
massin er ikki nóg stórur til
Føroyar. Men um vit kunnu
tvífalda ferðafólkini, so fær
samlaða vinnan í Føroyum
nógv burturúr. Tað hevði
veruliga gjørt mun og skapt
nógv arbeiðspláss úti á bygd
serliga, eins og tað hevði
sæst aftur hjá matstovum
og øðrum virksemi í Havn
við, heldur Rúni V. Poulsen,
sum vísir á, at ferðavinnan
er uppløgd vinna at skapa
arbeiðspláss og trivnað í
útjaðaranum í Føroyum.
Rúni V. Poulsen vísir á,
at Jørgen Niclasen einaferð
segði, at vit áttu at brúkt 10
milliónir krónur um árið
til branding av Føroyum. –
Høvdu vit gjørt tað, so hevði
tað veruliga munað, heldur
hann.
Hirtshals fram
um Hanstholm
Í oktober í fjør flutti Smyril
Line atløguhavni í Danmark.
Tá varð siglt til Hirtshals í
staðin fyri Hanstholm. Og
siglt verður nú til Hirtshals
alt árið. Frammanundan
varð siglt til Esbjerg tríggj ar
ársfjórðingar og til Hanst-
holm um summarið.
Við hesum eru nógvar
rakstrarsparingar, ikki minst
oljan. Eisini eri vegakervið
til Hirtshals nógv betir,
við tað at tann sokallaða
»motor veg-mafian« í Fólka-
ting inum fekk borið so í
bandi, at motorvegur nú er
allan vegin upp til Hirts-
hals, meðan »ber« van ligur
landavegur er til Hanst -
holm. Eisini er ferju sam-
bandið gott til Noregs, so
tey ferðafólk, sum vilja tann
vegin við bili eisini hava
møguleikan.
Til Íslands verður siglt
eftir veðrinum um veturin.
Málið er
yvirskot
næsta ár
FERÐAVINNA Stóra flutningsfelag okkara Smyril Line hevði í fjør eitt hall
upp á 15,7 milliónir krónur. Stjórin sigur, at oljuútreiðslunar hava verið serliga
avbjóðingin. Nýggjur nevndarformaður er Jens Meinhard Rasmussen