Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 Sosialurin Tað er serliga fyri farm úr Íslandi á vetri, at siglt verður, og so verða ferðafólk tikin við. Men ferðaseðlar verða ikki seldir frammanundan. Rúni Poulsen letur væl at farminum úr Íslandi, og hesa vikuna eru ikki færri enn 24 trailarar við, og tað er gott. Frá hálvum juni verður siglt tvær ferðir millum Før­ oyar og Danmark um vikuna og einaferð til Íslands. Tíma ikki at ballast umborð Broytingar verða eisini framdar umborð. Eitt nú verð ur náttklubburin Vik­ ing Club stongdur, og í stað in verður økið gjørt til kafeteria. – Á henda hátt vilja vit hækka tænastustøði til barnafamiljurnar, sigur Rúni V. Poulsen. Fólk tíma ikki longur at ballast umborð á Norrønu, sum í gomlum døgum. Tað er ikki longur forkunnugt, at koma umborð at ballast, og tey flestu skulu so ella so út at koyra dagin eftir. Kanska eru tað broyttu drykkju vanarnir síðani rús­ drekkalógarbroytingina í 1992, sum ávirka? – Fólk vilja hava tað friðar ligt, og tí gera vit hesar broytingarnar við einum kafeteria við góðum úrvali. Tey, sum hava hug at fáa sær eitt glas hava sjálvandi framvegis tann møguleikan, sigur hann. Umfíggja skuld Rúni V. Poulsen leggur dent á, at tey veruliga hava gjørt sær ómak við at broyta kostnaðarstøði í felagnum. Deildir eru lagdar saman, og útreiðslur til stjórar eru spardar, og soleiðis er eitt heilt annað kostnaðarstøði lagt fyri dagin. Felagið hevur seinstu mán aðirnar arbeitt við eini endur fíggingarætlan. »Bridge­lánið« í fjør – lánið at gjalda lán við, bøtti um støðuna, men nøktandi gjald føri er altíð ein avbjóðing hjá Smyril Line, sum hevur stramt gjaldføri, serliga á hávetri. Skuldin hjá felagnum er 450 milliónir krónur. Tann umleggingin, sum varð gjørd í heyst, hevur bøtt gjaldføri. Rúni Poulsen væntar, at endurfíggingarætlanin er komin á mál í fyrri hálvu í ár. Smyril Line varð stovnað í 1982 av nøkrum yvirmonnum á M/F Smyrli. Teir útvegaðu ferjuna Gustav Vasa, góvu henni navnið Norröna, og í 1983 byrjaði Smyril Line at sigla á gomlu rutuni hjá Smyrli. Eftir 28 ár er Smyril Line eitt kent felag á ferðafólka- og farmamarknaðinum. Felagið hevur bygt upp eitt umdømi, har orð sum nissja, sermerki, eksotiskt, fýrahjólstrektir bilar, húsbilar, motorsúkklur, uppdagingarferðir og síðst, men ikki minst, ferðafólkaflutningur og farmur, øll lýsa felagið sera væl. Í apríl 2003 kom nýggja Norröna, eitt luksusskip, ið kann taka 1.482 ferðafólk og upp til 800 bilar, alt eftir stødd sjálvandi, tí skipið er eisini ætlað til stórar farmabilar. Norröna vigar 36.000 BRT, er 164 metrar long, 30 metrar breið og kann sigla við eini ferð á 21 míl um tíman. Hon er tríggjar ferðir størri enn gamla Norröna, sum var vorðin 30 ára gomul og hevði siglt 20 tey seinastu árini í Norðuratlantshavi, tá ið leiðslan gjørdi av at útvega eitt meira nýmótans ferðafólkaskip. Umframt skipið og skrivstovuna í Føroyum eigur felagið eisini eitt minni felag í Danmark, Smyril Line Transport A/S. Hetta felag rekur virksemi í Kiel í Týsklandi. Harafturat eigur Smyril Line 49% av Norröna Ferðaskrifstofan í Reykjavík. Stóru eigararnir í Smyril Line eru Framtaksgrunnur Føroya (33,6%), Føroya Landsstýri (24,6%), TF Holding P/F (20,7%) og Shetland Development Trust (6,8%). Smærru partaeigararnir eiga til samans 14,3%. Partapeningurin er í alt 122.054.800 DKK. Fakta Runi Vang Poulsen, stjóri