Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 Sosialurin LANDSRÆTTUR Eystari Landsrættur viðgjørdi í gjár málið um frátøkuna av fiskiloyvinum hjá línubátinum Sigmundi, sum Fiskiveiðieftirlitið tók í 14 dagar, men sum Føroya Rættur ásetti til 10 dagar Leo Poulsen 5. november í fjør møtti Fiski­ veiðieftirlitið upp á Toftum, tá línubáturin Sig mund ur kom á Landingar mið støðina á Toftum at leggja veiðina upp. Teir høvdu roynt í átta dagar vestan fyri Suður­ oynna, og høvdu góð 15 tons av toski umframt annan fisk, men tað var toskurin, ið Fiskiveiðieftirlitið var áhug­ að í. Toskurin varð ísaður í 60 kilo kassum, og eftirlitið tók tríggjar ferðir 10 kassar. Hes­ ar stakroyndir vístu 38, 43 og 50% ov nógv av ungfiski. Royndirnar vóru tiknar á tann hátt, at 10 kassar vórðu tik nir frá degi eitt og tvey, 10 kass ar frá degi trý og fýra og 10 kassar frá seinastu fýra døg unum. Fiskiveiðieftirlitið hevur ta innanhýsis mannagongd, at um ein skipari ikki heldur sína plikt at boða frá ov nógv um ungfiski einaferð, verð ur fiskiloyvið tikið í 10 dagar, hendir hetta upp til tríggjar ferðir á sama túri, verður loyvið tikið í 14 dagar, og forsømir hann frá boð­ annar skylduna fleiri enn tríggj ar ferðir á sama túri, miss ir skipið fiskiloyvið í tríggj ar vikur. Av tí at allar tríggjar stak­ roynd irnar vístu meiri enn tey loyvdi 30% av ungfiski, tók Fiskiveiðieftirlitið fiski­ loyv ið frá Sigmundi í 14 dag­ ar. Hetta góðtók reiðaríið ikki, og málið endaði tí í Før­ oya Rætti, sum lækkaði daga­ talið úr 14 niður í 10 dag ar. Men heldur ikki hetta góð tók reiðaríið, og tí endaði mál ið í Eystara Landsrætti. Vitnir Ákæruvaldið krevur, at dóm­ urin í Føroya Rætti verður stað festur, meðan verjin krev ur frídøming. Tvey vitni vórðu førd í Eystara Landsrætti, reiðarin og ein gamal línuskipari. Bæði ákæri og verji løgdu dent á at fáa málið so gjølliga útgreinað, so donsku dómararnir skiltu, hvussu línuveiða og eftirlit gongur fyri seg. Reiðarin greiddi frá, at kunngerðin, sum Fiski­ veiði eftirlitið nýtir í sam­ bandi við stakroyndir, í veruleikanum er ein sátt máli millum keypara og seljara og er grundað á vekt. Men tá Fiskiveiðieftirlitið kann­ ar longdina á fiskinum, er hendan skipanin ikki sann­ bærilig. Ákærin segði, at ákæru­ valdið ongantíð hevði pá­ stað ið, at tað var ovn ógvur ung fiskur hvørja setu, men at stakroyndir vístu, at tað var ov nógvur ungfiskur í teimum stakroyndum, tik nar vórðu av lastini. Verjin segði í sínum lag, at kunn gerðin týðiliga sigur, at talan skal vera um eina setu, og tað hevur ákæruvaldið tí ikki prógvað. Verjin hevði eisini kalla inn ein royndan línuskipara at greiða frá, hvussu línu­ fiskis kapur gongur fyri seg. Skiparin greiddi frá, at tað í nógvum førum veldst um veð ur og vind og ikki minst streym, men sum oftast verð ur roynt at seta línuna í einum U­skapi. Hetta verður gjørt fyri at spara tíð. Tá sett verður upp á hendan mátan, endar tú at seta nær við, har tú byrja ði, og harvið sparir tú siglings­ tíð, greiddi skiparin frá. Eftirkanning Hann segði eisini, at botn­ urin undir Føroyum er ógvu­ liga skiftandi, og tað er eisini ógvuliga skiftandi, hvussu fiski skapurin er. Strekkið, sum sett verður, er umleið 60 kilometrar, so tað verður sjálvandi ójavnt, hvus su fiskur er á. Og tað letur seg saktans gera, at okkurt strekkið hevur meira av ungfiski enn okkurt ann­ að. Ákærin vildi hava at vita, hvussu mannagongdin hjá reiðar ínum er við at kanna eftir, um ov nógvur ung­ fis ku r er ímillum. Til hetta svaraði reiðarin, at um skip­ arin hevði illgruna um, at ov nógvur ungfiskur er mill ­ um veiðina, bað hann rullu ­ mannin um at kanna næstu 100 fiskarnar, og helst endu­ taka hetta tvær ella tríggjar ferðir. Skiparin, sum vitnaði í rættinum í gjár segði, at hann van liga bað menninar um at telja fiskarnar í kassunum. Hetta gav eisini eina góða ábending um ov nógvur ungfiskur var ímillum. Hann segði eisini, at tað er ójavnt, hvussu fiskurin er fyri, alt eftir árstíðini. Annars er tað vert at taka við, at toskurin á túrinum var býttur upp soleiðis: 2% var toskur I, 10% var toskur II, 30% var toskur III, 47% var toskur IV og 11% var toskur V. 50 sentrimetrar er markið fyri stødd av ungfiski, og toskur IV hevur eina vegleiðandi longd á 45­ 60 sentrimetrar. Hetta merkir, at 2/3 av toski IV er innan fyri lógliga markið, og tað merkir, at eitt stað millum 15% og 16% av teimum 47% er undir 50 sentrimetrar. Verða tey 11% so løgd aftrat verður eitt stað millum 26% og 27% undir 50 sentrimetra markinum. Hagtalsliga, altso. Dómur í málinum fellur í seinasta lagi 29. Mars. Sigmund royndi á einari leið vestan fyri Suðuroy í átta dagar. Tá teir komu at leggja veiðina upp á Toftum, stóð Fiskiveiðieftirlitið fyri teimum, og sambært stakroyndum var ov nógvur ungfiskur uppi í veiðini Góðtaka ikki stakroyndir