Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað hevur gingið væl hjá verksmiðjuskipinum Norðborg, síðan skipið kom í fiskiflotan fyri skjótt tveimum árum síðan. Skip og manning fóru á fyrsta túrin hin 3. juni í 2009, og longu hetta fyrsta árið fiskaði Norðborg fyri út við 100 miljónir krónur. Eftir at skipið hevði verið í føroyska fiskiskipaflotanum í stívliga 15 mánaðir, hevði Norðborg longu fiskað fyri tilsamans 250 miljónir krónur, ið er tað sama, sum skipið kostaði at smíða. Flott úrslit Árið 2010 er hitt fyrsta heila árið, sum Norðborg hevur verið í vinnu. Hetta árið hevur av sonnum vignast væl, og veiðivirðið í fjør lá um 200 miljónir krónur. At árið í fjør veruliga royndist væl, eins og árið undan eisini var sera gott, sæst aftur í ársúrslitinum hjá partafelagnum, Hvalnes, sum eigur verksmiðjuskipið. Ársúrslitið hjá felagnum fyri 2010 vísir nevniliga, at felagið hevði eitt avlop á stívliga 67 miljónir krónur – fyri skatt og avskrivingar. Eftir skatt og avskrivingar var ársúrslitið 27,4 miljónir krónur. Hetta er eitt munandi betri úrslit enn undanfarin ár hjá felagnum. Í 2009 hevði partafelagið Hvalnes eitt avlop á 3,1 miljónir, og í 2008 var avlopið 1,6 miljónir krónur. Taka vit árini 2007 og 2006, var ársúrslitið hesi bæði árini – eftir skatt og avskrivingar - ávikavist 13,5 og 16,2 miljónir krónur. Góðar hýrur Í fjør rindaði partafelagið, sum eigur verksmiðjuskipið Norðborg, eisini 76,8 miljónir krónur í hýrum og lønum. At samlaði hýru-og lønarparturin er so stórur, sæst heilt vist aftur í nærumhvørvinum og í samfelagnum sum heild. Við Norðborg hvønn túrin eru umleið 30 mans og við tí manningarskifti, sum er, eru Vilmund Jacobsen Men samstundis, sum tað har mar landsstýrismannin, at semja ikki fekst í lag mill- um strandalondini, ásannar hann, at hini strandalondini ikki hava tikið til eftirtektar før oyska rættin til makrelin, tá tey hava ásett sær kvotur. - Tað, sum er neyðugt fyri at semjast, er, at øll strand a londini ásanna, at makrelurin hevur broytt útbreiðsluøki, og at grund ar- lagið undir gomlu stranda- landa avtaluni tí er burtur. Landsstýrismaðurin legg- ur dent á, at Føroyar hava eitt rættvíst krav til makrelin í Norðuratlantshavinum. - Vit kunnu ikki seta okk- um afturá og lata okkum lynda, at hini londini gera Bíðaðu sum longst við at áseta VIT BÍÐAÐU Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnu­ mál um, sigur, at Føroyar bíðaðu við at áseta eginkvotu á makreli, til allar samráðingarleiðir vóru royndar. – Tað har­ mar meg, at vit ikki náddu eini semju, sigur hann - Vit kunnu ikki seta okkum afturá og lata aðrar okkara rætt til einkis, sigur Jacob Vestergaard 76,8 miljónir krónu ÚRSLIT Ársúrslitið hjá partafelagnum Hvalnes, sum eigur verksmiðjuskipið Norðborg, var í fjør góðar 67 miljónir krónur fyri skatt og avskrivingar. Í 2010 rindaði felagið heilar 76,8 miljónir krónur í hýrum og lønum Teir kunnu vera nøgdir báðir, skipararnir og brøðurnir, Bogi (fremstur) og Jón Rasmussen