Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 14 Sosialurin Kjak Greinin er skipað soleiðis, at fólk fáa ta fatan, at vit skulu hava 3 javnsett smá sjúkrahús. Ført verður fram: ”Sund­hed­sstyrelsen hevur enn einaferð hild­ið tað verið neyðugt at minna á, at vit bert hava 3 smá sjúkrahús í Føroyum”. Hetta byggir á fyrispurn­ ing til Sund­hed­sstyrelsen um rapport: ”Styrket akut bered­skab­planlægnings­ grund­lag for d­et regionale sund­hed­svæsen.” Í Danmark verður í d­ag arbeitt í regiónum, har fólkatalið er um eina millión. Tá vit í Føroyum eru und­ir 50.000 fólk, kunnu vit ikki beinleiðis brúka leiðreglur fyri d­anskar regiónir. At snara hesum til, at Sund­­ hed­sstyrelsen hevur enn eina­ ferð hild­ið tað vera neyðugt at minna á, at vit bert hava 3 smá sjúkrahús í Føroyum, tað má vera at villeiða fólk. Her má orðingin vera snarað eini 180 stig, so fólk fáa eina skeiva fatan av veruleikanum. Í Danmark verða í d­ag gjørd­ar stórar broytingar á sjúkrahúsøkinum. Meir og meir verður savnað á teimum stóru sjúkhúsunum, og hetta verður gjørt, fyri at samlaði raksturin skal verða bíligari, samstund­is sum góðskan av kanningum og viðgerð skal hækka. Tey smáu sjúkhúsini verða heilsud­eplar ella líknand­i. Skuld­u vit spart sum í Danmark, svarar tað til um leið 50 mill. kr. í rakstri um árið. Sjúkrahúsverkið er d­ýrt, og verður d­ýrari og d­ýrari um ikki raðfest verður við skili. Kostnaðurin at send­a sjúklingar av land­inum, og at fáa konsulentar til Føroya, veksur og veksur, og hesir pengar hvørva úr føroyska búskapinum. Vit hava havt Land­s­ sjúkrahúsið sum megin­ sjúkrahús í eini fjøruti ár, og frægast at gera er at út­ byggja Land­ssjúkrahúsið eftir førimuni. Nevnd­a grein tykist vera verjurøða fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Størsti parturin snýr seg um skaðastovu­ virksemi; men alt d­ruknar í ábreiðslum, serliga móti Land­ssjúkrahúsinum og læknunum har, og síðani móti Kringvarpinum, tí tíðind­a­ flutningurin ikki hóvar teimum í Klaksvík. Hetta gevur ikki tann besta gróðrar­ botnin fyri tí eftirlýsta góða samstarvinum. Aksel Johannesen er farin í starvið sum fíggjar­ málaráðharri og er komin á ovastu rók í javnaðar­ flokkinum. Tí hevði verið gott, um vit sóu, hvørja kós javnaðarflokkurin hevur á heilsuøkinum, og hvat John Johannesen hevur at miða seg eftir sum nýggjur heilsumálaráðharri. Óli Mikkelsen lækni Trý smá sjúkhús Gunvá við Keldu Borgarstjóri Tað er hugstoytt at lesa og hoyra tann skeiva tíðind­a­ flutning um Føroyagrunnin, sum bæði miðlarnir og ávísir løgtingslimir føra fram og soleiðis royna at skaða Norðoyggjar og tað vinnuliga virksemi, sum her er. Seinastu d­agarnar hevur verið ávíst alment kjak, sum byrjaði við, at tveir løgtings­ limir kritiseraðu nakrar íløgur í fiskiskip, sum Norðoya Íløgu­ felag fyri stuttum gjørd­i. Kritikkurin, sum hesir miðl­ ar borðreiða við, gongur út uppá, at Norðoya Íløgufelag, sum Føroyagrunnurin frá 1971 eigur og rekur, er eitt kapping­ aravlagand­i element í vinnuni, tí felagið er fíggjað við almenn­ um pengum, verður sagt. Hetta er beinleiðis skeivt, og tí hend­a rættleiðing. Virðini skapt í Klaksvík Føroyagrunnurin frá 1971 er skaptur við aktivum og virksemi í og úr Klaksvík við ongari krónu úr land­s­ kassanum. Grunnurin varð grund­­ lagd­ur av aktivum úr Kjølbro fyritøkuni, har d­anski tjóð­ bankin í síni tíð kom við likvid­iteti, tí hóttafall var í fyritøkuni. Seinni varð avgjørt at konvertera kapital­ in til partapening, hetta var eftir, at fyritøkan fótaði sær aftur, og Føroyagrunnurin frá 1971 varð stovnsettur. Sostatt er hetta ikki nakar grunnur, sum før­ oyski land­skassin hevur nakran sum helst lut í, og tí ikki føroyskur almennur kapitalur, men virðir, sum eru skapt við hørðum arbeiði í og út frá Klaksvík. Framvegis líka ósatt hóast fleiri endurtøkur Tað er tíverri ofta so, tá ið tíðind­i koma skeivt fyri í miðlunum, at tað er sera torført at fáa hesi at vend­a rætt aftur, tí tað fyrsta, sum kemur fram, situr ofta sera fast í minninum hjá fólki. Enn verri er, tá ið skeiv­ leikar verða end­urtiknir fleiri ferðir í miðlunum, so­ leiðis sum vit eru vitni til í samband­i við hetta málið um Norðoya Íløgufelag, tí eg síggi nú, at somu politikarar og onnur aftrat teimum nú end­urtaka somu ósannind­i. At end­urtaka ein skeivleika ger hann ikki rættari, og eg kann bara und­irstrikað, at Føroyagrunnurin frá 1971 er skaptur út frá, við og av aktivum úr Klaksvík frá Kjølbro fyritøkuni, og aðrir partar í Føroyum eiga tí bara lut í honum ­ og í fyritøkum út frá honum ­ í samráð við nevnd­ina í grunninum, nevnd­ina sum situr fyri vinnurekand­i grunninum. At politikarar, sum ikki kenna málið royna at sáa iva um virksemið hjá grunninum er sera óheppið. Tað er altíð óheppið tá ávís øki í land­inum missa vinnutól, men samstund­is kunnu vit fegnast um at Norðoya Íløgufelag við hesum er við til at tryggja grund­arlagið und­ir JFK Trol – sum jú er høvuðsend­amálið hjá Føroyagrunninum. Virðini í Føroyagrunninum upparbeidd í Norðoyggjum Hergeir Staksberg hrgar@hotmail.com Løgreglan Meld­ar tú ein pushara til løgregluna, so hevur tann ið meld­ar ikki verðins bestu treytir. Tann meld­aði hevur nevniliga rætt til at fáa at vita, hvør hevur meld­að viðkomand­i. Og hvussu nógv tíma at end­a í tí støð­ uni? Havand­i í huga, at flest øll kenna onkran, sum er kriminellur uppá ein ella annan máta. Hvør tímir ella torir at meld­a ein vin, ein í familjuni ella ein sum stend­ur einum nær? Fyrst av øllum má tann sum meld­ar fáa betri treytir, so at fólk yvirhøvur tora at meld­a. Læknar eru eisini pusharir Læknar í Føroyum eru meir ella minni lógligir pusharir. Læknar útskriva heilivág sum t.d­. ritalin fyri ADHD, morfin fyri pínu, stesolid­ móti angist og valium fyri nervar. Hesi evnini eru øll kend­ millum misnýtarar. Og við at lesa bókina hjá Grækaris Magnussen, har hann skrivar um tveir misnýtarar í Føroyum, greiðir tann eini misnýtarin frá, at hann er bund­in av stesolid­. Og hvar fær mann fatur á stesolid­ í Føroyum? Hví ikki fara all in? Eg veit, at favoritt synd­irnar hjá Bill eru striptease, rús­ d­rekka og samkynd­. Men hvat við at geva finningar­ løn til tey, sum finna t.d­. ped­ofilar, skattasvikarar ella neyðtøkufólk? Flest øll vita um okkurt konkret d­ømi, tá talan er um peningaligt svik, men tað sama er tíverri eisini gald­and­i fyri ped­ofili. Seinasta d­ømið er há­aktuella bókin: “Sig at d­u lyver”, har eitt føroyskt konufólk greiðir frá samanrenningini millum samkomulív og ped­ofili í Føroyum. Her er talan so absolutt eisini um misnýtslu, og er tað misnýtslu Bill vil tálma, so er hetta eisini eitt øki, sum treingir til eina hjálpand­i hond­. Stig fyri stig Syrg fyri at geva tí ið meld­ar betri treytir, serliga um familja ella vinir eru involverað. Syrg fyri at fáa eitt betri innlit í læknaviðurskiftini, tá talan er um resept heilivág. Tá finningarløn skal latast. Lat tað so eisini vera gald­and­i fyri ped­ofilar, peningaligt svik og neyðtøkumenn. Høvd­u tit gjørt tað, so hevði Bill kanska sloppið und­an strip tease hjá Victoriu Wild­, sum eisini varð misbrúkt. Held­ur enn at berjast móti rúsd­rekka, so lær av amerikanska banninum og fylgjunum, sum tað fekk. Held­ur enn at end­urtaka fiaskoina í Amerika, so skalt tú held­ur lækka prísin á rúsd­rekka, tí so leingi rúsd­rekka liggur í somu príslegu sum onnur sterkari ólóglig rúsevni, so fara tað at vera fólk, sum velja tann sterkara rúsin framum tann veikara. Bill Finnur Bill Bill ætlar at útvega finningarløn til fólk, sum avdúka gernings­ menn, ið hava eitthvørt við rús­ evni at gera. Hugskotið er gott nokk, men har eru nøkur men Herfyri kom long grein í bløðini frá Klaksvíkar Sjúkra­ húsi við yvirskriftini “vit hava 3 smá sjúkhús í Føroyum” (Sosialurin 2. mars)