mikudagur 16. mars 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32
Sosialurin
Munandi færri norsk børn
verða doypt í kirkjuni, mun
andi færri ung verða fermd,
og støðugt fleiri vaksin velja
at fara úr kirkjuni til aðrar
átrúnaðarligar bólkar ella
felagsskapir. Samstundis siga
støðugt fleiri, at tey trúgva
als ikki, at Guð er til.
Hetta er nakað av tí,
sum kom burtur úr einari
kanning, sum granskarin
Pål Ketil Botvar hevur gjørt
fyri norsku kirkjuna. við
hagtølum frá kirkjunum er
hann komin eftir, at part
urin av kirkjufólkinum, sum
ganga í kirkju regluliga, er
minkaður úr 11 í 7 prosent,
og at tey, sum verða doypt
í kirkjuni, eru fækkað úr 81
prosentum í 1999 í 68 pro sent
í 2009.
81 prosent av norska
fólk inum eru skrásett sum
kirkjufólk, men av teimum
20 til 30 ára gomlu eru tað
bara 72 prosent, sum hoyra
til kirkjuna. Eitt heldur
óvæntað úrslit var kortini,
at tað er ikki bara tað yngra
ættarliðið, sum vendir kirkj
uni bakið. Tvørturímóti eru
tað tey millum 55 og 65 ár,
sum ganga undan í so máta,
skrivar Aftenposten.
Pål Ketil Botvar heldur
kortini, at norska kirkjan
hevur fleiri møguleikar at
fáa fólk at støðast. Men so
er neyðugt at endurskoða
guðstænastuna og sálmarnar,
sigur
hann.
Granskarin
ásannar tó, at tað er mark
fyri, hvat kirkjan kann gera.
Um 30 ár standa
kirkjurnar tómar
Bara sjey prosent av kirkjufólkinum í Noregi eru í kirkju eina ferð ella
meiri enn eina ferð um mánaðin, og talið minkar so skjótt, at hendir einki
munagott, fara kirkjurnar at standa tómar sunnudag longu innan 30 ár
Tað er gott pláss til guðstænastuna í Vålerengen-kirkju ein vanligan sunnudag
Mynd: Aftenposten
Broytingarnar, sum lands
stýriskvinnan Ane Hansen
hevur lagt fram, skulu fremj
ast í tveimum umførum. Í
fyrra umfari snýr tað seg um
útróðrarflotan. Megin part
ur in av hesum flotanum er
gamal og alt ov dýrur at halda,
og tað forðar fyri, at vinnan
er fíggjarliga burðardygg. Tí
ætlar Ane Hansen at gera
karmar fyri, at flotin verður
endurnýggjaður, so leiðis at
fiskimaðurin og sam fe lagið
fáa gagn av honum, sam
stundis sum fiska stovn arnir
verða gagnnýttir sum best.
Tað fer at kosta millum
600 og 700 milliónir krónur at
endurnýggja útróðrarflotan,
og landsstýriskvinnan ætl ar,
at tað privata skal í lumm
arnar eftir pengunum. Fyri
at geva fleiri møguleikan at
reka útróður ætlar lands
stýriskvinnan
at
strika
regluna, sum sigur, at fólk
skulu hava havt fiskivinnu
sum høvuðsvinnu í minst
tvey ár fyri at fáa fiskiloyvi.
Tað fer sambært lands
stýris kvinnuni at eggja land
krabbum til at gera íløgur í
útróðurin. Vón hennara er,
at privatir íleggjarar megna
uppgávuna, og her hugsar
hon bæði um einstaklingar,
vinnufeløg,
stovnar,
pen
sjóns kassar og onnur.
Gongst sum ætlað skal
lógin um at endurnýggja
út róðrarflotan avgreiðast í
Landstinginum í vársetuni
og koma í gildi 1. januar í
2012. So kemur næsta stig.
Tá fer landsstýriskvinnan
at
leggja
fram
uppskot
um eitt nú rættindi hjá út
lendingum at eiga í grøn
lendsku fiskivinnuni, av reið
ingarskyldu og býtið millum
útróðurin og hin partin av
fiskiflotanum.
Stórar bygnaðarbroytingar
í grønlendsku fiskivinnuni
Grønlendska fiskivinnulóggávan kemur nú á tingborð, tí landsstýrið hevur
gjørt av at laga lóg og reglur soleiðis, at fiskivinnan verður burðardygg
og til gagns fyri tann einstaka fiskimannin og samfelagsbúskapin
Grønlendski útróðrarflotin
er gamal og dýrur at reka
Mynd: KNR
Lagt til rættis: Árni Joensen
Fiskiskapurin sum
í einum ævintýri
Íslendskir trolarar hava havt sera góðan fiskiskap
í Barentshavinum tær seinastu vikurnar. Eitt nú
landaði Málmey 900 tons av toski og hýsu, sum teir
høvdu fingið eftir 20 døgum, og sambært íslendsku
bløðunum var fiskurin bæði stórur og góður.
Skiparin á einum øðrum íslendskum trolara,
Sigurbjørg, letur væl at fiskarínum:
– Tað er ótrúligt, sum her er nógv at fáa. Á tí
grunna fáa vit nógvan tosk, og á heldur størri dýpi er
fult av hýsu, sigur Vilhjálmur Sigurðsson, skipari, við
Morgunblaðið. Hann hevur roynt í Barentshavinum
í fleiri ár og sigur, at tað er stórur munur á fiskinum
har nú og fyrr. Tað er týðiligt, at fiskurin fær nógva
føði, og íslendski skiparin vísir í hesum viðfangi á, at
menn hava ikki fiskað lodnu eystanfyri tey seinastu
árini.
– Eg havi ongantíð verið í so góðum fiskiskapi
sum nú. Hetta er sum í einum ævintýri. Vit mugu
ansa eftir, at vit ikki fáa ov nógvan fisk, sigur
Vilhjálmur Sigurðsson.
Kommunurnar
spara
Nógv
tær
flestu
komm unurnar
í
Dan mark ætla at
brúka færri pengar
í ár, enn tær gjørdu
í 2009. Samanlagt
eru útreiðslurnar á
fíggjarætlanunum
fyri 2011 knappar
fimm
milliardir
krón ur minni enn
út reiðslurnar
í
rokn skap unum fyri
2009.
Felagið hjá kommununum, Kommunernes Lands
forening, sigur, at 84 av teimum 98 kommununum
hava sett sær fyri at brúka minni í ár enn í 2009.
Næstan 20 prosent av kommununum hava skert
útreiðslurnar meiri enn fýra prosent, og níggju
kommunustýri hava sett sær fyri at spara í minsta
lagi seks prosent.
Formaðurin í danska kommunufelagnum, Jan
Trøjborg, sigur, at kommunustýrini hava serliga
lagt seg eftir at spara við at effektivisera, men
hann leggur afturat, at tað slepst ikki uttanum, at
sparingarnar fara at níva hjá borgarunum.
Sigurbjørg og hinir íslendsku trolararnir
hava havt rokfiskiskap eystanfyri
Mynd: Morgunblaðið
Kommunurnar í Danmark
ætla sær at brúka næstan
fimm milliardir krónur
minni í ár enn í 2009.