Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 12 Sosialurin Nøvn á Billutrøð á Argjum á grækarismessu 2011 Viggo Olsen var føddur úti á Argjaboða á sumri 1935. Hann var sostatt 75 ár, nú hann legði árarnar inn og flutti yvir í aðra tilveru hend­ an várdagin, meðan tjøldr ini aftur løgdu leiðina norð­ ureftir. Argjaprestur, sum eisini hevur verið smíðnæmingur hjá Viggo, dugdi sera væl at lýsa argjamannin, lokal­ patriotin, handverkaran, mál aran, yrkjaran og hug­ sveimaran Viggo, tá Viggo varð borin út úr kirkjuni á Høvdakúlu á seinastu ferð síni heim eftir Argjavegnum. Prestur nevndi t. d., at Viggo var ein persónur, sum tordi at vera øðrvísi enn fjøldin. SKÚLAVØRÐURIN: Í Argja skúla á Billutrøð var Viggo smíðlærari og síðani skúla­ vørð ur í nógv ár. Mangt hugn aligt og hugsveimandi prát var á lærarastovuni og í skúlagarðinum, tá Viggo var hjástaddur. Onkuntíð varð undirritaði róptur inn í okkurt skot í Gamla skúla, tá Viggo hevði gjørt eina nýggja yrking um okkara felags heimbygd ella føðiland. Viggo las so yrkingina hátíðarliga upp fyri mær. Hesar løtur standa sum hugtakandi og ógloymandi varðar í huga mínum. Ikki mundi tað bila, at fríkorterini hjá næm­ ingum mínum gjørdust einar 5 minuttir longri av hesum skaldaløtum! Í skúlanum var Viggo eisini tann, ið dugdi at seta orð á yndi kvinnunnar, tá onkur av kvinnunum í skúlanum hevði fríðkað sær hárið ella var í nýggjum klædnaplaggi. Vit, hinir menninir í skúlanum, mundu vera heldur trekir á tí økinum. YRKJARIN: Í yrkingasavni sínum, “Vársins morgun,” sigur Viggo m.a. soleiðis um kvinnuna: “Eymleiki tín - sum skyggjandi sól á morgundøgg um várið.” Várið var annars tema í fleiri yrkingum hjá Viggo: “Vársins sæla stund á grógv andi gøtum við sól gylt- um løtum.” ARGJASANGURIN: Viggo hevur eisini yrkt argjasangin, “Tú liggur trygt—“, sum so mangan hevur ljómað í Útvarpinum, tá reyðu argja­ bátarnir við drekastevni hava vunnið í kappróðri. Lag­ ið hevur annars ein annar argjamaður, ein skyldmaður hjá Viggo, gjørt. Viggo hevur eisini savn að staðanøvn fram við sjóvar­ málanum á Argjum. Í yrk­ ingum sínum nevnir hann ofta staðanøvn á argja­ leið um: Glyvursnes, Gulin, Prædikastólurin, Argjaskot, Rygsá, Tjaldurssker, Sanda­ gerði, Ljósavatn, Klingurs­ tjørn, Reynini o.s.fr. MERKISMAÐUR: Viggo var merkismaður, bæði so og so. Í skúlanum var hann flagg vørður, og mangan hevur hann vundið Merkið á stong niðri á Billutrøð, bæði í sorgar­ og fagnaðarløtum. Í grannalagi skúlans, heima hjá Viggo, hevur Merkið eisini mangan veittrað á tí ser merktu flaggstongini, sum har er. MERKIÐ Á STIKLASTØÐUM: Viggo var ikki bert argja­ maður, hvørs sjónarringur ein ans umfataði leiðina av Argjaboða heim í Sanda­ gerði, nei, hann var eisini víðsjónamaður, heims borg­ ari, sum ferðaðist nógv uttan­ lands og hevði vinir í ymsum londum. Í týskari veitsluhøll hugtók hann fjøldina við før­ oyskari røðu. Okkara donsku vinir, sum vitjaðu Argja skúla á sinni, vóru hug tiknir av blíðskapinum, sum m.a. skúlavørðurin sýndi teim­ um. Á Stiklastøðum í Noregi skipaði Viggo soleiðis fyri, at Merkið kom at veittra við síðuna av norska flagginum. Hann helt, at Merkið átti at veittra á norsku ólavsøkuni (Olsok), tí vit í Føroyum høvdu hildið ólavsvøku í næst an 1000 ár. Hetta fekk Viggo í lag saman við norsk­ um vinum. STARS AND STRIPES: Vit báðir Viggo hava ein felags vin vesturi í New Jersey, USA. Hann gav Viggo eina serstaka gávu: “Stars and Stripes.” Tá varð Viggo fegin og rørdur. Eg fari at endurgeva orðini, sum okkara amerikanski vinur skrivaði um eitt minniligt kvøld við góðum mati, vit høvdu inni hjá Viggo og Sól­ veig: “I don’t think that I ever experienced anything quite like that evening!” Helst óneyðugt at siga meir. Góði Viggo! Hugaligt, at okkum untist at kenna teg. Spell, at heilsan ikki var tær til vildar hesi seinastu árini. Løgin kensla, at vit ongantíð aftur skulu síggja teg spáka heim eftir og út eftir Argjavegnum. Takk fyri manga góða og kveikjandi løtu! Góða Sólveig, Sólbjartur, Eyðstein, Steinbjørn og familj an annars! Harrin styrki tykkum í sorgini! Vit enda við broti úr yrking hjá Viggo, har hann lítur fram móti ævinleikanum: “Fyri framman tað æviga gonguverkið í rúmdarinnar kervi lívið eins og hvørvisjón fer.” Vegna okkum í Argja skúla og meg persónliga Eyðun á Borg Viggo, bygdarmynd á Argjum, farin