týsdagur 5. mars 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 5. mars 2002
19
VÍF hevur helst
ongan tíð verið so
nær við at tapt tey
bæði seinastu árini,
men í evstu løtu fingu
tær mannað seg upp,
so væntaði sigurin á
Neistanum kom í hús
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Seinasta føroyska liðið,
sum hevur vunnið á kvinn-
unum hjá VÍF, er Neistin,
sum í seinasta dystinum á
vári 2000 vann í Vest-
manna. Síðani hava liðini
leikt 11 dystir sínámillum í
lands- og steypakapping,
men hvørja ferð hevur VÍF
drigið longra stráið. Sunnu-
dagin var so 12. ferðin, og
sum væntað, so vann VÍF
aftur, men hesa ferð var nær
við, at Neistin koppaði
teimum. Heilt nær.
Gekk striltið
Seinasta hálva árið ella so
er tað nakrar ferðir komið
fyri, at VÍF hevur havt
trupulleikar við at motivera
seg, og soleiðis var eisini,
tá tær hittu Neistan sunnu-
dagin.
Í verjuni vóru tær alt
annað enn sannførandi í
longum løtum av dystinum,
og tá hesin parturin av
spælinum ikki koyrir, so
gongur einki hjá VÍF. Tær
fingu at kalla eingi av
vanligu kontramálunum, og
ístaðin var tað Neistin, sum
setti ferð á.
Munurin millum liðini
vaks alsamt, og eitt skifti
var Neistin eisini á odda
10-3, men so tók aftur at
minka, og seinastu tíggju
minuttirnar undan steðgin-
um fekk VÍF so munin
niður í fimm mál.
Undir vanligum umstøð-
um, so var hetta fyri VÍF
ikki nøkur ræðandi leiðsla
hjá mótstøðuliðnum, men
hinvegin, so vóru umstøð-
urnar hjá VÍF ikki heilt
vanligar hendan dagin.
Vanliga so væl mannaði
bonkurin var hesa ferð
skerdur niður í tveir leik-
arar, harav onnur var mál-
verji, og tí kundi liðið ikki
eins og vant líta á breidd-
ina, har liðið áhaldandi
kann skifta út, meðan mót-
støðan troyttast, so hvørt
sum dysturin líður.
Sálarliga yvirvágin
So hvørt, sum dysturin leið,
tóktist laka byrjanin eisini
at skula kosta VÍF sigurin
hesaferð. Tó at heimaliðið
onkun tíð hevði hug at
nærkast,
so
megnaði
Neistin hvørja ferð at svara
aftur, og so við og við
tóktust
áskoðararnir
at
ásanna, at ein sensatión av
teimum heilt stóru var
ávegis.
Tá góðir 10 minuttir vóru
eftir at leika, var Neistin
framvegis
fimm
mál
frammanfyri, men so hendi
tað.
Tó at VÍF kanska ikki
hevði vanligu fysisku yvir-
vágina, so prógvaðu tær tó,
at sálarliga hava tær takið á
øllum í deildini. Hetta kom
til sjóndar, tá tær nú
brádliga skutu trý mál á
rað. Neistin var framvegis á
odda við tveimum málum,
men við at hyggja at leik-
arunum, so skuldi tú ikki
trúð, at so var. Alt, sum
líktist sjálvsáliti, var brád-
liga sogið úr teimum. Einki
bit var í álopsspælinum, og
tó at verjan koyrdi so
hampuliga væl, so fært tú
ikki hildið VÍF frá fatinum
í átta minuttum á rað, tá á
stendur.
Tað skal tó leggjast aftur-
at, at tað at Neistin nú einki
glið hevði í álopsspælinum,
eisini komst av, at VÍF fyri
fyrstu ferð í dystinum fekk
verjuspælið
at
rigga.
Royndu tær bláu at koma
framvið, so vórðu tær alt
fyri eitt trýstar, og kom eitt
skot so loksins inn, so var
Manuela á staðnum.
Endin av øllum hesum
gjørdist, at VÍF skeyt sjey
tey seinastu málini í dyst-
inum, og at tær harvið
tryggjaðu sær 21. sigurin á
rað hetta kappingarárið.
Veldst um hugburðin
Skal takast samanum, so
kann í øllum staðfestast, at
VÍF framvegis tykist hava
trupulleikar við at motivera
seg. Kanska er einki løgið í
tí, tá liðið er somikið eina-
ráðandi, men tað skerst ikki
burtur, at tað er merkisvert,
at hini liðini ikki megna at
taka tær, tá spælið er, sum
tað var sunnudagin.
Sum nevnt omanfyri, so
er frágreiðingin helst tann,
at VÍF so dyggiliga hevur
sálarliga takið á øllum
liðum í deildini. At eingin
veruliga trýr uppá, at tað
kann lata seg gera at vinna
á oddaliðnum. Tað ger tað
kanska heldur ikki, um tær
spæla upp til sítt besta, men
tað var so langt ífrá
hesaferð. Tvørtur ímóti
góvu tær Neistanum ein
gyltan møguleika, sum við
eitt lítið sindur av um-
hugsni og kanska eisini
hepni kundi givið teimum
ein týðandi sigur, hvørki av
hesum var við teimum bláu
seinastu løtuna. Spurning-
urin er so bert, um ein slík
uppliving kann fáa tær hjá
VÍF at taka í egnan barm.
Ger hon tað, so er einki at
ivast í, at talan verður um
tríggjar stórsigrar í seinastu
dystunum, men um ikki, so
kann væl verða, at sensa-
tiónin lúrir beint handan
næsta horn á vegnum.
Dysturin í tølum
VÍF-Neistin 23-21 (9-14)
Málskjúttar:
VÍF:
Ioana Rápa 7(4),
Nicoleta Radu 7, Jacklin
Durhuus 5, Sóley Mikkel-
sen 3, Alis Høghamar 1
Neistin: Katrin á Neystabø
5(2), Mildrið Jacobsen 5,
Gunnleyg Berg 5(1), Birita
Wardum 3, Annika Thom-
sen 3
Brotskøst: VÍF 5, Neistin 4
Útvísingar: VÍF 3, Neistin
4
Dómarar úr Kyndli: Hannis
Wardum & Eyðun Samuel-
sen. Hildu eina hampuliga
linju yvir allan dystin.
Og hesa ferð er tað
helst ikki nóg
mikið við einum
undirsjóvartunnli.
Í hondbóltshøpi
sær nú svart út hjá
Vágoynni, eftir at
Sóljan tapti
heimadystin fyri
STÍF
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
StÍF vann sær eitt allar
helst avgerandi fet í
botnstríðnum í bestu
kvinnudeildini, tá tær
sunnudagin vunnu úti-
dystin á Sóljuni.
Talan var um dyst
millum uppflytararnar
tey bæði seinnu árini,
sum alt árið hava stríðst
- við Kyndli sum triðja
parti – um at sleppa av
niðasta
sessinum
á
stigatalvuni.
Spenningur til tað
síðsta
Hendan eigur Sóljan
framvegis, og tó at tað
leingi gekk javnt á á
Giljanesi, so var tað
ongan tíð soleiðis, at
heimaliði hevði fatur á
longra endanum.
Frá dystarbyrjan var
tað hinvegin StÍF, sum
legði harðiligari fyri.
Tær vunnu sær rættuliga
skjótt eina hampuliga
leiðslu, og so ráddi um
at halda fast. Hetta kom
sjálvandi ikki av sær
sjálvum, tí Sóljan svar-
aði alla tíðina aftur.
Stríddust
um
hvønn
einasta bólt. Hvørja ferð
mótstøðan dragnaði, so
svaraði heimaliðið aftur,
so spenningurin varð í
øllum
førum
hildin
nakað langt út í dystin.
Tað var heldur ikki
fyrr enn seinastu 10
minuttirnar, at avgerðin
í dystinum fall. Tá
megnaði StÍF endiliga at
toga seg leyst, uttan at
Sóljan kom aftur, og
soleiðis gjørdist talan at
enda um ein lívgevandi
sigur.
Sessurin bjargaður
Lívgevandi, tí tær á úti-
liðnum nú eru púrasta
leysar av Sóljuni í
botnstríðnum. Trý stig
eru á muni, og hetta
merkir saman við betra
málmuninum, at hóast
tað skuldi borið soleiðis
á, at Sóljan vinnur dyst-
in móti Kyndli og útsetta
dystin móti StÍF úr
grundspælinum, so er
hetta ikki nóg mikið til
at taka strandakvinnur
aftur.
Í sjálvum sær var úr-
slitið eingin katastrofa
fyri Sóljuna, men tá
Kyndil samstundis vann
hampuliga óvæntað á
VB, so gjørdist tapið
enn svárari. Sóljan er nú
klárt niðasta liðið í
deildini, og tað skal at
kalla eitt undur til, um
tilveran skal bjargast.
Tær skulu nevnliga í
minsta lagi hava trý stig
afturat, uttan at Kyndil
fær nakað, og við dyst-
arskránni í huga, so
verður hetta ein sera
trupul uppgáva.
Dysturin í tølum
Sóljan-StÍF 21-25
(11-14)
Málskjúttar:
Sóljan: Asta Petrauski-
ene 7(2), Hertha Simon-
sen 4, Heidi Maria
Akselsen 4, Sólja Jó-
anesdóttir 3, Marjun Jo-
hansen 2, Johanna í
Horni 1
StÍF: Alina Olaru 7(1),
Poula D. Olsen 6, Ileana
Manulescu 5(1), Anna
Maria Berthelsen 3,
Sunnfríð B. JAcobsen
3(2), Æta Gregersen 1
Brotskøst: Sóljan 3, StÍF
5
Útvísingar: Sóljan 3,
StÍF 1
Dómarar úr KÍF: Vagnur
Johannesen & Jákup
Dam.
Sóljan-StÍF 21-25 (11-14):
Vágoyggin er
isolerað
VÍF-Neistin 23-21 (9-14):
Sluppu við hvøkkinum
Vanliga trygga VÍF verjan riggaði als ikki eftir vild fyrstu 50 minuttirnar, og hetta mundi kostað teimum dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
19
18
Nr. 44 - 5. mars 2002
Ætlaða gullveitslan í
Vestmanna varð av
ongum, tá Neistin fór
við báðum stigunum,
og nú mugu Vest-
menningar helst bíða
í tveir dystir afturat,
áðrenn FM-heitið
kann staðfestast
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Í leygardagsblaðnum skriv-
aðu vit, at tey riggaðu til
gullveitslu í Vestmanna.
Hetta tí menninir við einum
sigri á Neistanum høvdu
gjørt kvinnunum kynstrið
eftir, og vunnið FM-heitið
væl undan kappingarloki.
Eingin gullroykur
Tað var tó lítil og eingin
gullroykur yvir høllini í
Vestmanna
sunnudagin.
Vanliga so mælska áskoð-
arafjøldin var nærum ikki
at kenna aftur, og á vøllin-
um sýndu vestmenningar
ikki sama gullspælið, sum
teir onkun tíð hava víst.
Tað endaði eisini við, at
Neistin fór avstað við báð-
um stigunum, soleiðis at
vestmenningar enn mugu
bíða nakað, áðrenn teir
kunnu rópa seg meistarar,
og skal rætt vera rætt, so
var tað helst eisini í lagi, at
tað gjørdist Neistin, sum
fór avstað við sigrinum.
Lat tað verða sagt alt fyri
eitt, at dysturin í Vestmanna
als ikki var hin besti av
teimum fýra, sum tey bæði
oddaliðini hava leikt hetta
kappingarárið. Ferðin var
lægri enn í undanfarnu
dystunum, og kanska var
hetta eisini ein av orsøkun-
um til, at VÍF ongan tíð
fekk veruligt tak á. Tað
hevur nevnliga víst seg
higar til í ár, at tá mótstøð-
an hevur leikt við lágari
ferð, so hava vestmenn-
ingar havt sera trupult við
at toga hesa upp, og tað
tóktist, sum var tað júst
hetta, sum Neistin ætlaði at
nýta sum stýramboð.
Í øllum førum vóru tað
teir bláu, sum settu ferðina
ígjøgnum allan dystin. Við
skili setta teir nógv á, tá
møguleiki var fyri kontra,
og um ikki, so varð upp-
spælið koyrt hampuliga ró-
ligt, uttan at óneyðug
mistøk vórðu gjørd.
Vestmenningarnir megn-
aðu ongan tíð at seta seg
yvir Neistin í hesum, og tí
bar sjáldan til at loypa
hvøkk á við mótálopum,
sum annars eru eitt av
sterkastu vápnunum hjá
liðnum.
Høvdu tamarhald á
Hetta gjørdi, at Neistin
mest sum alla tíðina kundi
halda fast um leiðsluna,
sum liðið vann sær heilt
tíðliga í dystinum.
At kalla alla tíðina var
munurin eini tvey-trý mál,
og tó at VÍF ongan tíð varð
heilt afturúrsiglt, so sat
áskoðarin alla tíðina við
varhuganum av, at Neistin
hevði betra takið hendan
dagin. Eisini hóast VÍF eitt
lítið skifti vann seg eitt mál
fram um gestirnar.
Tað skuldi eisini vísa seg,
teir bláu vóru stinnari.
Seinastu løtuna var annars
um reppið, at veruligur
spenningur kom í, men
hvørja ferð VÍF minkaði
munin í eitt mál, vóru teir
bláu skjótir at svara aftur,
og tá vestmenningar so
máttu satsa móti endanum,
kundu teir bláu bara stað-
festa við kontramálum.
Einstaklingarnir
Umframt leikferðin var
nakað av tí, sum avgjørdi
dystin fyri Neistan, so
slepst ikki undan, at tað
serliga vóru tveir leikarar,
sum skaraðu framúr hendan
dagin.
Í fyrra hálvleiki gav
Jacob Jónsson ferð eftir
ferð dømi um, at hann er
maðurin, sum kann skapa
tað óvæntaða, tá hann einar
fýra-fimm ferðir í heldur
dølskum
Neista-álopum
brádliga eksploderaði, og
sendi bóltin inn um væl
vaksnu VÍF-verjuna.
Í seinna hálvleiki høvdu
vestmenningar fingið nóg
mikið av hesum, og valdu
at taka Jacob úr spælinum,
men tá traðkaði Heini Joen-
sen til. 10 mál í seinna
hálvleiki siga helst alt um
hansara leiklut í dystinum,
og so skal heldur ikki
gloymast, at tá VÍF eisini
royndi at taka Heina út
seinastu løtna, so vóru tað
aðrir, sum traðkaðu til, so-
leiðis at sigurin kundi
endaliga staðfestast.
Hjá VÍF vóru tað eina-
mest stórskjúttarnir báðir,
Áki og Sámal, sum gjørdu
um seg. Dystargongdin
kundi kanska eisini verið
ein onnur, um mongu skað-
arnir hjá Áka ikki høvdu
gjørt, at hann enn ikki fær
spælt heilan dyst við fullari
ferð. Í hvussu so er tóktist
hetta vera einasta frágreið-
ingin um, hví Áki varð tikin
av vøllinum eitt skifti í
seinna hálvleiki, har hann
annars
veruliga
hevði
gongd í málskjótingini.
Nert ein troyst
Fyri vestmenningarnar var
tað sjálvandi ein smeitur, at
teir soleiðis mistu møgu-
leikan at staðfesta gullið,
men hóast tapið, so er helst
lítið at ivast í, at gullið fer
at koma til høldar.
Somikið væl stendur til,
at liðið bert skal hava fýra
stig í trimum teimum sein-
astu dystunum, og hóast
talan
hevur
verið
um
trupulleikar av ymsum slag
í ár, so fara teir neyvan at
tveita eina slíka leiðslu
burtur.
Hjá Neistanum mundi
sigurin heldur ikki tykjast
vera meira enn ein troyst,
nú teir eftir øllum at døma
enda árið við tveimum
silvurmerkjum.
Kósin
skuldi annars ætlandi setast
móti gulli, men í avgerandi
dystunum hava teir ikki
verið nóg stinnir. At teir so
í triðju royndini megnaðu at
basa VÍF, kann um ikki
annað vera teimum ein
troyst. Meira fær tað neyv-
an verið.
Dysturin í tølum
VÍF-Neistin 31-33 (13-15)
Málskjúttar:
VÍF: Áki Olsen 10, Sámal
Joensen 8(2), Daniel Rápa
3, Piti Negru 3, Ingi Olsen
2(1), Petur Fr. Joensen 2,
Johnny Joensen 2, Ragnar
Zachariasen 1
Neistin:
Heini Joensen
15(6), Jacob Jónsosn 7,
Hans Áki Dal-Christiansen
5, Áki Mørk 3, Ragnar
Stakksund 2, Ræni Slætta-
nes 1
Brotskøst: VÍF 3, Neistin 7
Útvísingar: VÍF 3, Neistin
6
Dómarar úr Kyndli: Hannis
Wardum & Eyðun Samuel-
sen. Tóktist ivandi í løtum,
men vístu tó myndugleika í
seinastu avgerandi minutt-
unum.
VÍF-Neistin 31-33 (13-15):
Avgerðin útsett
Í fyrra hálvleiki sýndi Jacob
Jónsson ferð eftir ferð
hondbóltskynstur, sum fáur
leikari ger honum eftir, og
allan seinna hálvleik sóu
vestmenningar seg noyddar
at mansverja íslendska
bóltsnillingin
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað eydnaðist ikki
vestmenningum at tryggja
sær gullið sunnudagin, tá teir
á heimavølli tóku ímóti
Neistanum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18