týsdagur 5. mars 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 5. mars 2002
17
Mjølnir megnaði ikki
at taka stig frá
meistarunum tá tær
vitjaðu í Klaksvík
leygardagin. Men tær
fingu so eitt sett frá
teimum kortini
FLOGBÓLTUR -
KVINNUR
Sveinur Tróndarson
Gullið var longu farið til
Tvøroyrar og silvurið var
longu farið til Klaksvíkar.
Tí var í roynd og veru einki
at spæla um í dystinum
leygardagin, men spælast
skuldi hann og spældu varð
hann.
Og sjálvt um Mjølnir
kvinnurnar høvdu sett sær
fyri at geva TB mótstøðu
fyri allar pengarnar, eydn-
aðist tað bara í fyrsta og
triðja setti, og triðja setti
vann Mjølnir.
Tað var ikki tí, at mun-
urin á liðunum var tann
øgiliga stóri. Marjun Kalsø,
liðskipari
hjá
Mjølnir,
sigur, at dysturin minti
nógv um steypafinaluna.
Liðini fylgdust nokk so
stóran part av settunum,
men at TB so fekk fótin fyri
seg.
- Vit vóru ov lítið við í
spælinum til veruliga at
kunna geva teimum mót-
støðu, sigur Marjun tá hon
tekur saman um dystin.
Vit spurdu hana um tað
sást á spælinum, at gullið
og silvurið var avgjørt, og
tað heldur hon at tað gjørdi.
Í veruleikanum hevði TB
meira at spæla fyri enn
Mjølnir av tí at tær júst
vorðu vornar meistarar, og
tað var kanska orsøkin til,
at Mjølnir segði gott er,
heldur enn at berjast um
bóltarnar.
- Eg haldi, at vit hava
slept hesum kappingar-
árinum fyri well. Hetta árið
fer í gloymibókina og vit
brúka ikki meira tíð upp á
tað, sigur Marjun, sum ikki
veit at siga okkum, hvussu
tað fer at síggja út hjá
teimum næsta kappingarár.
Hon vísir á, at hon sjálv
ikki
er
nakar
ársungi
longur, og at spurningurin
er, hvussu tað verður við
Veru
Larsen
og
Tinu
Jacobsen næsta kapping-
arár. Margit Joensen kemur
hinvegin aftur eftir barn-
sburð, men enn er nógv
eftir at fáa upp á pláss.
Tað er tað eisini á Tvør-
oyri, men har vita tey í
øllum førum, at Gudrið
Nolsøe kemur aftur, og tey
vita eisini, at onkur annar
er sum fer. Hvussu tað
verður við restini fáa vit at
vita tá fyrireikingarnar til
kappingarárið byrja í heyst.
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 TB
16
15 - 1
46
11
35
23
2 Mjølnir 15
10 - 5
35
22
13
15
3 ÍF
15
5 - 10
23
36
-13
7
4 Dráttur
15
5 - 10
27
34
-7
6
5 Fleyr
15
3 - 12
13
41
-28
5
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 Fleyr
15
10 - 5
36
25
11
15
2 SÍ
16
10 - 6
38
24
14
14
3 Fram
15
10 - 5
36
25
11
14
4 ÍF
15
5 - 10
22
37
-15
10
5 Mjølnir 15
3 - 12
18
39
-21
3
Mjølnir — TB 1-3 (24-26, 20-25, 25-15, 22-25)
TB vann á Mjølnir
- Eg haldi, at vit hava slept hesum kappingarárinum fyri well.
Hetta árið fer í gloymibókina og vit brúka ikki meira tíð upp á
tað, sigur veteranurin hjá Mjølni, Marjun Kalsø
Mynd: SáH
17
16
Nr. 44 - 5. mars 2002
TB vann lættan sigur
á ÍF í nærum
fullsettari høll í
Trongisvági í seinasta
landskappingardystin
um í ár
FLOGBÓLTUR –
KVINNUR
Sveinur Tróndarson
TB gjørdi skjótt av í sein-
asta landskappingardyst-
inum í ár. Dysturin, sum
varð leiktur á heimavølli
móti ÍF, byrjaði klokkan 15
og vardi minni enn ein
tíma. Tá hevði TB tryggjað
sær ein greiðan 3-0 sigur
við settúrslitunum, sum
standa omanfyri.
Munurin var, sum tølini
geva greiðar ábendingar
um, sera stórur. TB hevði
eina greiða ætlan um, at
hesin dysturin skuldi vinn-
ast, og ta ætlanina hildu
meistararnir seg til. Onga
løtu fingu fuglfirðingar tíð
til at skipa seg á vøllinum,
og tí fingu tær ongantíð
veruliga fótin fyri seg.
– Eg veit ikki um tað
vóru teir nógvu áskoðar-
arnir í høllini, sum gjørdu
sítt, men tað kom ongantíð
spenningur í dystin, sigur
Virgar Djurhuus, venjari
hjá TB.
Hann leggur afturat, at
talan í roynd og veru var
um einvegis ferðslu í dyst-
inum, og at tað tí ongantíð
var nakar ivi um, hvørt
meistararnir fóru at vinna
dystin ella ikki.
Hesum gevur Rønn Eli-
asen, liðskipari hjá ÍF, hon-
um rætt í. Hon sigur, at
teirra spæl ongantíð hekk
saman, og at tað tí einki var
at siga til, at TB vann ein so
ruddiligan sigur.
– Hjá okkum riggaði
einki. Vit kiksaðu alt ov
nógvar servur og mót-
tøkuspælið var heilt einfalt
ikki nóg gott. Samstundis
fluttu vit okkum alt ov lítið
á vøllinum, og tí fekk TB
alt ov lætt spæl, sigur Rønn
Eliasen.
ÍF liðið hevði annars
gjørt sítt til, at fyrireika seg
til dystin so væl sum til ber.
Tær vóru farnar suður leyg-
arkvøldið fyri at vera til
dystin fús sunnudagin, og tí
er tað kanska eitt uppaftur
størri vónbrot, at dysturin
gekk so illa sum hann
gjørdi.
Úrslitið av dystinum á
Tvøroyri hevði við sær, at
TB bara tapti tann eina
dystin í hesum kappingar-
árinum. Tað var seinni dyst-
urin móti Mjølnir í grund-
spælinum, men tað úrslitið
fekk ongantíð nakra ávirk-
an á, hvør gjørdist Føroya-
meistari. Til tað var mun-
urin á TB og hinum liðun-
um ov stórur.
Nýggju Føroyameistar-
arnir hava nevniliga verið
eina tonn betri enn øll hini
liðini, og so hava tær afturat
tí, havt tað hepni, sum skal
til, tá tað leikliga ikki hevur
hingið so væl saman. Men
soleiðis gongur tað ofta hjá
teimum góðu liðunum, sum
hava styrkina til at upp-
søkja hepni.
Tey, sum sóu steypafinal-
una, vita, at talan veruliga
er um eitt gott lið, sum hev-
ur leikararnar, sum kunnu
avgera dystirnar, hvør í
sínum lagi.
Munurin í ár var kanska í
so stórur, og ein av orsøk-
unum kann vera, at hini lið-
ini hava havt ov stóra virð-
ing fyri TB. Ikki tí, at tær
ikki hava tað uppiborið,
men veruleikin er, at tær í
fleiri umførum eru slopnar
ov lætt. Hevði mótstøðulið-
ið tá dugað at sett ferðina
upp, kundi verið, at trýstið
á TB-liðið hevði havt við
sær størri ótryggleika mill-
um leikararnar.
Soleiðis verður ikki í ár,
tí TB hevur nú leikt sein-
asta dystin og tær kunnu –
av røttum – kalla seg Før-
oyameistarar. Hetta heitið
hava tær fult uppiborið, tí
samanumtikið hava tær
havt besta liðið í lands-
kappingini í ár. At tær so
eisini vunnu steypakapp-
ingina prógvar bara, at
einki av hinum liðunum
kom so mikið nær, at tað
kundi hótta leiklutin hjá TB
sum einaráðandi í føroysk-
um kvinnuflogbólti í løtuni.
Hjartaliga tillukku til TB
við FM-heitinum og við
greipuni ...
Sofus Laðanberg, for-
maður í TB, og Sverri
Midjord, næstfor-
maður í ÍSF, fegnað-
ust í røðum sínum
um, at TB nú aftur er
á ovastu rók í før-
oyskum ítróttarhøpi
FEGNIR TVØRAMENN
Sveinur Tróndarson
Tvørámenn
ganga
við
brattari bringu í hesum
døgum. Fyri fyrstu ferð
síðani TB vann Føroya-
meistaraheitið í fótbólti í
1987, hevur felagið vunnið
eitt steyp í bestu deildini í
eini ítróttargrein, og tað eru
tey errin um í býnum, sum
hevur so stoltar traditiónir í
ítróttarhøpi.
At gullið skuldi enda á
Tvøroyri í ár, kundi ikki
verið betri valt, tí júst í ár
eru liðin 110 ár síðani TB
varð stovnað og samstundis
eru liðin 20 ár síðani høllin
í Trongisvági varð tikin í
nýtslu.
Júst hetta nevndi næst-
formaðurin í ÍSF, Sverri
Midjord, sum samstundis
helst er kendasti ítróttar-
maður Tvøroyri nakrantíð
hevur átt. Hann segði, at
tað sum hendi var størsta
ítróttarhending síðani høll-
in var tikin í nýtslu.
– Tað er ein góð marker-
ing av, at tað eru 20 ár síð-
ani høllin alment varð tikin
í brúk.
Sverri vísti eisini á týdn-
ingin sum meistaraheitið –
og greipan – hevur fyri
býin. Allur býurin fegnast
um at tey eiga so virknan
ungdóm og at tey stuðla
ungdóminum í tí hann ger.
– Hesin stuðul ger tað
møguligt at røkka teimum
úrslitum tit hava rokkið í
dag og tí takka vit teimum
fyri.
Sverri nært eisini við, at
tað í ár eru liðin 110 ár síð-
ani TB varð stovnað. Í nógv
harrans ár snúði tað seg
bara um fótbólt, men
seinnu árini er flogbólturin
eisini lagdur afturat, og nú
næstan á 110 ára føðingar-
degnum – hann er tann 13.
mai – hátíðarheldur felagið,
at kvinnurnar eru vornar
meistarar.
– Tit hava við tykkara
bragdið í dag sett TB, og
harvið Tvøroyri, aftur á
ovastu
ítróttarligu
rók,
segði Sverri Midjord.
Sofus Laðanberg, for-
maður í TB, staðfesti, at tað
hava verið nógvar glæsilig-
ar løtur á Tvøroyri, men at
løtan, tá TB sunnudagin
gjørdist Føroyameistari í
flogbólti, var ein av teimum
stóru.
– Enn einaferð hava tit
sett Tvøroyri í Fokus. At
hesi úrslit eru fingin til
vega kemur av áhuga og
góðari leiðslu – øðrum fel-
øgum til fyrimyndar. Sum
formaður TB’s er tað mær
ein stórur heiður at heilsa
tykkum. Gullið er tykkara,
heiðurin er tykkara men
æruna eigur Tvøroyri, segði
ein errin Sofus Laðanberg,
formaður í TB.
Og hann hevur sanniliga
nakað at vera errin av. Sein-
asta árið hevur nevniliga
verið nakað heilt serligt fyri
TB. Eftir meira ella minni
at hava ligið í dvala í nógv
ár, vaknaði fótbóltsliðið við
aftur móti endanum av
kappingarárinum í fjør, og
tá avtornaði hevði liðið
vunnið aðru deild og harvið
rætt til at leika í bestu
deildini í ár.
Nú, bert hálvt ár seinni,
stendur formaðurin aftur
við pappíri í hondini og
heldur røðu, tí TB hevur
vunnið, og bara innan fyri
tvær vikur, hava flogbólts-
kvinnurnar vunnið steypa-
kapping og Føroyameist-
araheitið. Jú, tey hava
sanniliga nakað at fegnast
um á Tvøroyri ...
Høllin í Trongis-
vági var nær um
fullsett, tá besta
kvinnulið hjá TB í
flogbólti leikti sín
seinasta heimadyst.
Aftaná sigurin
fingu tvørákvinnur
steypið og heiðurs-
merkini og nógvar
lógvabrestir frá
teimum út við 400
áskoðarunum
FØROYAMEISTARA-
VEITSLA
Sveinur Tróndarson
Tað var ball á Tvøroyri
sunnudagin. Fyri fyrstu
ferð í Gud vitið hvussu
nógv ár, hevur TB vunn-
ið eitt meistaraheitið, og
tað skuldi markerast
sum tað sømir seg elsta
felagnum í landinum. At
tað samstundis er fyrstu
ferð, at flogbóltskvinn-
urnar hjá TB vinna eitt
meistaraheitið í eldru
deildunum
ger
bara
gleðina á Tvøroyri upp-
aftur størri.
Tað byrjaði longu á
middegi sunnudagin. Tá
bjóðaði TB leikarum –
bæði úr TB og ÍF-dóm-
arum, umboðum fyri
FBF, ÍSF og TB til
morgunmatar í kantin-
uni í høllini í Trongis-
vági. Her fingu øll høvi
til at fáa sær ein góðan
bita og at tosa um kapp-
ingarárið, sum nú er far-
ið aftur um, áðrenn farið
var undir allarseinasta
dystin hjá TB í hesum
kappingarárinum.
Eftir dystin, sum TB
jú vann ruddiliga við
trimum settum móti
ongum, bjóðaði TB øll-
um áskoðarunum, sum
vóru einir 400 í tali, til
landgangsbreyð og øl og
sodavatn frá Restorff
Bryggjarí.
– Har var øgiliga nógv
fólk. Vit hava havt sera
stóra undirtøku í ár og
hon er bara økt síðani vit
vunnu steypakapping-
ina, sigur Virgar Djur-
huus, venjari, sum sigur,
at TB seldi 220 atgongu-
merkir til dystin sunnu-
dagin.
Aftur
hesum
koma so børnini, sum
ikki rinda atgongugjald,
og hann heldur, at saml-
aða talið av áskoðarum
sunnudagin
mundi
liggja ímillum fýra og
fimm hundrað.
Sum vera man vórðu
nógvar
røður
hildar
meðan
breyðbitarnir,
ølirnar og sodavatnirnar
gliðu niðurum. Formað-
urin í Flogbóltssam-
bandi Føroya, Niclas
Joensen, handaði gull-
vinnarunum FM-steypið
og heiðursmerkir, sum
tekin um, at tær hava
vunnið landskappingina
í ár, og tá rómurin hevði
lagt seg, søgdu bæði for-
maðurin í TB og »the
grand old man« í ítrótt-
arlívinum á Tvøroyri,
nøkur orð um týdningin
av tí bragdið, sum TB-
leikararnir hava framt í
ár.
Tá henda hugnaliga
løta var liðug, og alt var
ruddað av aftur, bjóðaði
Tvøroyrar Býráð leikar-
um og venjarum til ein
døgverabita í høllini í
Trongisvági. Matarlepin
segði,
at
leikararnir
fingu oksakjøt við tí
sum her tilhoyrir, ís, vín
og konjakk.
Vit frætta av Tvøroyri
at sigursveitslan á Tvør-
oyri helt á til einaferð í
nátt.
Suðuroyggin
heiðraði TB
TB-ÍF 3-0 (25-12, 25-14, 25-18)
TB endaði árið við sigri
TB er aftur komið á rætta rók
TB fekk eisini ein sigur í seinasta dystinum, tá tær uttan stórvegis hóvasták vunnu trygt á ÍF
Mynd: Áki Bertholdsen
C
M
Y
K
16
Smyrilsvegur 2 Postboks 3100 FO-110 Tórshavn Faroe Islands
Tel (+298) 351220 Fax (+298) 351230 e-mail: lm@lm.fo www.lm.fo
NÝTT
TELEFONNUMMAR
frá 1. mars
NÝTT
TELEFONNUMMAR
frá 1. mars
TEL 35 12 20
TEL 35 12 20
35 12 30
35 12 30
nýggja faxnummarið er
ELECTRIC
PFLEIF MOHR
FROST
team85