Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 • týsdagur • 5. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Talvsøgan veit ikki um sovorðið Klaksvíkingar megnaðu ikki at vinna FM heitið, sum teir so at siga høvdu undir borðinum, og nú er fyri fyrstu ferð nakrantíð neyðugt við umdysti um FM fyri lið TALV Jóannes Hansen Talvfepurin hevur rættiliga fingið fastatøkur í býnum. Tað skrivaði Norðlýsið fríggjadagin sum upptakt til síðsta umfarið í lið- kappingini í talvi. Og tað var ikki so undarligt, at klaksvíkingar vóru rættu- liga spentir, tí teir tóktust hava beina kós ímóti FM heitinum. Síðsta umfarið í bestu deildini var á skránni leygardagin. Talan var um felags umfar, sum var telvað í Eysturskúlanum í Havnini. Klaksvíkar Talv- felag hevði dyst á skránni ímóti kollfirðingum, sum ikki hava staðið seg so væl í ár. Havnar Telvingarfelag og Vestmanna Talvfelag hava verið við í kappingini um heiðursmerkini. Tey telvaðu innanhýsis. Tað vil við øðrum orðum siga, at á pappírinum tókist upp- gávan hjá klaksvíkingum at vera hópin lættari, enn hon var hjá Vestmanna Talv- felag, sum var næstfremst og sum hevði møguleika at hótta klaksvíkingar. Men møguleikin var ikki mettur at vera serliga stórur. Á ítróttarsíðunum inni í blaðnum verður meira greitt frá dystunum. Her skulu vit bara staðfesta, at leygardagin varð ikki avgjørt, hvør er FM vinnari í liðkappingini í 2002. Vestmenningar telvaðu sum ongantíð áður og vunnu 3-1 á havnarmonnum, og koll- firðingar telvaðu, sum teir ikki hava gjørt fyrr í ár. Teir vunnu 2 1/2 – 1 1/2 á klaksvíkingum, sum tykjast so at siga hava telvað við hondbremsuni uppi. Klaksvíkar Talvfelag hevur alt árið verið fremst í liðkappingini, men nú er møguleiki fyri, at tað skal gangast, sum tað gjørdi í fjør. Tá vóru teir leingi á meistarakós, og teir høvdu telvað støðugt og trygt. Men so kiksaðu teir í lykla- dysti, og so struku havnar- menninir avstað við meist- araheitinum. Nú er møgu- leiki fyri, at Vestmanna Talvfelag skal fara avstað við gullinum. Hvør fer at vinna FM verður avgjørt leygardagin, tá Klaksvíkar Talvfelag og Vestmanna Talvfelag fara at telva um- dyst – ivaleyst verður tað í Havnini. Nýggj støða At tað er neyðugt við um- dysti um FM fyri lið er púra nýtt. Talvsamband Føroya varð stovnað í 1970. Tá varð beinanvegin farið undir liðkapping um FM. Tað hevur verið kappast á hvørjum ári, og tað hevur ongantíð áður verið neyð- ugt við umdysti. Er hetta nakað, sum er kent aðra staðni frá, spyrja vit Rana Nolsøe, sum um- framt at sita á øðrum borði hjá Klaksvíkar Talvfelag eisini er formaður í Talv- sambandi Føroya: – Eg veit ikki, um tað er komið fyri onkra staðni, men hetta er ikki vanligt. Tað er tað ikki, tí reglurnar leggja uppfyri sovorðnum støðum. Hvussu tá? – Hjá okkum siga reglur- nar, at tá tað stendur á jøvn- um, so eru dystarstigini avgerandi. Tað vil siga, at fyri hvønn vunnan dyst fær liðið tvey stig, eitt fyri javnan dyst og einki, tá liðið tapir. Men í hesum stendur eisini á jøvnum. Bæði KTF og VT hava 14 dystarstig. Aðra staðni er tað soleiðis, at aftan á dyst- arstig verður roknað við innanhýsis dystum, og um tað eisini stendur á jøvnum, so verður roknað við stig- um á fyrsta borði og so víðari. Men hetta verður ikki lagt uppfyri í okkara reglum, sum greitt siga, at umdystur skal til, tá tað stendur á jøvnum í stigum og dystarstigum. Cup dystur Í innanhýsis dystunum millum KTF og VT og KTF frammanfyri 4 1/2 – 3 1/2. Men Rani Nolsøe heldur ikki, at hetta kann takast sum ábending um, at KTF er favorittur í umdystinum leygardagin: – At vit eru javnir í stig- um boðar frá, at vit hava ikki staðið okkum so væl ímóti hinum liðunum, sum vestmenningar hava gjørt. Alt er opið. Talan er um eina orduliga cup finalu, har vinnarin fær alt, og har taparin fer at kenna tað, sum hann hevur mist alt. Meiri spennandi fær tað ikki verið, heldur Rani Nolsøe, ið ikki vil taka nakað frá kollfirðingum, sum telvaðu sera væl leyg- ardagin. Men hann ásannar samstundis, at tað er væl skiljandi, um onkur heldur, at klaksvíkingar telvaðu við hondbremsuni uppi, sum tað plagar at verða tikið til. – Í umdystinum vita bæði vestmenningar og vit, at tað ikki fer at bera til at vera afturhaldandi. Eg rokni við, at tað verður ein spennandi dystur, og eg vóni, at hann verður ein góð reklama fyri telving- ina. Telvararnir eru javnt góðir, og tað liðið, sum leygardagin hevur sinniliga yvirskotið, fer at vinna. Í gjár dugdi Rani Nolsøe ikki at siga, hvar umdystur- in verður, men Talvsam- bandið arbeiddi við at fyri- reika dystin soleiðis, at hann verður vinarligur hjá áskoðarunum. Spenningur- in er stórur, og tað kann væl hugsast, at viðhaldsfólk hjá bæði KTF og VT fara at fylgja við, umframt at talv- hugað fólk í høvuðsstað- num fara at hyggja at. Ímóti Royn var spurningurin bara, hvussu stórur sig- urin hjá vágamonn- um fór at verða LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Í Vágum tykjast teir vera avgjørdir í, at gongdin frá kappingarárinum í fjør ikki skal endurtakast í ár. Tá var lítið skil á undan summarfrítíðini, og endin var, at FSV flutti niður. Nú er gott skil á, og hugburðurin tykist vera so mikið góður, at FSV avgjørt fer at vera við til at seta dám á doppin í næstbestu deildini. Albert Ellefsen er venjari, og Jens Erik Rasmussen er hjálpar- venjari. Kvalifiseraðum spælarum er tað meira av, enn tað var í fjør, og sunnudagin vóru ábend- ingar um, at venjingar- støðan er væl betri, enn hon var hesa tíðina í fjør. Men í Vágum ætla teir at fáa meiri fólk: – Vit hava verið í sam- bandi við tveir spælarar úr Brasilia. Pappírsar- beiðið er ikki komið heilt upp á pláss enn, men tað er greitt, at hesir báðir koma at spæla fótbólt við FS Vágum. Jens Erik Rasmussen hevur spælt saman við øðrum teirra í Leiftri. Hann eitur Alex- ander des Silva og er miðvallarspælari í vinstru. Harafturat kemur ein álopsspælari. hann eitur Clayton, og eftirnavnið er tað sama, sum tað er hjá Pelé – de Nascomento. Tað er Albert Ellefsen, sum sigur okkum hetta. Hann sigur eisini, allir tríggir útlendingarnir, sum í fjør vóru í FS Vág- um, eru afturkomnir í ár. Tað vil við øðrum orðum siga, at í FS Vágum verða tað í ár fimm út- lendskir spælarar. Avgreiðslu- spurningur Sunnudagin spældi FS Vágar fyrsta innleiðandi dystin í kappingini um løgmanssteypið. Mót- støðuliðið var Royn úr 3. deild. Tað var ongantíð nakar spurningur um, hvat liðið skuldi halda fram í kapp- ingini. Heldur var spurn- ingurin, hvussu stórur sigurin hjá FS Vágum skuldi verða. Í steðginum vóru teir framman fyri 4-0, og í 2. hálvleiki noyddist Kim Mortensen í Royn málin- um aftur fýra ferðir í meskarnar. Á liðnum hjá FS Vágum vóru fleiri gamlir kenningar, sum ikki spældu við FSV í fjør. Her verður hugsað um Jens Erik Rasmus- sen, sum nú er komin aftur úr Leiftri, og um Bjarna Prior, sum er komin aftur úr B36. John Johansen varð so mikið illa skaddur tíðliga á árinum, at hann als ikki var við í landskappingini í fjør. FS Vágar-Royn 8–0 (4–0) 1–0: Jens Erik Rasmussen 7 2–0: Jens Erik Rasmussen br. 10 3–0: Birgir Joensen 17. 4–0: Kim Poulsen 23. 5–0: John Johansen 53. 6–0: Vladlen Osipov 84. 7–0: Ingi S. Joensen 87. 8–0: Bjarni Prior 89. FSV fær tveir úr Brasilia Niðurflytararnir úr FS Vágum gjørdu bart móti uppflytarunum úr Hvalba, tá tvey av nýggju liðunum í aðru deild hittust í steypakappingini Mynd: Edvard Liðini hjá Vestmanna og Klaksvikar Talvfelg mugu telva umdyst fyri at avgera FM. Hetta er ongan tíð hent áður í føroysku talvsøguni 15 14 Nr. 44 - 5. mars 2002 – Føroya løgting eigur at heita á donsku stjórnina um at brúka ein part av blokknið- urskurðinum til mentanarlig samstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark. Hetta skjýtur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum upp, nú tingið viðger niðurskurð av blokk- inum BLOKKNIÐUR- SKURÐUR Jan Müller Nú landsstýrið eftir øllum at døma fer at skerja blokkin við fleiri hundrað milliónum heldur Jóannes Eidesgaard spurningin vera um í hvønn mun man kann bjarga nøkrum tingum aftur. Danska stjórnin kann sjálvandi einki annað gera enn at taka eina avgerð hjá løgtinginum um niðurskurð til eftirtektar. Men formaður Javnaðar- floksins heldur, at tingið eigur at hyggja at, hvussu íslendingar og danir bóru seg at í 1918, tá blokkurin úr Danmark varð tikin av. Tá varð avtalað at halda fram í einum ávísum bú- skaparligum samstarvi, har grunnar vórðu settir á stovn, sum skuldu hava sama avkast sum blokk- stuðulin. Tvs. at man í veruleikanum kapitaliser- aði hann. Ein grunnur var »Dansk Islandsk Fond«, sum Universitetið í Keyp- mannahavn umsat og sum var uppá eina millión, með- an hin grunnurin, tann sokallaði »Sáttmálagrunn- urin«, sum Universitetið í Reykjavík, umsat, eisini uppá eina mill. kr. Enda- málið við hesum pengum var, at teir skuldu latast til mentamál, og at man skuldi styrkja tað mentanarliga sambandið millum Ísland og Danmark. Danir vilja samstarv Jóannes Eidesgaard vísir á, at nú tað ikki minst frá danskari síðu verður tosað so nógv um, hvussu stóran dent teir leggja á ríkisfel- agsskapin, so kundi man kanska gjørt tað meira ítøkiligt, hvat tað er fyri ein prís man setur uppá ríkis- felagsskapin, nevniliga við at byggja upp nakað av samstarvi í ríkinum. Við hesum sipar formaður Javnaðarfloksins til ein meira konstruktivan form fyri samstarvi, har man t.d. eins og í Islandi í 1918 stovnar tveir grunnar. Av teimum 366 mill. kr., sum landsstýrið so fegið vil sleppa av við, koyrir man umleið 10% ella einar 40 mill. kr. í tveir grunnar. Annar grunnurin kundi ver- ið til mentanarligt samstarv millum allar partar av ríkin- um, tvs. har Grønland eisini er við. At man roynir at stuðla mentanarligum til- tøkum í ríkisfelagsskapum. Hin grunnurin kundi so verið til gransking í ríkis- felagskapinum, tvs. gransk- ing av ymiskum slag mill- um hesum trý londini. – Tað kundi kanska ging- ið uppá, at man ikki bara kannaði, hvat er felags í ríkisfelagsskapinum, men eisini tað, sum vit ikki eru felags um. Hvørjir eru ójavnarnir, hvørji eru ser- eyðkennini og hvør er identiteturin hjá hesum trimum londunum í ríkis- felagsskapinum. Eg trúgvi, at man lættliga kundi fingið nógvar granskarar við uppá at arbeitt við hesum. Vit hava tosað um, at vit hava verið fyri so stórari mentanarligari ávirkan serstakliga frá Danmark, men tað eru nógvar mytur rundan um tað, sum ongantíð eru stað- festar. Kanska man kundi sett granskarar at kanna, hvar tað veruliga brýtur av millum føroyska, danska og grønlendska mentan. Tað ítøkiliga síggja vit sjálvandi í málinum, men tað er eisini á nógvum øðrum økjum. Styrkja samleika Jóannes Eidesgaard heldur eisini granskingin eigur at fáa gagn av hesum. Hon fær sum er ótrúliga nógv vælmeinandi orð, men tað hon hevur brúk fyri er pengar. Trupulleikin í tí samstarvi, sum er millum universitetini í ríkisfelags- skapinum er tann, at tey hava ikki ráð til at skifta um lærarar og studentar í nóg stóran mun. Hevði hetta borið betri til hevði tað kunnað styrkt nógv um samleikakensluna hjá hvørjum einstøkum landi men eisini kensluna av, at vit eru í einum felagsskapi. Fjølmiðlamenning Jóannes Eidesgaard leggur aftrat, at tað orðaskiftið, sum hevur verið um týdn- ingin og umstøðurnar hjá føroyskum fjølmiðlum er eisini nakað, sum kundi verið tikið við í slíkum høpi. – Tað er einki í vegin fyri, at man kundi gjørt eina endamálsorðing fyri slíkan grunn, sum er so mikið breið, at man eisini lat upp fyri endurbúgving av t.d. starvsfólki í fjøl- miðlaheiminum. Trupul- leikin við okkara embætis- verki, journalistum o.ø. er oftani, at vit koma frá ein- um donskum útbúgvingar- stovni heim uttan at hava nakrar royndir og vit verða verandi her. Isolerað. Og har vit fáa ov lítið av neyð- ugu impulsunum frá heim- inum uttanfyri. Tí átti man at havt eina víðkaða útvekslingskipan, soleiðis at t.d. ein journalistur í føroyska sjónvarpinum fekk farloyvi í eitt hálvt ár fyri at kunna arbeiða í tí grønlendska sjónvarpinum og øvugt sigur hann og heldur fram: – Kann man finna eina orðing, sum sigur, at man skal styrkja identitetin, samleikan hjá teimum ein- støku londunum í ríkisfel- agsskapinum, so er væl alt, sum talar fyri í hesum fjøl- miðlatíðum eini fjølmiðla- útbúgving í Føroyum við tí uppgávu, sum fjølmiðlar hava í tí demokratiska sam- felagnum, og sum er við til at styrkja henda samleika. Jóannes Eidesgaard heldur tí, at umrøddu grunnar veruliga kundu gjørt nakað gott fyri allar partar í ríkin- um. Hann vil tó ikki siga júst, hvat teir eiga at taka sær av men hetta eru so bara nøkur hugskot. Danir heslt positivir – Eg eri serstakliga spentur at hoyra reaktiónirnar frá donskum politikarum til eitt slíkt hugskot. Tí nú hava teir allir kropp á kroppi tosað nógv um, hvussu stóran prís teir sera á ríkisfelagsskapin. Hvat nú um vit taka teir á orði og fara inn og veruliga gera nakað fyri henda felags- skapin. Sjálvt um hetta eru pengar, sum føroyingar ynskja skornar burtur av blokkinum, at man eisini letur hetta fevna um allan ríkisfelagsskapin, tvs. eis- ini grønlendingar. Tað hevði givið tí eina heilt aðra dimensión. Fer at tosa við Lars Emil Jóannes Eidesgaard ætlar sær í hesum viðfangi, at taka málið upp við Lars Emil Johansen, fólkatings- mann, sum kemur til Før- oya í næstum. – Eg havi longu avtalað fund við Lars Emil mánadagin, har vit skulu práta um teir trupul- leikar, sum hava verið við samtarvinum. Har verður so høvi at vita, hvønn áhuga hann hevur fyri slík- um uppskoti. Kunnu vit fáa hann at taka undir við tí, so fær hetta hugskotið eina heilt aðra styrki enn bert um ein partur av føroyskum politikarum tekur undir við tí. Blokkniðurskurður í grunn til mentanarligt samstarv í ríkinum Jóannes Eides- gaard, formaður Javnaðarfloksins: – Tvíheldur sam- gongan um blokk- niðurskurð skjóti eg upp, at stovn- aðir verða grunnar til at stuðla mentanarligum samstarvi millum Føroyar, Grønland og Danmark, og at 40 mill. kr. av blokkniðurskurð- inum fara til hetta endamálið Samstundis sum framstandandi bú- skaparfrøðingar og fólk í peningaverð- ini og vinnulívin- um ávara um útlit- ini í samfelagnum fer samgongan undir at skerja 366 mill. kr. av blokk- inum, og hetta er ábyrgdarleyst held- ur formaður í størsta andstøðu- flokkinum BLOKKNIÐUR- SKURÐUR Jan Müller Í gjár hevði løgtingið 1. viðgerð av uppskoti frá landsstýrinum um at skerja blokkin úr Dan- mark við 366 mill. kr. í hesum árinum. Tvs. at blokkstuðulin fer frá knappari einari milliard niður á 615 mill. kr. Málið hevur verið við- gjørt á fólkatingi og liggur í løtuni í fíggjar- nevndini. Teir bíða so at avgeiða málið til løg- tingið hevur tikið enda- liga støðu til niðurskurð- in. Danska fíggjarlógin verður ikki endaliga samtykt fyrr enn m.a. hetta málið er komið uppá pláss. Tvs. at triðja viðgerð av donsku fíggj- arlógini bíðar eftir, at hetta er fingið uppá pláss. Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloks- ins, sum skuldi vera framsøgumaður floksins undir viðgerðini í gjár, sigur við Sosialin, at Javnaðarflokkurin fer sjálvandi at gera alt hann er mentur til fyri at sannføra landsstýris- flokkarnar um, at ein so stór skerjing av blokkin- um nú kann fáa álvars- ligar avleiðingar fyri samfelagið. – Hyggja vit at støð- uni í vinnuni í løtuni og eftir framtíðar útlitinum, so sær tað ikki ov gott út. Framstandandi bú- skaparfrøðingar og fólk í peningaverðini hava verið frammi og ávarað móti gongdini. Eitt nú hoyrdu vit stjóran í Før- oya Banka í grein í Dimmalætting gera vart við, at gulltíðin er liðug. Og hetta er so eisini í tráð við tað, sum hendir í løtuni í alingini, í rækjuflotanum, í svart- kjaftavinnuni, við toska- prísinum, við saltfiskin- um, og oljan, sum summi hava sett so stórt álit til, er enn stór óvissa um. So her eru nakað, sum kann benda á, at tann stóra vakstrartíðin er av. Tí vil eg spyrja, um tað ikki er óða- mannaverk at gera henda stóra niðurskurð- in. Formaður Javnaðar- floksins ber ótta fyri, at hóast hesar ávaringar frá fleiri síðum, so fer landsstýrið helst at koyra málið í gjøgnum, tí tað skal vera krúnan á verkinum av teirra sjálv- stýrispolitikki í fýra ár. Nú rættiligt rok er í samgonguni og stevið er farið heldur Jóannes Eidesgaard, at tað hevði verið kærkomið um onkur í flokkunum rætt og slætt meldaði frá – tók sín stuðul til hetta uppskotið aftur. – Tað hevði verið ynskiligt, men eg ivist í tí. Tó at man kann hava illgruna um tað, tá Fólkaflokkur- in spælir út við 80 mill. kr. í skattalætta og teir eru við at bróta seg sundur við at fáa an- leggslógina fram um tunnil undir Lorvíks- fjørð, sum er ein íløga uppá einar 400 mill. kr. Menninir tykjast arbeiða sum um at inntøkurnar og vøksturin fer at halda fram. Og tað beri eg ótta fyri verður ikki so. Tí mælir formaðurin í tí størsta andstøðuflokk- inum á tingi til, at sam- gongan broytir støðu. Sjálvur er hann sann- førdur um, at veljarin fer at revsa samgonguna fyri hetta uppskotið. – Okkara uppgáva til valið verður at siga veljarun- um frá avleiðingunum. Vit hava stórar trupul- leikar í okkara vælferð- arsamfelag, serliga á heilsuøkinum, har tað eru pengar, sum mangla. Á røktarheimsøkinum er einki gjørt í fýra ár. Tað sær út til, at henda sam- gongan nú roynir at borðreiða soleiðis, at ein komandi samgonga skal fáa tað trupult. Teir taka tað fíggjarliga grundar- lagið undan henni. Tað fer at gera tað sera trup- ult hjá eini nýggjari samgongu at fáa rættað uppá ta skeivu kósina, sum hevur verið í okkara vælferðarskipan. Blokkniðurskurður álvarsligar fylgjur C M Y K 14