Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 44 - 5. mars 2002 Nr. 44 - 5. mars 2002 13 Góða gongdin í føroy- ska samfelagnum og búskapinum verður avspeglað í tí, at Før- oya Sparikassi mána- dagin kundi vísa á sítt besta úrslit nakran- tíð. Føroya Sparikassi tekur í dag munandi størri lut í vinnulívs- fígging enn undanfar- in ár. Eisini nógvu ómaksgjøldini hava givið eitt gott íkast til ársúrslitið, sum eisini vísta ein minkandi solvens ÁRSROKNSKAPUR Heri á Rògvi Tað kostaði 104 mió kr. at reka Føroya Sparikassa í 2001. Mánamorgunin var Føroya Sparikassi eisini til reiðar við sínum ársrokn- skapi fyri 2001, stutt eftir, at Føroya Banki hevði al- mannakunggjørt sín árs- roknskap fyri 2001. Eins og við Føroya Banka vísti árs- roknskapurin hjá Føroya Sparikassa ein sera gott úr- slit, ið Marner Jacobsen, forstjóri, kallar fyri tað besta úrslitið hjá Føroya Sparikassa nakrantíð. Árs- roknskapurin skal bert góð- kennast av aðalfundinum hjá Føroya Sparikassa, og hetta verður mest sannlíkt bert ein avgreiðsluspurn- ingur. Samfelagsgongdin verð- ur avspeglað ársroknskapi- num hjá Sparikassanum. Ein roknskapur, sum vísir eitt árslit áljóðandi 73, 829 mió kr., áðrenn skatt. Eftir at skatturin er goldin eru 58,526 ´mió kr. eftir á nið- astu linju. Meira vinnulív Sum heild er munandi øðr- vísi lesnaður at lesa henda seinasta roknskapin hjá Føroya Sparikassa í mun til teir roknskapir, ið føroyski bankaheimurin hevur víst á áður. Tað gongur sera væl í føroyska samfelagnum við góðum og høgum fiskaprís- um, stórari tilflyting um- framt tí stóra hákonjukturi, ið vit njóta væl av. Føroya Sparikassa hevði undir kreppuni rættiliga góð úrslit á vísa á, í mun til aðrar peningastovnar í landinum. Orsøkin til hetta var fyrst og fremst, at Før- oya Sparikassin nýtti skyn- saman politikk á útlánun- um, og Sparikassin lánti so at siga bert út við fyrsta veðrætti, og hetta gav Sparikassanum ein sera stóran fyrimun. Síðani er Føroya Sparikassi eisini komin undir bankalógina og verður eisini umlagdur til partafelag í næstum. Hetta sæst eisini fyri ein part aftur í virkseminum hjá Føroya Sparikassa fyri 2001. Grunnar hjá Føroya Sparikassa eru vorðnir strikaðir, men hesir venda eftir øllum at døma aftur, tá umleggingin til partafelag er liðug. –Føroya Sparikassi er vorðin meira kommersiel- lur, og hetta hava vit eisini merkt, men vit koma fram- vegis at føra sama politikk, sigur Marner Jacobsen, for- stjóri. Lánini til vinnulívið vuksu munandi í farna árið hjá Føroya Sparikassa. Vinnulánini mynda 35,2% av teimum góðu 3,5 milli- ardunum, ið Føroya Spari- kassin kann bókað undir út- lán. Teir privatu kundarnir mynda framvegis 65,1% av útlánunum hjá Føroya Sparikassa. Talið av privat- um lánum er eisini voksið, men nógvu vinnulívslánini, einamest til alivinnuna, hava givið ein rættiliga markantan vøkstur. Marner Jacobsen legði áherðslu á, at Sparikassin framnvegis hevur álit á alivinnuni, hó- ast gongdin seinastu tíðina ikki júst hevur verið tann besta. Av øðrum tølum kunnu nevnast, at Føroya Spari- kassi eigur eina ogn áljóð- andi 4,94 mia, ið er ein stórur vøkstur upp á yvir 600 mió. Vinningurin fyri hvørja útreiðslukrónu gjør- dist 1,58. Føroya Banki kundi sama tíðarskeið vís a á ein vinning upp á 2,55 kr. fyri hvørja kostnaðarkrónu. Gjaldføri Sparikassans var við árslok 934 mió. kr. móti 930 mió. kr. í 2000. Hetta er væl omanfyri lógarkrav- ið. Eisini solvensurin hjá Føroya Sparikassa er væl omanfyri solvenskravið, ið danska fíggjareftirlitið set- ur. Solvensurin hjá Spari- kassanum minkaði tó frá 29,6% til 24,1%. Hetta skyldast, at Sparikassin nú skal taka hædd fyri fleiri risikoum enn áður. Eitt annað áhugavert er, at inntøkurnar frá ómaks- gjøldum eru voksnar við fýra milliónum til góðar 12 mió. Hetta við ómaksgjøld- um er nakað, ið kundarnir skulu venja seg við, men Sparikassin hevur sam- stundis lagt seg eftir at bjóða ókeypis tænastir við heimagreiðslu og øðrum, og Sparikassin hevur eisini lagt til merkis, at fólk nýta meira og meira hetta slagið av tænastum. Roknað verður við, at gongdin hjá Føroya Spari- kassa heldur fram. Stjórar- nir í Sparikassanum, Mar- ner Jacobsen og Bjarni Ol- sen, roknað við einum enn betri úrslitið fyri 2002. Samfelagsgongdin avspeglað í Sparikassanum Tað eru góðir dagar hjá Marner Jacobsen og Bjarna Olsen. Teir kunnu vísa á teirra besta úrslit nakrantíð. Mynd: Jens Kr. Vang Munandi størri partur av útlánunum hjá Føroya Sparikassa vórðu í 2001 latin til vinnulívið enn undanfarin ár. Mynd: Jens Kr. Vang Í samband við Altjóða Kvinnubønardagin seinasta fríggjadag varð skipað fyri tvør- kirkjuligum tiltaki í K.F.U.M & K. í Klaksvik TILTAK Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík, Sosialurin: Endamálið við degnum var at savna kvinnur til bøn, eins væl og peningur varð savnaður inn til vælgerandi endamál. Altjóða Kvinnubønar- dagurin er eitt afturvend- andi tiltak her á landinum, og í ár vóru 20 ár liðin, síð- ani hann fyrstu ferð varð hildin í Klaksvík. Góð uppmøting Eini 30 kvinnur vóru við til tiltakið í ár, og vóru hetta kvinnur í øllum aldri og frá ymsum trúarbólkum. Hesar kvinnur bóðu sam- an, sungu saman og fingu eisini ein góðan kaffimunn saman. Á sjálvum tiltakinum varð peningur savnaður inn til vælgerandi endamál, hesuferð til hjálp í Rume- nia. Absalon Matras hevur gjørt fleiri túrar til Rume- nia, har hann hevur býtt klæðir út millum tey fátæku, og helt hann ein fyrilestur um hesar túrar. Frá fyrireikarunum frætta vit, at stórur áhugi var fyri hesum fyrilestri, og tá tiltakið var komið at enda, vóru um 2000 krónur savnaðar inn til endamálið. Tvørkirkuligt tiltak Altjóða Kvinnubønardag- urin er eitt altjóða, tvør- kirkjuligt tiltak, hvørs endamál er at savna kvinn- ur til bøn fyr teim fátøku kring allan heimin. Evnið hendan dagin var »Verið Sátt«, sum er tikið úr einum versi í Bíbliuni. Altjóða Kvinnubønardagur í Klaksvík – Tað var ein sera djarvur flogskipari á tyrluni. Tað slitnaði fyrru ferð, tá tyrlan royndi at hiva pump- ur umborð. Hevði tað ikki eydnast aðru ferð, høvdu vit mist bátin, sigur Magnus Andreasen, skipari á Havnatindi ÓHAPP Solby A. Eliasen Klaksvík, Sosialurin: Klokkan hálvgum níggju sunnumorgunin fekk út- róðrarbáturin Havnatindur ein sjógv. Skaðin var stórur, tí sjógvurin stóð upp á hálva maskinuna og hálva last. Magnus Andreassen, skipari, sigur, at teir vóru staddir átta fjórðingar úr Kalli og Rivtanga, tá teir fingu ein stóran sjógv. – Vit høvdu júst gjørt av at fara til hús, tá tað hendi, sigur hann. – Alt dekkið fleyt í sjógvi, bæði pumpurnar og dynamoin vóru undir. Hurðarnar í maskinrúm- inum og skúrðinum fóru afturvið. Tað var helst høv- uðsorsøkin til, at so nógvur sjógvur kom í bátin, greiðir Magnus frá. Teir boðaðu Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, og Tjaldrið kom á staðið. Tyrl- an kom og skuldi hiva pumpur umborð, tí mennin- ir máttu oysa við hond. – Tað var ein sera djarvur pilotur á tyrluni, tí at um- støðurnar at hiva vóru alt annað enn góðar. Tað slitn- aði fyrru ferð, og hevði tað ikki eydnast aðru ferð, so høvdu vit mist bátin, sigur Magnus Andreasen. – Vit kempaðu allir trígg- ir fyri at halda bátinum flót- andi, og tíbetur eydnaðist tað. Menninir vóru verandi umborð á Havnatindi alla- tíðina, og um sjey tíðina sunnukvøldið kom Tjaldrið inn á Klaksvík við Havna- tindi. Ein sera dramatisk hending, sum tó hevði ein góðan enda. Havnatindur liggur nú á beding í Klaksvík. Tyrlan bjargaði bátinum Um 30 kvinnur í øllum aldri vóru savnaðar til bøn hendan dagin í K.F.U.M & K í Klaksvík Kvinnur úr ymsum trúarbólkum skipaðu fyri degnum Gentur úr Betesda og Soli Deo Gloria framførdu sangir, um- framt at Absalon Matras helt ein fyrilestur um hansara túrar til Rumenia C M Y K 13 12