mikudagur 16. mars 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Elduvík: Eitt av teimum støðunum
sum merkti til avleiðingarnar
av seinna veraldarbardaga var
Klaksvík.
Hjá nógvum familjum vóru
hetta ringar tíðir og ein tíð merkt
av ótta. Tí vóru ikki onnur ráð at
taka hjá mongum, enn at senda
børn síni av bygdini, - burtur í eitt
meiri trygt stað.
Eitt av hesum støðum var
Elduvík.
– Ja, eg kom higar í 1941, og
tá vóru nógv onnur børn her,
millum annað fleiri úr Klaksvík,
greiðir Malvinus frá.
Hann kom her at búgva hjá
ommu og abba sínum, og her
treivst hann so mikið væl, at
hann ofta vitjaði í Elduvík eftir
krígslok.
At hann so gjørdist elduvík-
ing ur kom av, at hann fyrst søkti
og síðani fekk eitt festi í hesi
bygdini, sum hevði verið honum
so kær í barnaárunum.
– Og nú eri eg 79, og trívist
fram vegis væl í Elduvík, sigur
hann við einum brosi.
Minkar
Øll hesi árini hevur Malvinus
Reyná sæð, hvussu fólkatalið í
Elduvík er hækkað, fyri síðani at
lækka og lækka uppaftur meiri.
Hinvegin vóru tað tíðir, tá
nógv fólk búði her, barnatalið var
rimiliga stórt, skúli var í bygdini
og fólk trivust. Men í dag er
støðan ein heilt onnur.
- Tað er harmiligt at síggja,
hvussu bygdin minkar. Tað sær
ikki mætari út, enn at bygdin er
við at doyggja út, tíverri, sigur
hann harmur á málinum.
Sjálvur fær hann gerandisdag
sín at ganga heima við hús,
saman
við
konuni
Johannu
og frítíðarítrivi sínum, serliga
seyðinum.
- Hetta er ein sera vøkur bygd,
serliga um summarið, slær hann
fast.
snorri@sosialurin.fo
BYGDALÍV Tað lá neyvan í huganum á tí unga klaksvík
ingin um, Malvinusi Johannesen at hann skuldi finna sær
konu av Eiði, gerast elduvíkingur og seinni fáa sær eitt
lokalt eftirnavn. – Men soleiðis er lívið bara, sigur 79
ára gamli Malvinus, nú við eftirnavninum Reyná.
Eitt lív á byg
VITJAN
Tað er ikki fyrrenn í nýggjari tíð, at koyrandi varð millum Funningsfjørð og Elduvík. Vegurin varð
asfalteraður í 1978, í samband við eina drotningavitjan. – Eg frætti um hetta, og ringdi beinanvegin
til Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðing og segði honum, at vit máttu leggja asfalt á vegin áðrenn
drotningin kom higar. Og tá hon so kom, koyrdi hon eftir asfalteraðum vegi, sum hevur hildið
síðani, sigur Malvinus Reyná, sum m.a. hevur arbeitt á Skála Skipasmiðju. – Tað var bara eitt
eygablikk at koyra hagar, serliga eftir at vit fingu tann asfalteraða vegin, sigur hann