mikudagur 16. mars 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32
Sosialurin
Oyggjablaðið
gd
Reyná
Hyggur tú í telefonbókina sæst, at Malvinus Reyná býr
Undir Reyni 8 í Elduvík. Orsøkina til navnið fær hann
staðfest hvørja ferð, hann fer út gjøgnum høvuðsdyrnar,
tí omanfyri sethús hansara, uttast í bygdini er landslagið
merkt av hesum. Sjálvt eftirnavnið kemur av lítlu ánni,
ið rennur beint við sethús hansara.
SEYÐURIN
Eitt av stóru áhugamálunum hjá Malvinusi er seyðurin, sum
gongur í túninum og sum trúfast bíðar eftir hirða sínum. Hann
fekk í síni tíð eitt festi í Elduvík, og sum hann í dag hevur saman við
soninum Poul Jóhannes. – Hetta dámar mær sera væl, sigur hann