mikudagur 16. mars 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32
22
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Funningsfjørður: – Vit vildu
gjarna hugsa stórt. Tí valdu vit
hetta navnið, sigur Ingolf.
Í stóru framleiðsluhøllini er
Ingolf í holt við eina av dag sins
uppgávum við longu og fram
komnu plattamaskinuna.
Framleiðslan er einføld: Í einum
enda verða klossarnir skornir til.
Seinni verða fjalarnar savnaðar
saman. Og fá sekund seinni rullar
ein nýggjur plattur út, til reiðar til
føroyska marknaðin.
Soleiðis gongur tað dag frá degi,
og soleiðis hevur tað gjørt sein
astu 15 árini. Tað er kortini tvey
sjáldsom viðurskifti við Atlants
hav:
Teir kunnu framleiða einar
300 plattar um tíman. Og teir
útflyta eisini nakað av plattum til
Grønlands og Íslands. Men kortini
er hetta ikki eitt virki ið ein hoyrir
um dag og dagliga.
Líkt er til, at teimum dámar
betur at arbeiða enn at reypa.
Og tað sæst eisini aftur í teimum
tús undtals plattunum sum verða
fram leiddir her hvønn einasta
dag.
– Vit selja mest til Føroyar, men
tað hevði verið spennandi um ein
kundi útflutt eitt sindur aftrat,
sigur Ingolf Rasmussen.
Í smáum
Plattavirkið í Funningsfirði byrjaði
framleiðsluna fyri 15 árum síðani.
Og síðani tá hevur virksemið bara
vundið meiri og meiri uppá seg.
– Vit byrjaðu í smáum tá, og
tann fyrsti kundin hjá okkum
var í roynd og veru Bakkafrost á
Glyvrum, sigur Ingolf, sum hevur
verið á virkinum frá fyrsta degi.
Tá vóru ikki somu umstøður
ella sama útgerð sum í dag, nú
virk ið er dagført á tí tøkniliga
økinum.
– Nei, tað var munur á. Tá varð
alt gjørt við handamegi og hamara
í teirri gomlu høllini, minnist
Ingolf aftur á. – Men eg tori at siga,
at vit longu frá fyrsta degi trúðu
uppá hetta prosjektið.
Umstøðurnar tá, forðaðu teim
um kortini ikki í at fremja arbeiðið
sítt til fulnar: Teir fyrstu 200
plattarnir vórðu framleiddir eftir
einum samdøgri. Og soleiðis helt
tað bara fram
– So tú skilir, at tað gekk ikki so
skjótt sum nú, nú, ið vit kunnu
framleiða meiri enn hetta eftir
bert einum tíma.
So kom trukkurin
Sohvørt sum framleiðslan gekk
framá, gjørdist somuleiðis greitt,
at arbeiðsgongdin á virkinum
mátti broytast og nútíðargerast.
Í fyrstuni varð alt gjørt og alt
lyft við hond, tí eingin trukkur var
á virkinum. Seinni kom so fyrst
ein automatisk luftpistól sum
lætti nógv um framleiðsluna, og
so við og við mentist framleiðslan
til tað sum hon er í dag.
– So kom trukkurin og síðani
ein minni maskina enn tann, sum
vit hava í dag. Og at enda fingu vit
hesa maskinuna og sum er sera
effektiv, greiðir Ingolf frá.
– Henda maskinan bleiv so til
tað endaliga prosjektið. Og í dag
hevði tað ikki borið til uttan hana.
50 metrar maskina
At ein stórur partur av fram
leiðsluni at byrja við varð gjørdur
við mannahond, førdi aftur við
sær, at tað vóru fleiri fólk í arbeiði
tá, enn tað er nú.
Eftirspurningurin
vaks,
og
hóast teir vóru fleiri til arbeiðis,
var neyðugt við nógvum eyka
tímum fyri at halda mát við eftir
spurningin.
Stjórin í fyritøkuni, John Kjeld
fór tí fyri nøkrum árum síðani
eina ferð niður í Europa at kanna,
hvussu teir gjørdu aðrastaðni.
Eitt úrslit av hesi ferðini var
keypið av teirri heilautomatisku
og 50 metrar langu maskinuni,
sum í dag stendur á virkinum í
Funningsfirði.
– Hon er so effektiv, at vit eru
bert tveir mans ið arbeiða við
henni – eg sjálvur og Eddie, sum
eisini hevur verið her øll árini,
greiðir Ingolf frá.
snorri@sosialurin.fo
FØROYSK FRAMLEIÐSLA – Tað er stórur munur á, hvussu nógv vit kunnu framleiða í dag,
í mun til tá vit byrjaðu fyri 15 árum síðani. At byrja við framleiddu við bert 200 plattar
um dagin, sigur Ingolf Rasmussen, driftsleiðari á Atlantshav í Funningsfirði. Nógv er
broytt síðani tá. – Í dag kunnu vit framleiða 300 plattar - um tíman, vísir hann á.
Frá 200
til 2000
plattar
um dagin
Allur tann føroyski
fiska útflutningurin fer av
land inum á einum av okk ara
plattum