mikudagur 16. mars 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32
Sosialurin
Oyggjablaðið
Alt
landið
Tann ið koyrir oman á havnar
lagið í Funningsfirði, kann ikki
umganga at síggja teir nógvu
plattarnar ið standa á økinum.
Við fyrsta eygnakast líkjast
teir allir, men um ein hyggur
betri eftir, sær ein at teir eru
ymiskir í tjúkd og stødd – í
roynd og veru er talan um sjey
ymisk sløg. Hetta er gjørt fyri
at teir kunnu lúka tær ymisku
treytirnar ið teir ymisku
kundarnir seta.
Fyrsta fyritøkan sum keypti
plattar frá Atlantshav var
Bakkafrost á Glyvrum. Síðani
hava flakavirki kring landið
keypt sínar plattar higani, og
nú aftur alivinnan ið hevur
verið í menning.
– Tað er faktist so, at allur
tann føroyski fiskaút flutn ing
urin fer av landinum á einum
av okkara plattum, sigur Ingolf
Rasmussen, driftsleiðari. – Her
er bæði talan um útflutning
av saltfiski, alifiski ella til
frystum fiski.
ÚR AT GERA
Teir báðir á Atlantshavn – vinstrumegin Eddie Mikkelsen og Ingolf Rasmussen
– hava framleitt túsundtals og aftur túsundtals plattar tey seinastu 15 árini.
Her standa teir við einum teirra, ið varð framleiddur mikudagin í farnu viku
HEILAUTOMATISK
Nýggja framleiðslumaskinan hjá Atlantshav kann
framleiða 300 plattar um tíman. Bert tveir mans tørvast
til framleiðsluna. – Hon er sera effektiv, sigur Ingolf
Rasmussen, sum her fyllir fjalar í eitt av magasinunum