Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 24 Sosialurin Oyggjablaðið Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Funningsfjørður: Tað er farið at nærkast fríkorteri í skúlanum. Klokkan er skjótt hálvgum tíggju, og tá síggja næmingarnir fram til eina fríløtu. Í dag er veðrið soleiðis háttað, at teir velja heldur at halda seg innanveggja, nú bæði kavi og kuldi merkja veðurlíkindini. Rebekka, sum gongur í 7. flokki, hevur longu fyrireikað seg til fríkorterið í dag: Nakrar minuttir áðrenn fríkorterið byrjaði, tók hon blokkin fram. Nú var tíð at gera ta einu tekn­ ing ina lidna, ið hon var byrjað uppá nakað frammanundan. Tað er skilligt fyri bæði næm­ ingar og lærarar, at hon hevur serlig evni at tekna og at skriva. – Eg havi teknað síðani eg var lítil, kemur tað stillisliga frá Rebekku. Týðiligt er at síggja, at hon kann koma langt við hesum evn­ um sínum, um hon bara heldur á í framtíðini. Rokning OK Skúlin í Funningsfirði er býttur í tvey, kann ein siga. Í einum høli sita tveir av næm ­ ing unum, sum ganga í 3. flokki, og í einum øðrum høli sita næm­ ingarnir í 6. og 7. flokki saman. Tørvur teirra er ymiskur, men teir tríggir lærararnir – Emil Ja­ cobsen, Dánjal Vang og Sigrid Vang – duga at geva tí einstaka næmingunum júst tað, sum hesin hevur fyri neyðini, til tess at røkka setninginum fyri dagin. Rebekku dámar væl at ganga í skúla, hóast tað ikki altíð er so hugaligt at skula tíðliga upp hvønn einasta morgun. Serliga ikki ein so kaldan morgun sum henda. Hinvegin er líkt til, at tá hon er komin inn um skúlans gátt, eru tað tær ávísu lærugreinarnar sum hava hennara stóra áhuga. Sum hon sjálv tekur til: ­ Rokn­ ing er OK, meðan danskt og føroyskt er fínt. – Men ítrótt, ­ tað dámar mær als ikki, slær hon rimmarfast. Hon er kortini noydd at fylgja við hinum næmingunum, tá teir hvønn týsdag fara út á Strendur til annaðhvørt ítrótt ella svimjing. – Ja, tað er bara so. Har er ikki nógv annað at gera. Nr. 5 Ein so lítil bygdarskúli sum hesin í Funningsfirði, ger sjálvandi sítt ítarsta til at tann einstaki næm­ ingurin skal fáa so nógv burtur úr skúladegnum sum gjørligt. Eisini her eru lærararnir ikki í iva um kreativu evnini, sum hon hevur. Teknikynstrið er eitt. Tón­ Rebekka elsk Skúlanæmingur – Eg hevði ynskt at tað vóru fleiri góðar bøkur á føroyskum máli, tí tær dámar mær best at lesa, sigur 13 ára gamla Rebekka Rasmussen í Funningsfirði. Hon er ein av næmingunum í bygdarskúlanum, men kann síggja fram til at sleppa í tann stóra skúlan úti í Runavík eftir summarfrítíðina. – Tað gleði eg meg til. Eg havi teknað síðani eg var lítil liST Eingin ivi er um serstøku gávurnar hjá Rebekku Rasmussen at tekna. – Eg havi altíð teknað, sigur 13 ára gamli skúlanæmingurin í Funningsfirði, sum her vísir eina av sínum myndum fram