Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 Sosialurin Oyggjablaðið kaR at tekna leika kynstrið saman við guittaran­ um og lærara hennara, Agnari Lamhauge er eitt annað. Men er tað nakað sum lærarar­ nir eru ovfarnir av, eru tað evni hennara at málbera seg – bæði á føroyskum og enskum máli. – Hon fekk eitt sera gott úrslit í eini skrivikapping í Fraklandi herfyri, vil ein lærari fegin gera okkum varugar við. Her skuldi hon skriva eina søgu á enskum máli. Tað sama gjørdu fleiri túsund onnur, men so mikið stuttligari var tað hjá Rebekku at hennara íkast fekk so gott um­ mæli, at tað gjørdist nr. 5. – Ja, hon hevur góð evni at skriva, slær lærari hennara fast. Við Løkin Tá summarfrítíðin er av, fer Rebekka at skifta skúla. Hon hevur gingið øll barnaár síni í Funningsfjarðar skúla, men nú hon skal í framhaldsdeildina í Runavíkar. Hetta verður í nýggja skúlanum við Løkin, og tað gleðir hon seg til. – Ja, tað verður spennandi at fara út til Runavíkar at ganga í skúla. Har er ein stórur skúli, við nógvari og nýggjari útgerð. – Tað einasta keðiliga í so máta er, at eg tá verði noydd at fara nokkso nógv fyrri upp um morgunin, fyri at verða í skúlanum harúti klokkan 8, sigur hon við einum brosi. Men fyrst má hon gera seg lidna við 7. flokk í Funningsfjarðar skúla. Hesin mikudagurin, 9. mars er nú nærum liðugur. Nú er so hesin dagurin minni til summarferiuna. snorri@sosialurin.fo Eg havi enn bara ein kassaguittara, men eg ynski mær ein elektriskan Tað verður spennandi at fara út til Runavíkar at ganga í skúla. Har er ein stórur skúli, við nógvari og nýggjari útgerð Pink Floyd Sum tann kreativi næmingurin, ið Rebekka er, dámar henni eisini sera væl tónleik. Fyri sløkum tveimum árum síðani byrjaði hon at spæla guittara, væl stuðlað av lærara sínum Agnari Lamhauge, tónleikara. Tað hevur gingið væl hjá henni at læra seg at handfara ljóðførið sítt. Byrjað varð sjálvandi við tí grundleggjandi, men í dag dugir Rebekka at spæla mong ymisk løg, millum annað løg hjá kenda bólkinum Pink Floyd. - Eg havi enn bara ein kassaguittara, men eg ynski mær ein elektriskan. - Hann fer at koma, tá eg dugi væl at spæla, sigur hon brosandi. FM Rebekka Rasmussen er ein virkin dama, tí eftir skúlatíð fæst hon við ymiskt kreativt og mennandi. Eitt av tí sum hon er virkin í er bogaskjótifelagið Ørvur, ið hevur heimstað í Runavík. Hon hevði ikki verið við í felagnum í meiri enn fáar vikur, tá fyrsta kappingin varð hildin. Og úrslit hennara var tí eisini merkt av tí, av teirri einfaldu orsøk at hon ongar royndir hevði í hesi ítróttargreinini, í hesum føri recurve-skjóting. - Men nú verður skjótt FM í bogaskjóting, og tá vænti eg, at tað fer at ganga betur, sigur hon bjartskygd. Lítil ivi man vera um Rebekka fær lutað sínar royndir í hesi ítróttargreinini við ein av lærarum sínum, Sigrid Vang, ið er kendur bogaskjútti og hevur haraftrat umboðað Føroyar á Oyggjaleikum.