Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 26 Sosialurin Oyggjablaðið Lítli Karl Jóhan sat á sínari reiggju og hugdi syrgin út ígjøgnum vindeygað, har hann sá tann stóra býin, ið var so langt burtur. Hann var heilt einsamallur, og longdist burtur úr tí lítla búrinum hann átti, men hann slapp ikki út, tí lykilin var dottin út gjøgnum vindeygað. Men, hevði hann kunnað opnað hurðina, so kundi hann ikki farið nakran veg, tí búrið, ið hann átti, hekk ein metur uppi yvir jørðini, og leyp hann, so hevði hann doyð. Og um hann so ikki hevði doyð, so slapp hann ongan veg, tí har var veggur fyri allastaðni, og vindeygað var alt ov høgt uppi, til at hann kundi røkka upp. So Karl bleiv sitandi á sínari reiggju. Knappliga hoyrdi hann okkurt óljóð aftanfyri seg. “Halló, halló!”, sang ein vøkur stemma, ið kom frá einum lítlum fugli, ið sat á búrinum hjá Karli. “Hví situr tú bara har? Veðrið er so gott. Kom út og spæl!” “Eg kann ikki”, segði Karl, og peikaði á vindeygað. “Lykilin datt út.” “Eg fari eftir honum!”, segði fuglurin, og fleyg út ígjøgnum vindeygað. Karl føldi seg aftur einsamallan, men ikki leingi, tí fuglurin kom skjótt aftur, við einum lítlum lykli í nevinum. “Eg fann hann!”, segði fuglurin glaður. Karl fekk lykilin, læsti hurðina upp, og stóð fyri fyrstu ferð uttan fyri búrið. Fuglurin segði, at Karl kundi sita á rygginum hjá honum, so kann kundi sleppa út ígjøgnum vindeygað. Karl setti seg á ryggin á fuglinum, og so fleyg fuglurin avstað. Eina løtu seinni lendi fuglurin á eini tekju, og Karl fór av. “Hvussu kann eg takka tær?”, spurdi hann. “Eg eri Erla Kongsdóttir. Gev mær ein koss, og so verði eg umskapað til eitt menniskja”, segði fuglurin. Eitt sindur flóvur kysti Karl fuglin, og løtu seinni opnaði hann eyguni, men framman fyri honum stóð fuglurin enn. Karl var heilt skelkaður, og fekk ikki sagt eitt orð. “Eg leyg. Eg eri bert ein fuglur”, segði fuglurin, og fór so á flog. Karl stóð eftir og sá lítil út, tí tað var jú akkurát tað hann var; evarskalítli Karl Jóhan. Drongurin í gull­ búrinum Stuttsøga og tekning eftir Rebekku I. Rasmussen, 7. flokkur í Funningsfjarðar skúla Tekstur og tekning Í einum føroyskt-tíma fekk Rebekka Rasmussen ein mynd av einum manni í einum búri og einum fugli uttanfyri.- - Ger so væl, og skriva eina søgu út frá myndini!, ljóðaðu boðini frá lærarunum. Hugagóð setti hon seg niður at skriva søguna um Karl Jóhan og fuglin. Rebekka vildi tó meiri enn tað, tí hon gjørdi sær størri ómak enn boðini ljóðaðu, og gjørdu ikki mætari enn at gera eina tekning til søguna eisini. Við loyvi frá høvundanum prenta vit søguna “Drongurin í gullbúrinum”. HVØRJA LØTU Rebekka Rasmusse brúkar hvørja løtu í skúlanum at fremja stóra áhugamál sítt – at tekna. Her verða víst nøkur dømi um evni hennara