Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 Sosialurin Sosialurin 341800 Føroyskar reality-stjørnur Kringvarp Føroya hevur við sendirøðini Fólksins Rødd rættiliga sett meiniga føroyingin í andglettin. Fólk kring landið siga sína hugsan um ymisk evni, og tað er bæði hugvekjandi og undirhaldandi. Leygarkvøldið fáa vit vitjan av Inga Sørensen, Sonhard Johannesen og Arnfríð Hentze, sum øll eru við í Fólksins Rødd. Vit tosa við tey um at verða røddin hjá fólkinum, og um hvussu tað er at blíva kendur kring landið. Leygarkvøldið 19. mars 2011 kl. 20.00 Hallur og dóttirin spæla Countrykongurin Hallur Joensen er kendur kring alt Føroyar og eisini uttanfyri landoddarnar. Hallur eigur eisini eina dóttir, sum dugir at syngja og sum hevur verið á palli saman við honum nakrar ferðir. Nú leggja tey leiðina framvið í Hvonn Live. Prátað verður við tey bæði, og tey spæla tveir sangir live fyri okkum. Vit stúra ov nógv Við hvørt stúra vit ov nógv. Hugsa negativar tankar. Gloyma okkara dreymar og missa lívsgleðina. Men hvat gera vit, tá ið tíðin rennir undan okkum, og vit ikki merkja okkara dreymar ella eru trúgv ímóti okkum sjálvum. Rithøvundin Cammilla Rysgaard gevur góð ráð um, hvussu vit kunnu fáa størri sjálvsálit, styrkja sjálvsvirðið og hugsa positivar tankar um okkum sjálvi. Kom á Hvonn og lurta ella hoyr alt á Rás2!