Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 28 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Hendingin, ið elvdi til skaðan, var longu í fyrsta minutti. Annika Thomsen og ein spælari hjá StÍF fóru um koll og onkursvegna kom hondin hjá Anniku at liggja undir. Beinan vegin var greitt, at hon ikki fekk spælt víðari, og nú er spurn­ ingurin bara, hvussu álvarsligan skaða, hon hevur fingið. Sum skilst, høvdu tveir læknar hugt at hondini í gjárkvøldið, men teir vóru ymsir á máli. Annar helt, at hon var brotin og hin helt ikki, at tað var so illa vorðið. Men enn er so ikki greitt, um talan er um brot ella annan skaða. Í øllum førum kemur tað stak illa við hjá Tjaldri, um hetta merkir, at Annika Thomsen ikki verður við í teimum fýra írestandi dystunum, nú kappingin við Stjørnuna og Neistan er harðari enn nakrantið, tí bara tvey av hesum trimum lið­ unum koma í FM­finaluna. Frammanundan er liðið hjá Tjaldri skert, tí Cornelia Rimbu er nú givin og fór fyri viku síðani av land inum aftur. Hon fekk ein skaða í fyrru hálvfinaluni í steypa­ kappingini ímóti Neistanum fyrst í januar mánaði og er ongantíð ordiliga komin fyri seg aftur, hóast hon hevur roynt nakrar ferðir, eitt nú í løtum í steypafinaluni. Dupult mansverja Hendingin við Anniku skakaði Tjaldur ta fyrstu løtuna í dystinum í Runavík í gjárkvøldið, men ikki meira enn so, at verjan megnaði at halda tætt fyrstu 10 minuttirnar, tá StÍF einki mál fekk. Strandakvinnur mansvardu Adinu Petrea allan dystin á tamb, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki valdi so Tjaldur at gera tað sama og taka Rebekku Justinussen burtur úr. Allíka væl blivu tær báðar topp­ skjúttar hjá liðum sínum, men fingu báðar fleiri mál við brotskøstum. Allan dystin var Tjaldur eitt fitt petti frammanfyri, og sum tað leið út á seinna hálvleik bara øktist mun urin. Síðstu 10 minuttirnar tók Tjaldur sær meira av løttum, og tá nærk aðist StÍF eitt sindur, men ongantíð so mikið, at tað á nakran hátt hótti heimaliðið og sigurin. hilmarjan@sosialurin.fo Annika skaddi hondina Hondbóltur Longu beinanvegin í dystinum millum Tjaldur og StÍF í gjárkvøldið fekk Annika Thomsen hjá Tjaldri skaða í hondina. Enn er ikki greitt, um talan er um brot Hilmar Jan Hansen Eftir sigurin hjá Tjaldri í gjárkvøldið skulu Stjørnan og Neistin í kvøld fylgja við. Stjørnan skal til Vest­ manna at spæla ímóti VÍF og Neistin er partur av grannauppgerð ímóti Kyndli. Við sigri kann Stjørnan aftur fara fram um Tjaldur og leggja seg á odda í Sunset­kappingini, og Neistin kann koma upp á sama stiga tal sum Tjaldur, men við einum dysti meira. Í Atlantic Airways­kappingini hjá monnunum eru tríggir dystir í kvøld. VÍF tekur á heimavølli ímóti Team Klaksvík og kann tá aftur nærk ast KÍF, sum undan dystinum er fimm stig frammanfyri og á finalukós. Í hinum báðum dystunum er talan um grannauppgerð millum Kyndil og Neistan, og eisini spælir H71 á heimavølli ímóti StÍF. hilmarjan@sosialurin.fo Fimm dystir í kvøld Hondbóltur Tveir kvinnudystir og ein mansdystur eru á skránni hjá teimum bestu í hondbóltinum í kvøld SKAddI HondInA Annika Thomsen hjá Tjaldri skaddi sær hondina beinanvegin í dystinum ímóti StÍF í gjárkvøldið, og í fyrsta umfari er ivasamt, um hon spælir meira hetta kappingarárið Savnsmynd: Álvur Haraldsen Tjaldur-StíF 30-21 (15-9) Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen Tjaldur: Adina Petrea 9 (3), Simona Petersen 7, Beinta Joensen 5, Sarah Ann Thomsen 3, Benadikta Johannesen 2, Heidi Sevdal 2, Jóhanna í Króki 1, Annsy Sevdal 1 StÍF: Rebekka Justinussen 6 (2), Fríðrún Danielsen 5, Birna Tummasardóttir 5, Bára Berthelsen 3, Lilja Gregersen 2 Brotskøst: Tjaldur 5, StÍF 4 Útvísingar: Tjaldur 5, StÍF 4 Hilmar Jan Hansen Kappingin í flogbólti hjá kvinn­ unum er nú komin so langt, at bara eitt umfar er eftir. Fyrsti dysturin av teimum síðstu fýra verður í Kollafirði í kvøld, tá KÍF tekur ímóti ÍF. Hvørki KÍF ella ÍF kann flyta nakran serligan veg á stiga talvuni, so hetta er bara ein av dystunum, ið skal fáast frá hond ini. Hinir tríggir dystirnir verða spældir sunnudagin, og tá snýr tað seg bara um, um Fleyr ella Mjølnir skal enda ovast í lands­ kappingini. hilmarjan@sosialurin.fo Skal bara spælast Flogbóltur Dysturin í Kollafirði í kvøld millum KÍF og ÍF fær onga týð andi ávirkan á støðuna í Eik liguni hjá kvinnum Eik-ligan kvinnur nr. Lið DySTir Vunnið TapT Vunnin SeTT TapT SeTT munur STig 1 Fleyr 20 17 3 54 20 34 23 2 Mjølnir 20 17 3 55 14 41 22 3 SÍ 20 15 5 49 26 23 19 4 ÍF 20 11 9 39 34 5 14 5 TB 20 9 11 34 42 -8 11 6 Ternan 20 5 15 22 49 -27 7 7 KÍF 20 4 16 17 54 -37 5 8 Dráttur 20 2 18 25 56 -31 3 Atlantic Airways Deildin Menn nr. Lið DySTir Vunnin máL TapT máL munur STig 1 Neistin 20 707 552 155 39 2 KÍF 20 571 521 50 26 3 VÍF 20 565 527 38 21 4 Kyndil 20 512 525 -13 19 5 H71 19 519 507 12 18 6 StÍF 20 516 528 -12 13 7 Team Klaksvík 19 451 681 -230 2 Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið DySTir Vunnin máL TapT máL munur STig 1 Tjaldur 20 573 468 105 32 2 Stjørnan 19 538 442 96 32 3 Neistin 20 561 459 102 30 4 VB 20 502 498 4 20 5 Kyndil 20 460 490 -30 14 6 VÍF 19 423 533 -110 7 7 StÍF 20 398 565 -167 3 eikLigan, kVinnur 16/03 18 00 KÍF - ÍF SunSeT-kappingin 16/03 18 30 VÍF - Stjørnan 16/03 18 30 Kyndil - Neistin aTLanTic airwayS-kappingin 16/03 19 00 H71 - StÍF 16/03 20 00 VÍF - Team Klaksvík 16/03 20 00 Kyndil - Neistin Ítróttur í kvøld: