mikudagur 16. mars 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32
Sosialurin
Kjak
Jonhard Eliasen
Búskaparfrøðingur
Hvør kann selja
rættindi til fiskiskap?
Fiskivinnan rennir seg, eins og
aðrar vinnur, dagliga í markn
aðarkreftirnar. Prísirnir á olju,
útgerð, manning og kapitali
eru skiftandi. Váðan eru út
gerðarfeløgini von við. Í mun
til aðrar vinnur hevur fiski
vinnan havt serligar umstøð
ur, tí høvuðsrávøran – fiskurin
– hevur verið latin ókeypis.
Á primera marknaðinum
hevur
landsstýrismaðurin
sum umboð fyri partaeigar
arnar Føroya fólk latið rá
vøruna við prísinum 0 kr fyri
tonsið. Prísváðin hevur so
statt verið lítil, men fyri vinn
una hevur hesin váðin verið
mótsvaraður av politiskari
tilvild, sum mann hava verið
ógvuliga trupul at dragast
við; bæði hjá eigarum av fiski
førum og fíggjarstovnum.
Á “secondhand” marknaði
num hava útboð og eftirspurn
ingur fingið loyvi at gera seg
galdandi, tá ið veiðirættindi
eru keypt og seld millum
fiskivinnufyritøkur.
Tann einasti, sum higartil
ikki er sloppin á marknaðin
fyri fiskirættindi at finna
líkinda marknaðarprís, er
eigarin, Føroya fólk. Eitt
frálíkt politiskt høvi at broyta
hesa skeivu kósina stakk seg
upp í 2010 í sambandi við, at
Føroyar ásettu sær eginkvotu
viðvíkjandi makreli . Úrslitið,
sum spurdist burturúr, varð
tó “business as usual”.
Ogn Føroya fólks,
serliga summi
Av ymsum grundum eru vit
innan fiskivinnuna endaði í
planbúskaparligari skipan,
har politiska valdið stýrir
so langt niður í smálutir,
at ídnastu byrokratarnir í
GOSPLAN hjá Stalin ivaleyst
høvdu staðið sum kánus,
høvdu teir sæð, hvussu væl
vit hava megnað at forfjónað
marknaðarkreftirnar.
Tann sum leitar við tekst
stronginum
“ogn
Føroya
fólks” á www.logir.fo finnur
bert einu lógina, har løgtingið
hevur skorið út í papp ognar
rætt til samfelagsvirði. Talan
er um lóg um vinnuligan
fiskiskap, har tað í § 2 verður
staðfest, at livandi tilfeingið
á føroyskum landleiðum v.m.
eru ogn Føroya fólks.
Undrunarvert er tí, at
ognaráhugamálini í sam
bandi við fiskastovnar okk
ara higartil ikki hava verið
røkt. Og løgið er, at flokkar,
sum
hálova
skipan
við
marknaðarbúskapi, í verki
verja eina planbúskaparliga
skipan. Eftirspurningur og
útboð skulu ikki hittast á væl
skipaðum marknaði. Virðið á
veiðirættindunum skal ikki
fram í ljósmála.
Vónandi
kemur
vend
kemur í, nú makrelkvotur
aftur skulu útlutast.
Nei til tilfeingisskatt,
ja til søluinntøkur
Retorikkurin seinastu árini,
sum bygdur er upp um
hugtakið “tilfeingisskattur”,
hevur havt óheppið árin á
kjakið um fiskirættindi. Tá
statur ella kommuna skattar,
er talan um við lóggávu ella
øðrum valdi at taka burturav
inntøku ella ogn hjá borg
arum og fyritøkum. Fiskurin
í føroyskum sjógvi er longu
ogn hjá almennu Føroyum,
og tískil er lítið høpi í at
tosa um at skatta hesa ogn.
Frægari hevði verið at nýtt
hugtøk, sum t.d. søla av rætt
indum ella privatisering.
Peningurin, sum Landsverk
fær fyri sølu av gróti og skervi,
er jú ikki tilfeingisskattur.
Vit hava við søluinntøkur at
gera. Lítið høpi er somuleiðis
í at siga, at peningurin, sum
endaði í landskassanum í
sambandi við einskiljing av
Føroya Banka, er at rokna
sum tilfeingisgjald. Talan var
um søluinntøkur.
Sonevndi tilfeingisskatt
urin, sum løgtingið samtykti
við fíggjarlógini fyri 2011
og við broyting av lóg um
lands og kommunuskatt
er í hesum viðfangi ikki eitt
stig rætta vegin. Her er talan
um ein serskatt á tær fyritøk
urnar innan fiskivinnuna,
sum megna at skapa eitt
yvirskot.
Skatturin
eigur
av verða ógildaður, soleiðis
at fiskivinnan fær somu
skattligu kor at virka undir,
sum aðrar vinnur.
Fiskivinnan eigur hinvegin
somuleiðis at vera javnstillað
við aðrar vinnur í sambandi
við marknaðarprís fyri tær
rávørur,
hendan
vinnan
hevur fyri neyðini. Søla av
fiskirættindum frá tí almenna
eigur tí at verða fingin í lag.
Marknaðarlig søla
heldur enn tekno
kratisk prísáseting
Rættindi at troyta makrel
tilfeingi eiga at verða seld til
tann prís, sum marknaðar
kreftirnar hava við sær. Er
vinnan illa fyri og eru útlitini
fyri lønandi rakstri vánalig
fellur eftirspurningurin eftir
rættindunum í umfarinum,
sum nú stendur fyri framm
an. Prísurin verður har eftir.
Í staðin fyri t.d. 2 kr/kg, sum
onkur fyritøka hevur hildið
seg kunna bjóðað upp á
rættindini, kann vera, at
prísurin í staðin endar á 0,001
kr/kg ella lægri. Komandi ár
kann vera, at makrelprísir
og aðrar umstøður draga
øvugta vegin.
Kunngerð um sølu
av veiðirættindum
Tá ið landsstýrismaðurin
kann skipa makrelveiðuna
komandi kvotuskeið við null
prísi fyri rættindini kann
hann ivaleyst eisini skipað
hesa veiðu við marknaðar
prísi. Hetta vildi samstundis
verið í betri samsvari við §2
í lógini um vinnuligan fiski
skap. Materiella heimildin í
sambandi við søluna skuldi
við lógini um vinnuliga fiski
skap verið til staðar. Fíggjar
heimild kann fáast í lag við
eykajáttan í heyst. Tá ið betri
stundir eru, eigur politiska
skipanin at taka sølu av veiði
rættindum upp til meiri djúp
tøkna viðgerð.
Men við heimild í ver
andi lóggávu kundi lands
stýrismaðurin í fiskivinnu
málum m.a. tikið fylgjandi
atlit í kunngerð um makrel
býti, sum hann lýsir ein av
komandi døgunum:
1. Rættindini verða seld í
eindum, áljóðandi 100 tons
2. Sølan verður skipað við
vanligum bookbuildinghátti
(sí
http://en.wikipedia.org/
wiki/Book_building). Til ber
hjá landsstýrinum at keypa
sær ekspertisu hesum viðvíkj
andi. Ein lágtøknilig uppboðs
søla kundi eisini verið nýtt,
um stundir ikki eru til annað.
3. Persónar og feløg sum
leggja inn boð skulu lúka
líknandi treytir, sum galdandi
vóru, seinast makrelkvotur
blivu útlutaðar. Eindir, sum
nevndar eru í kapitli 5 og 6
í lógini um vinnuligan fiski
skap eiga møguliga at kunna
ogna sær upp til t.d. 30% av
samlaðu kvotuni, sum verður
boðin út til sølu.
4.
Landsgrannskoðanin
eigur at raðfesta ognaráhuga
málini viðvíkjandi fiskirættind
unum høgt, serliga við atliti til,
at rættur søluprísur fæst við
avhendingini av makrelkvot
um o.ø. komandi tíðina. Eisini
kappingarmyndugleikin
eigur at gera sítt til, at markn
aðurin ikki verður skeiklaður
av kartelavtalum og tílíkum.
5. Eingin keypari ella
samtak av keyparum eigur at
kunna ognað sær meiri enn
t.d. 20% av samlaðu kvotuni.
6.
Við
keypsboðunum
eigur trygd fyri gjaldsevnum
at fylgja við. Tann, ið ognar
sær rættindi, rindar t.d. 10%
av keypsvirðinum, tá ið sølan
verður framd. Tá ið kvotu
skeiðið er av, verður avroknað
endaliga við atliti til veiðuna,
sum spurdist burturúr.
Makrelkvotur sum
eksperimentarium
Stóra
eksperimentið
við
planbúskapi við politiskt
neyvt stýrdum prísum mis
eydnaðist. Marknaðarbúskap
urin hevur síni lýti, men
er tað frægasta, heimsins
lond, sum ynskja búskapar
vøkstur og ókorrupta polit
iska skipan, kunnu seta sítt
álit á. Marknaðarlig søla av
makrelkvotum er í hesum
høpi ikki at rokna sum roynd
at fara undir nakað nýtt og
ókent. Tvørturímóti.
Makrelur í planbúskaparligari evju
Tá sambandsfólk gráta yvir manglandi
pening til almanna, heilsu, sosial og ella
undirvísingarsektorin, so mugu hesu tár
roknast sum krokudillutár. Tí pening
urin átti at verið har. Og einasta orsøk til,
at nøkur fáa ov lítið, er, at ójavnt er býtt.
Tí hvussu nógv kostaðu skattalætt
arnir, ið ABCsamgongan hevur givið?
Tøl á borðið, takk.
Fyri hvussu nógvar mill. kr. av land
sins ognum hevur ABCsamgongan
givið privatum fyri onki? Fleiri tøl á
borðið, takk.
Og hvussu nógv verður landskassin
snýttur fyri um árið vegna væntandi
eftirlit? Gevið eitt skot, takk.
Nei tit, krokudillutárum tykkara
kunnu tit spara bæði tykkum sjálvum
og okkum fyri.
Tit áttu heldur at fingið fingrarnar
úr einum vissum staði og rættað skeiv
leikarnir innan skattaskipanina, soleiðis
at breiðastu herðarnir koma til at bera
tyngstu byrðarnar.
Tit áttu eisini at tryggja, at fólksins
tilfeingi bleiv goldið og ikki latið fyri
einki, samstundis sum tilfeingi átti at
verið verðandi á føroyskum hondum og
ikki sum nú, tá tað av strámonnum sum
higartil hava fingið fiskiloyvini fyri onki
verður selt útlendingum fyri millióna
upphæddir. Hetta síðstnevnda kann við
tíðini fáa hættisligar avleiðingar og gerast
galin endi bæði fyri land og fólk.
Tað má vera innlýsandi fyri øll sjálvt
funktionellar analfabetar at landsins
virðir eiga at verða verðandi fólksins
ogn, og at henda ognin til allar tíðir eigur
at vera ein av hornasteinunum undir
vælferðarsamfelagnum.
Krokudillutár broyta onga gongd.
Her mugu fundamentalar broytingar
til, skulu ikki høgraradikalir og høgra
heykar stjala fólksins ognir, samstundis
sum teir seta byrðarnar frá sær til fólkið
at bera.
Fúl skomm, at láta sum um, mann
skilir trongstøðuna hjá teimum veiku,
samstundis sum mann sjálvur hevur
skapt og skapar hana. Hyggið í speglið!
Er ongin roði á kinnunum, so letist
øll vón úti. Tí fólkið kann ikki liva av
sjónleiki eina.
Tøk græt eisini við turrum tárum á
sinni, og tað kostaði Balduri lívið. Gevið
okkara Balduri ein kjans grátið av hjarta
yvir støðuna og gerið so nakað við tað,
tað er tað tit eru vald til. Krokodillutárini
kunnu tit stinga skrátt upp.
Krokudillutár sambandsmanna
Dagfinnur Danbjørg