mikudagur 16. mars 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
30
Miðvikan
Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32
12. partur
Í
mínum ungu døgum íðkaðu vit
eisini vetrarítrótt. Hetta skapti
nakað av órógv í býnum. Men
onkustaðni skuldi ungdómurin
sleppa at útfolda seg. Men so gav
løgreglan okkum loyvi til at nýta
Tórsgøtu, sum var longsta brekkan
í Havn. Tað var eingin trupulleiki
við koyrandi ferðslu, tí bilar vóru
als ikki til.
Eg hevði eisini gjørt mær eina
sletu, har eg kundi gera meg upp
fyri Margrethu. Eg bjóðaði henni
og hennara vinkonum túr á slet
una. Tær fingu strong boð um at
hava føturnar upp frá á ferðini.
Men hetta endaði eina ferð galið.
Margretha kom at bróta eitt bein
í fótinum, so hon mátti liggja í
seingini í nakrar vikur. Hetta var
áðrenn, vit vórðu trúlovað, so eg
óttaðist fyri, at nú fór speril at
koma í. Men ikki bilaði!
Landbúnaðurin
Umframt mítt skrivstovuarbeiði
mátti eg eisini hjálpa pápa við
landbúnaðinum, sum gav eitt gott
ískoyti til handverkaralønina hjá
honum. Hetta gav okkum eisini
mjólk, kjøt og eplir.
Umframt var tað torvskurða
rættindi, sum gav okkum nóg mikið
av brenni. Vit kundu skera torv á
fimm ymiskum heiðum. Hetta tók
sína tíð. Til torvheiðarnar, sum vóru
longst burtur, tók tað tveir tímar til
gongu aftur og fram. Hagar tað var
stytst, tók tað ein tíma.
Her kann skoytast uppí, at
Andreas Ziska í bók síni »Tórshavn
– lív og vøkstur« greiðir frá, at
hin 14. august 1833 varð ásett, at
fútin skuldi hava umsjón við torv
heiðarnar og skuldi útnevna tveir
menn at samanleggja heiðarnar
kring Tórshavn. Í 1837 var torvheiða
samanleggingin at enda komin, og
vóru heiðarnir lutaðir til 163 húski,
sum tá vóru í Havn. Men framvegis
vóru nógv hús, sum høvdu fleiri
torvheiðar, sum Kristian Djurhuus
eisini greiðir frá.
Nøgdin, ið kundi skerast av torvi,
var gjørd upp í klyvjum. Ein klyv er
tveir leypar, tv.s. rossabyrðu, ein
leypur hvørju megin rossið.
Talið av klyvjum var sera
ymiskt. Tað var frá góðum 100 til
fleiri hundrað klyvjar fyri hvørt
húsarhaldið.
Í 1833 verður eisini avrátt at
byggja ein torvveg, sum kom at
verða kallaður Landavegur.
Mangir vóru menninir og mong
vóru fótasporini hjá teimum, ið
knossaðu leypar í kavaroki, stormi,
regni og góðveðri hesi ár, mann
eftir mann, á Landavegnum. Undir
hvíling við Skeivutræbrúgv og
Bøkkinum, vóru mong tíðindi og
mong hugskot á munni manna
millum. Tá ið bilar komu lætti tað
eisini nógv um at kunna koyra
torvið heim.
Torvheiðarnir
skuldu røkjast
Kristian heldur áfram:
Tað vóru serligar reglur um,
at tað skuldi farast vandaliga um
torvheiðarnar. Um hetta ikki hendi,
kundu myndugleikarnir koma uppí
við bót ella dagbøtur, til skil var
komið á.
Tað var hildið at vera ein stór
skomm at fáa bót fyri ikki at fara
væl um torvheiðarnar.
Torvið var í fyrsta umfari koyrt
í krónna og varð, sum tørvurin var,
borin heim í leypi. Leypurin skuldi
fyllast á ein serligan hátt fyri at
lætta um byrðina. Vektin skuldi vera
nøkulunda tann sama omanfyri
sum niðanfyri fetilin, so javnvág var
í tyngdini. Tað sama var við hoyggi.
Vit skóru sum sagt torv á fimm
ymiskum heiðum. Á fýra teirra
gingu vit omanbrekku til húsa við
fyltum leypum. Hetta lætti sjálv
sagt um. Frá tí fimta heiðinum var
tað sera óslætt, og tí var tað sera
strævið at ganga.
Vit nýttu umleið ein leyp av torvi
um dagin um veturin og eitt sindur
minni, tá ið veðrið var meira lýtt.
Tá tað snúði seg um torvarbeiði
vóru øll líka nógv um arbeiðið.
Tó var tað mansarbeiði at skera
torvið, tó við hjálp av teimum ungu
dreingjunum.
Í mínum seinnu dreingjaárum
fingu vit ein part av torvinum flutt
heim við hestavogni, har tað var
møguligt hjá vogni at koma framat
við honum.
Heima máttu vit eisini hava eina
eykagoymslu, tí ringt veður ella
sjúka kundi jú forða fyri, at farast
kundi eftir torvi.
Pápi plagdi ofta at fara eftir torvi
vetrarkvøld í mánalýsi, tá ið tað var
møguligt at finna vegin.
Sjálvur plagdi eg at fara eftir
torvi áðrenn skrivstovutíð. Eg
plagdi at fara avstað um seks
tíðina og var heima so tíðliga, at eg
kundi skifta, vaska mær og fáa mær
morgunmat, áðrenn eg skuldi møta
til arbeiðis kl. 9.
Effektiv orkusparing
Tað var ofta kegl millum tey, sum
nýttu torvið, og tey sum høvdu
stríðið av at fáa tað heim.
Ein skipari á Tvøroyri greiddi
hetta á ein serligan hátt, tá ið hann
helt, at konan hevði nýtt ríkiliga
nógv av torvi.
Tá setti hann seg á torvkassan
at gera okkurt seglmakaraarbeiði.
Hann bleiv sitandi so leingi, sum
tað passaði honum, uttan mun til
hvussu konan kundi leika í.
Hjá teimum mundi tað vera sum
hjá so mongum. Maðurin var skipari
og var vanur at kommandera um
borð. Men heima vildi konan sleppa
at ráða.
Tá eg var drongur, vóru tað bert
tey fæstu og tey mest vælhavandi,
sum brúktu kol. Tað kundi tó henda
seg, at mamma fekk pápa at keypa
eina spann av koli, tá ið tað var
okkurt, sum skuldi bakast, og sum
skuldi hava nógvan hita. Tá plagdi
eg at verða sendur við kolspann at
keypa kol.
Tá ið eg fór eftir torvi plagdi eg
við hvørt at hitta býráðsskrivaran
Vilhelm Mohr, beiggja Jens Mohr
Vilhelm var ikki heilt sum fólk
flest. Hann var tá um 70 ára gamal.
Men honum dámdi ikki, at teir
yngru vóru skjótari til beins enn
hann. Ein morgun, eg var í seinna
lagi og skundaði mær, gekk eg fram
við Vilhelm í Vágsbotni, hann var
eisini á veg eftir torvi. Hann rópti
eftir mær, hvat eg billaði mær inn
at kappast við hann at ganga. Hann
skuldi eisini vera maður at kappast.
Vilhelm setti so ferðina upp, men
Kristian Djurhuus:
Lívshættisligt at fara eftir torvi
Tey ungu í dag vita nóg illa, hvat ið torv er. Tey skilja í hvussu er ikki knossið, sum
var at útvega brennievni til hita og matgerð. Ta einu ferðina mundi Kristian doyð úti,
tá ið farið varð eftir torvi. Men fyrst greiðir hann frá vetrarítrótti í Havn
Tað lá væl fyri at skreiða í Tórsgøtu
Ein krógv. Mynd Peter J. Sigvardsen
Í komandi parti verður meira
greitt frá pápanum Dia í
Ólastovu. Hann var millum
annað við til at byggja fyrsta
vitan í Føroyum