mikudagur 16. mars 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
31
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32
hann kláraði ikki at fáa meg aftur.
Hann var eitt sindur firtin við meg
eina tíð eftir hetta, men tað javnaði
seg aftur.
Upp á Skælingsfjall í torvtíð
Í sambandi við torvi kann eg nevna
tvær hendingar: Tann fyrra lýsir,
hvussu nógv, ið varð kravt av einum
í torvtíðini.
Um jóansøkuna var tað vanligt
hjá røskum fólki at fara upp á
Skælingsfjall. Hetta var tyngri tá
enn nú, tað kann koyrast stóran
part av teininum.
Hjá teimum, sum ikki vóru so
væl fyri at hava ross, var tað vanligt
at fara við báti inn í Kaldbaksbotn
og so til gongu upp á fjallið.
So var tað ein dagin, at skipað
varð fyri eini slíkari útferð. Pápi
vildi hava meg ikki at fara, tí vit
skuldu í torv dagin eftir. Men eg
helt, at sjálvt um eg alla náttina
skuldi vera uppi á Skælingi, so
skuldi eg nokk gera mín part av
torvarbeiðinum dagin eftir.
Vit fóru úr Havn um 9 tíðina
á kvøldi, og vit vóru uppi á Skæl
ingsfjalli á midnátt. Hetta var ein
ógloymandi sjón at síggja oyggjar
nar í sólsetur.
Vit vóru so heima aftur um
klokkan 8 á morgni. Tá vóru hini í
húsinum klár at fara í torv.
Pápi var eitt sindur trútin og
helt, at eg var nú so móður, at eg
kundi eins væl vera heima. Men eg
helt, at tey kundu fara avstað. Tá eg
hevði etið, skuldi eg koma aftaná,
men eg fór tó á ein torvheið, har eg
var einsamallur.
Tá ið eg var liðugur kl. 7 á kvøldi
fylti eg leypin. Tað var ongantíð
farið til hús við tómum leypi, og eg
kom heim samstundis sum hini. Tá
hevði eg eisini gjørt mín part, men
eg var eisini móður.
Mundi verið útideyður
eftir torvi
Ein onnur minnilig hending var
tann 1. desember 1917. Poul Niclas
sen, seinni kendur sum limur í lands
tinginum og blaðstjóri á Dimmalætt
ing, var tá prentari á Dimmalætting.
Hann hevði torvheiðar nærindis
okkara í Hoyvíkshaganum.
Vit fóru um hesa tíðina ofta
saman seinnapartar eftir torvi, og
tað gjørdu vit eisini hendan dagin.
Dagurin var jú stuttur. Tí fóru vit
so tíðliga, at vit kundu vera aftur,
áðrenn tað gjørdist myrkt. Veðrið
var gott, tá ið vit fóru, men tað vóru
skýggj á luftini.
Tá ið vit komu til torvheiðarnar
hjá Poul, sum lógu nærri býnum
enn okkara, skeyt hann upp, at
vit fyltu báðar leyparnar av teirra
torvi, so kundu vit báðir næstu ferð
taka av okkara torvi.
Beint sum vit høvdu fingið
leyparnar á bakið og skuldu fara
til gongu heim, gjørdist so ógvuliga
myrkt. Samstundis kom ein hvirla,
so vit mundu dottið. Nú var knapp
liga kavaroksódn. Hetta dámdu
okkum einki. Víst høvdu vit storm
in í ryggin, men vit sóu einki, ikki so
frægt sum okkara egnu føtur. Eisini
skuldu vit fara um Hoydalsánna.
Um hana var ein smøl brúgv, og hon
kundi vera trupul at finna í hesum
líkindum. Vandin við at koma ov
langt oman var at fara í Svartafoss.
Vit máttu rópa okkara millum, og
fyri ikki at missa hvønn annan
burtur, máttu vit halda í hvønn
annan.
Vit umhugsaðu at seta leyparnar
frá okkum. Men hildu kortini, at
teir vóru ein ávís barlast, so vit ikki
fóru á flog.
Vit vóru so merkiliga hepnir, at
vit komu beint á brúnna, og visti
tá, hvar vit vóru. Nú vistu vit eisini,
hvussu vit skuldu sleppa undan
Svartafoss. Vit komu oman á Sana
toriivegin, og nú var bert at fylgja
honum. Niðri við plantaguna stóð
ein bonkur. Her settust vit deyða
móðir at fáa eina hvíld, lukkuligir
um at vera komnir aftur til býin.
Tá vit komu aftur í Ólastovu var
eitt rættiligt uppstandilsi. Tey vóru
bangin og ætlaðu at senda fólk at
leita eftir okkum. Tað hevði nú ikki
nyttað nógv í hesum veðrinum.
Tað vísti seg eisini morgunin
eftir, at nógv fólk vóru vilst inni í
sjálvum býnum og vóru farin inn í
nærmasta hús at fáa sær skjól.
Ein feigdardagur
Eitt farmaskip var komið á redina
hendan dagin og var byrjað at
innskipa klippfisk. Nakrir maskin
bátar vóru komnir út til skipið, tá
ið stormurin brast á. Bátarnir tordu
ikki at loysa frá skipinum, tí teir
roknaðu ikki við at koma til lands
aftur. Hetta var, áðrenn tað bar
til hjá skipum at leggja at í Havn.
Bátarnir sluppu ikki inn aftur fyrr
enn morgunin eftir.
Ein útróðrarbátur av Nesi í
Eysturoynni fekk eisini illveðrið á
seg við Eystnes. Hann lá alla náttina
í lívd av nesinum og kom fyrra
partin dagin eftir inn á Havnina.
Tað varð roknað sum eitt undur, at
hann kom aftur.
Hesin stormur kostaði eisini
fleiri mannalív. Í Sandavági lá ein
bátur fyri teymi. Ein maður var
farin umborð at pumpa bátin. Men
hann slapp ikki í land aftur. Teym
urin slitnaði, og báturin rak til
sjós. Maðurin hevur eftir øllum at
døma ikki fingið motorin í gongd.
Seinni varð báturin funnin undir
Grímsfjalli í Hvalba, og maðurin
var funnin deyður longri uppi í
haganum. Maðurin er eftir tí at
døma komin livandi í land.
Í Funningi ella Funningsbotni
var ein eldri maður við tveimum
ella trimum abbabørnum á veg um
fjallið, tá ið veðrið brast á. Tey vóru
funnin deyð, tá ið farið varð at leita
morgunin eftir.
Í Vágum vóru nøkur fólk farin
til gongu millum Sørvág og Miðvág.
Men tey komu til eina torvkrógv og
tømdu hana so mikið, at tey kundu
liggja her til morgunin eftir, tá
veðrið gjørdist betri.
Úr Trongisvági vóru tveir mans
hvør sær farnir til Hvalbiar og
vóru komnir til Mannagjógv, tá
ið tað brast á. Annar maðurin var
so skilagóður, at hann helt seg
til ein varða, hann kom til. Hann
helt hitanum við at taka varðan
niður og laða hann upp aftur alla
náttina, til hann var funnin av
leitingarfólki. Hin maðurin varð
nakrar dagar seinni funnin deyður
vestari á fjallinum. Her er hann
uttan iva vilstur, og hetta gjørdist
hansara lagna.
Menn skera torv
Djóni og Poul í Geil eftir torvi í Hoyvíkshaganum
Mynd: Andreas Ziska
Hetta minni frá torvtíðina síggja vit enn á Glaðsheyggi.
Aftanfyri síggja vit neytakonuna