týsdagur 5. mars 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 5. mars 2002
23
Bæði Todi Jónsson og
Christian Høgni Ja-
cobsen vóru við frá
fyrsta bríksli, tá bólt-
urin aftur fór á rull í
bestu donsku deildini
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Veturin hevur rættuliga
havt fastatøkur í Danmark
seinastu vikurnar. Tí var tað
ivasamt, um tað fór at bera
til at spæla fótbólt sunnu-
dagin, tá fyrsta umfarið
eftir vetrarsteðgin var á
skránni í superliguni.
Í Gladsaxe,
har
AB
skuldi hava vitjan av FC
Midtjylland, bar ikki til at
spæla. Og tað bar heldur
ikki til at spæla í Silkeborg,
har Esbjerg skuldi vitja.
Grannauppgerðin millum
Viborg og AaB var ikki á
skránni fyrrenn í gjárkvøld-
ið. Tí vóru bara tríggir dyst-
ir spælidr sunnudagin, og í
tveimum av teimum var ein
føroyskur
álopsspælari
millum teir fyrstu 22 á vøll-
inum. Todi Jónsson var í
FCK álopinum og Christian
Høgni Jacobsen var í álop-
inum hjá Vejle.
Málríkt fyrra umfar
Tað eru bara nakrar vikur
síðani, at Christian Høgni
Jacobsen flutti úr Esbjerg
og til Vejle. Umframt før-
oyska álopsspælaran hava
eisini fleiri aðrar broytingar
verið í Vejle í vetrarsteðgin-
um. Ein av hesum hevur
verið, at venjarin er skiftur
út. Keld Bordinggaard er
farin úr starvinum. Hann
skal eftir HM kappingina
loysa Michael Laudrup av
sum
hjálparvenjari
hjá
Morten Olsen og danska
landsliðnum.
Nýggi venjarin í Vejle
eitur
Frank
Petersen.
Frammanundan at hann
kom til Vejle, hevði hann
verið venjari í eitt nú Ran-
ders Freje, sum hann lyfti
upp í 1. deild í 1999, og í
Silkeborg, sum hann vann
bronsukrónurnar
við
í
1995. Síðani 2000 hevur
Frank Petersen verið hjálp-
arvenjari í Vejle, og nú
hevur hann høvuðsábyrgd-
ina.
Tað var nýggi venjarin,
sum fyri einum mánað síð-
ani helt, at tað var ráðiligt
at skriva sáttmála við
Christian Høgna Jacobsen,
tá hesin hevði royndarvant í
Vejle í tvær vikur.
Christian Høgni spældi
fyrsta tíman sunnudagin.
So varð hann skiftur út við
Mads Beierholm, sum er
ein tann yngsti – helst tann
yngsti – spælarin nakrantíð
í superliguni. Hann er fødd-
ur 15. november í 1984, og
tað var 28. ferðin, at hann
spældi í superliguni, tá
hann síðsta hálva tíman
loysti Christian Høgna Jac-
obsen av.
Fyri ein álopsspælara er
tað sera týdningarmikið at
skora mál. Vejle vann 5-2 á
Lyngby. Christian Høgni
skoraði ikki, og tað iðrar
hann seg sjálvandi um, tí
Lyngby verður mett at vera
veikasta liðið í superliguni.
Teir hava í vetrarsteðginum
ist meiri enn eitt fótbóltslið.
Lyngby skoraði til 1-0, tá
bara 40 sekund vóru farin.
Vejle svaraði aftur á hálva
tímanum, og í steðginum
vóru teir frammanfyri 3-2.
Tað kavaði mesta partin av
tíðini. Vøllurin var vánalig-
ur, og frammanundan var
tað rættuliga ivasamt, um
tað var ráðiligt at spæla.
Todi einsamallur
Undan sunnudegnum hevði
fyri FCK alt annað enn trý
stig í Parkini ímóti AGF
verið eitt vónbrot. Dysturin
endaði málleysur, og tað
vóru teir í FCK ikki heilt
illa nøgdir við. Orsøkin var
tann, at FCK í 87 minuttir
bara spældi við tíggju
monnum. Svenski høgi
bakkurin, Tomas Antoneli-
us, sum fyri bara tveimum
vikum síðani kom úr Cov-
entry og til FCK, sá eftir
knapt
tríggjar
minuttir
reytt. Dómarin metti, at
taklingin var alt ov ógvus-
lig.
Frá fyrsta bríksli var Todi
Jónsson í álopinum saman
við Peter Møller. Eftir út-
vísingina umskipaðu teir í
FCK, og tá ein rúmur hálv-
ur tími var farin, varð Peter
Møller skiftur út. Miðvøll-
urin varð styktur og harvið
var Todi leingi einsamallur
í álopinum. Undan útskift-
ingini høvdu onkrar ábend-
ingar verið um, at sam-
starvið millum Peter Møller
og Toda Jónsson ikki var so
galið.
Í síðstu viku roknaði Todi
ikki við, at hann fór at vera
førur fyri at spæla meiri
enn ein tíma, men svenski
FCK venjarin, Hans Backe,
tykist hava stórt álit á før-
oyska
álopsspælaranum.
Tað var ikki fyrrenn, at tað
restaðu tíggju minuttir, at
georgiski Mikheil Ashvetia
avloysti Toda Jónsson.
Stórt undirhald
Síðsti
dysturin
var
í
Odense, har Brøndby, sum
á fremsta plássinum hevur
verið tíggju stig framman-
fyri FCK á øðrum plássi,
vitjaði OB. Talan var um
ógvuliga stórt undirhald.
Fyri undirhaldsvirðið hevði
tað nógv at siga, at heima-
liðið var frammanfyri 2-0,
tá fyrra umfarið bara var
átta minuttir gamalt. Flata
Brøndby verjan var sum ein
opnahjallur, tá OB hótti í
borðunum. OB økti til 3-0
undan steðginum.
So setti Brøndby turbona
frá. Teir javnaðu til 3-3, tá
tað restaði eitt korter, og so
varð roknað við, at Brønd-
by í hvussu so er fór at fáa
eitt stig. Men myrki And-
rew Tempo, sum framman-
undan hevði skorað eitt
mál, vildi tað øðrvísi. Úr
brotsteigar samankoming-
ini í vinstu smekkaði hann
til og bólturin sigldi í netið
dygst undir tvørtrænum í
handara borðinum. Eitt
framúr vakurt mál, sum teir
í FCK sjálvsagt eisini vóru
fegnir um. At Brøndby tapti
hevði við sær, at munurin
frá teimum og til FCK
minkaði til níggju stig.
Komandi sunnudag fer
FCK til Vejle. Dysturin
millum liðið hjá Toda
Jónsson og liðið hjá Christ-
ian Høgna Jacobsen verður
sendur beinleiðis á TV3+
rásini. Og so mugu vit
vóna, at teir báðir føroysku
spælararnir varðveita sess-
irnar, sum teir sunnudagin
høvdu millum teir fyrst 22
á vøllinum.
Munurin minkaði eitt lítið sindur
Sumbingar halda fram
Tað er ikki greitt, nær
teir báðir útsettu
dystirnir í Fuglafirði
og á Sandi verða
spældir
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Sumbingar spældu seg um
vikuskiftið víðari í kapp-
ingini um løgmanssteypið.
Men tað var ikki púra uttan
trupulleikar, at teir vunnu á
Fram. Gestirnir úr Havnini
komu á odda, tá eitt korter
var
farið.
Steingrímur
Mikkelsen
skoraði
hjá
Heina Jacobsen í Sumba
málinum.
Ikki fyrr enn seinna
umfarið var knappar tíggju
minuttir gamalt javnaði
Nebosja Veljkovic. Sigurs-
málið kom, tá tað bara
restaðu tríggir minuttir.
Bjørn Thorsteinsson, sum
seinastu árini hevur spælt
við B71, sendi framvið
Kristini Jensen í Fram mál-
inum.
Sambært skránni skuldu
tveir aðrir dystir havt verið
spældir. Men bæði á Sandi,
har LÍF skuldi havt vitjað,
og í Fuglafirði, har AB
skuldi havt spælt, verður
sagt, at har var so mikið av
kava, at tað ikki bar til at
spæla fótbólt.
Á FSF-skrivstovuni vistu
tey í gjár ikki at siga, nær
útsettu
dystirnir
skulu
spælast. Tað er týdningar-
mikið at avgreiða teir sum
skjótast, tí annars kann
brøkur so skjótt koma í
bólkaspælið.
Komandi
vikuskiftið skulu sambært
skránni Sumba og vinnarin
av B71-LÍF spæla, og FS
Vágar skal spæla ímóti
vinnaranum av ÍF-AB.
Annað vikuskiftið verður
farið undir bólkaspælið, og
tá skulu vinnararnir av
dystunum, sum eru ásettir
at vera komandi vikuskifti,
spæla í bólki 1 og bólki 2.
Sumba-Fram 2-1 (0-1)
0-1: Steingrímur
Mikkelsen 15
1-1: Nebosja Veljkovic 54.
2-1: Bjørn Thorsteinsson
87.
Liðini í bestu deildini
spældu fleiri venj-
ingardystir í Eysturoy
um vikuskiftið
VENJINGARDYSTIR
Jóannes Hansen
Fleiri av bestu fótbóltslið-
unum í landinum vóru
sunnudagin á vøllunum í
Estyroy. B68 og HB spældu
á Svangaskarði, og á Eiði
spældu EB/Streymur og
NSÍ og ÍF og KÍ. Eitt sindur
undarligt tykist tað, at fugl-
firðingar høvdu møguleika
at spæla venjingardyst, tá
hugsað verður um, at inn-
leiðandi dysturin í kapping-
ini um løgmanssteypið,
sum teir skuldu havt spælt
ímóti B71, var útsettur.
Hann kundi eins væl havt
verið spældur á Eiði sum
venjingardysturin ímóti KÍ.
Sambært fyribils skránni
fyri landskappingina, sum
varð býtt út á FSF aðal-
fundinum, skulu B68 og
HB spæla á Svangaskarði í
fyrsta umfarinum. Einki er
at ivast í, at Frank Skytte og
hansara menn einki høvdu
havt ímóti einari endurtøku
av úrslitinum, sum var
leygardagin. B68 vann 3-0,
eftir at teir í steðginum
høvdu verið frammanfyri
1-0.
Marcello
Marcellino
hevði eitt vánaligt kapping-
arár í fjør. Sunnudagin vóru
ábendingar um, at brasiliu-
maðurin ætlar sær at vera
eins væl upplagdur í ár,
sum hann var í fyrraárið.
Hann skoraði tvey tey
fyrstu málini, og hann legði
upp til síðsa málið, sum
Fróði Benjaminsen skoraði.
Sum vit hava skilt tað, so
vóru bæði liðini næstan
fullmannað. Hjá B68 rest-
aði Arnhold Joensen, sum
er skaddur, og hjá HB var
Jón Rói Jacobsen ikki við.
Hjalgrím tríggjar
ferðir
KÍ og ÍF spældu á Mølini á
Eiði. Í steðginum var mál-
leyst, men í 2. hálvleiki
gjørdist munurin meiri eyð-
sýndur. KÍ vann 4-1, og tað
vóru tevir unglingaspælar-
ar, sum skoraði øll málini.
Hjalgrím Elttør spældi
við í seytjan landskapping-
ardystum í 1. deild í fjør,
men honum eydnaðist ong-
antíð at skora. Sunnudagin
vóru ábendingar um, at
málturkurin í bestu deildini
er um at vera av hjá unga
manninum. Hjalgrím Elttør
skoraði trý mál, og ein
annar unglingaspælari, Atli
Danielsen, skoraði eitt mál
fyri KÍ.
Hjá KÍ eru fleiri spælarar
skaddir. Millum hesir eru
venjarin, Kurt Mørkøre,
Allan Mørkøre, Ove Ny-
sted og Alexander Djordje-
vic. Millum spælararnar á
KÍ liðnum
var
Grímur
Vang, sum áðrenn hann fór
út at sigla var drúgvur í HB
verjuni. Nú býr hann í
Klaksvík. Tveir Lakju-
menn, sum ikki spældu við
KÍ í fjør, vóru við ímóti ÍF.
Teir vóru Heðin á Lakjuni,
sum spældi við B36 í fjør,
og so Bárður á Lakjuni,
sum altíð hevur spælt við
ÍF.
Sonni tríggjar ferðir
A kavaleysu Mølini spældu
eisini heimaliðið og NSÍ.
Sambært NSÍ venjaranum,
Jógvan Martin Olsen, so
gekk tað væl hjá hansara
monnum fyrsta hálva tím-
an. NSÍ vann 3-1, eftir at
teir í steðginum høvdu ver-
ið frammanfyri 2-0.
Sonni L. Petersen skoraði
øll trý málini hjá NSÍ. Tá
EB/Streymur minkaði um
munin, var tað fyrrverandi
U-17
landsliðsmaðurin
Hans Pauli Samuelsen, sum
skoraði. Hann var ongantíð
á
besta
liðnum
hjá
EB/Streymi í fjør.
Í kvøld fara HB og NSÍ
at spæla venjingardyst í
Gundadali. Ætlanin var, at
dysturin millum HB og
B68 skuldi vera í Gunda-
dali sunnudagin, men tá var
so mikið av kava í Gunda-
dali, at avrátt varð at flyta
inn á Svangaskarð.
Komandi vikuskifti verð-
ur
Klaksvíkskappingin.
Leygardagin verða dystirn-
ir GÍ-B36 og KÍ-HB.
Sunnudagin verður fyst
spælt um triðja og síðani
um fyrsta plássið.
Hjalgrím, Sonni og Marcello fleiri mál
23
22
Nr. 44 - 5. mars 2002
Alt gekk upp í eina
hægri eind hjá vest-
menningum leygar-
dagin. Teir vunnu á
havnarmonnum og
klaksvíkingar taptu
sera óvæntað teirra
dyst móti kollfirð-
ingum. Javnstøða er,
og umdystur má til
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Eysturskúlaaulan
varð
karmur um seinasta umfar í
FM-liðkappingini.
Allir
dystirnir í teimum trimum
deildunum blivu leiktir
undir sama takið, og gevur
hetta ein serligan dám yvir
leikin.
Í 1. deild var at kalla
eingin spenningur undan
hesum seinasta umfari.
Klaksvíkingar hittu nevn-
liga kollfirðingar, sum ikki
hava víst nógv í ár, meðan
vestmenningar hittu før-
oyameistarnar frá í fjør,
Havnar
Telvingarfelag.
Klaksvíkingar høvdu eina
leiðslu uppá hálvtannað
stig niður til vestmenn-
ingar, meðan havnarmenn
vóru trý stig aftanfyri odda-
liðið.
Men spenningur kom
kortini í leikin.
Finnbjørn royndi
Sum tímarnir gingu kom
meira og meira fjøltur á
klaksvíkingar. Vestmenn-
ingar høvdu nevnliga eina
2-0 leiðslu ímoti havnar-
monnum, og ikki tyktist tað
sum um havnarmenn fóru
at fáa meir enn eitt stig
burturúr
dysti
teirra.
Klaksvíkingar kundu sjálv-
ir avgera FM-heitið, við t.d
einum 2-2 úrslitið, men
tveir skjótir javnleikir, og
tvær ivasamar støður á
borðunum boðaði ikki frá
góðum, sæð við klaksvíks-
eygum.
Endin var at vestmenn-
ingar vunnu teirra dyst
heldur óvæntað 3-1 móti
havnarmonnum, og støðan í
hinum dystinum var 2-1 til
kollfirðingar.
Talvið
á
fjórða borði millum klaks-
víkingin Finnbjørn Vang og
Alvin Joensen varð tí
avgerandi. Vann Finnbjørn,
vann KTF FM-heitið. Javn-
leikur hevði viðført umdyst
millum KTF og VT, meðan
VT vann FM-heitið um
Alvin vann. Rundan um
talvið stúgvaðist telvarar og
áskoðarar seg. Dúgliga
bleiv kjakast í bakgrundini
um Finnbjørn kanska hevði
vinnandi støðu ella ei,
serliga vildu klaksvíkingar
vera við hesum fyrra, men
samstundis hevði Finnbjørn
bert 2-3 minuttir eftir til at
avgera talvið í, meðan
Alvin hevði um 20 min.
Riddaraendatalvið tyktist
fløkjasligt og óklárt, og tí
gjørdi Finnbjørn helst tað
rætta við at ongan kjans
taka, og avviklaði tískil
støðuna
til
teoretiskan
javnleik, sum viðførir um-
dyst. Eitt drama, sum neyv-
an fyrr hevur verið at sæð í
FM-liðkappingum.
Klaksvíkingar taptu ó-
væntað og vestmenningar
vunnu óvæntaðan stórsigur,
og úrslitið gevur tí ein enn
meira óvæntaðan umdyst,
sum verður leiktur komandi
leygardag í Havnini.
Bernhard Thomsen
bjargaði
vestmenningum
Hjá klaksvíkingum leiktu
Ólavur Simonsen, Tummas
M. Anthoniussen og, sum
sagt, Finnbjørn Vang remis
móti ávíkavist Hans K.
Simonsen,
Eyðálvi
Jo-
hannesen og Alvini Joen-
sen. Stóra hetjan á koll-
fjarðaliðnum varð Bern-
hard Thomsen, sum vann á
Rana
Nolsøe.
Tummas
Martin fekk heili níggju
stig av tíggju møguligum,
sum er uttan iva besta skora
í 1. deild.
Vestmenningar telvaðu
væl, og vunnu uppibornan
sigur á havnarmonnum. IM
John Rødgaard og John
Jacobsen vunnu á ávíkavist
Carl Eli N. Samuelsen og
Olaf Berg. Javnleikirnir
vóru
sera
áhugaverdir.
Martin
Poulsen
hevði
lovandi støðu, men Tor-
bjørn Thomsen vardi væl,
meðan Herluf og Kári
Durhuus telvaðu eitt vilt
talv, har Herluf valdi at taka
ævigt skák í óklárari støðu.
Triði dysturin í 1. deild
varð millum hvalvíkingar
og HT 2. Hvalvíkingar
vunnu 3-1 og tóku teir seg
tí innaftur á kollfirðingar á
fjórða plássinum.
Mistøk skulu rættast
Klaksvíkingar iðraðu seg tá
teir vendu leiðina norður
aftur til Klaksvíkar leygar-
kvøldið, og væl skilur man
teir. Gjøgnum alla kapp-
ingina hava teir havt leiðsl-
una, men snávaði í avger-
andi dystinum. Úr Klaksvík
verður sagt, at teir høvdu
kortini eitt gott kvøld, har
teir enntá hugdu at talv-
unum sum leikt vórðu, og
hetta ber brá um at teir eru
uppsettir uppá at rætta
feilirnar
í
umdystinum
komandi leygardag.
Vestmenningar
vórðu
sjálvsagt fegnir um at koll-
firðingar leiktu somikið
væl móti klaksvíkingum,
og at teir vundur burturúr
havnarmonnum. Havnar-
menn eru als ikki nøgdir
við triða plássi, og ætla tí at
venda sterkt aftur komandi
kappingarár. Kollfirðingar
og hvalvíkingar komu væl
við ímóti endanum, men
eru valla nøgdir við teirra
avrik.
Toftir upp
Í 2. deild bleiv greitt at
toftamenn leika í 1. deild
komandi kappingarár. Teir
vunnu 3-1 á runavíkingum,
sum kortini kunna vera
nøgdir við teirra triðja
pláss.
Sandavágsmenn
vórðu ov stuttir, og muga
taka til takkar við øðrum
plássi.
Vestmenningar bjargaðu
sær undan niðurflyting tá
teir vunnu 3-1 á gøtumonn-
um. Gøtumenn muga tí
tungu leiðina niður í 2.
deild, men við sama liði
komandi kappingarár, hava
teir allar møguleikar at
endurvinna plássið í 2.
deild aftur.
HT 3 vann suvirent 3.
deild framanfyri HT 4 og
ST. Havnin fer tískil at hava
tvey lið í 2. deild komandi
kappingarár, eftirsum HT2
flytur niður úr 1. deild, og
HT3 vann 3. deild.
Rokan í fjørðini
Sunnudagin, dagin eftir
seinasta umfar í liðkapp-
ingini, varð stór ungdóms-
og barnakapping hildin í
somuleiðis Eysturskúlaaul-
uni. Ikki færri enn 45 lið,
við 4-6 leikarum á hvørjum
liði, høvdu teknað seg.
Hetta gav eitt tal áljóðandi
umleið 210 børn (!). Á
Oyrarbakka fyri tveimum
vikum síðani, var talið 135
børn. At kappingin á hesum
sinni varð leikt í Havn
hevur sjálvsagt sínar or-
søkir til vaksandi talið, men
áhugin fyri talvi millum
ung her á landi tykist at
vaksa dag um dag, og er tað
sera gleðiligt.
At hava skil á yvir 200
børnum er ikki nøkur løtt
uppgáva, men gott saman-
spæl millum tey eldru
umboðsfólkini, foreldur og
hjálparar o.a. gjørdi upp-
gáva lættari. Men ikki
slepst undan at nevna at
sera nógv rokan var í fjørð-
uni
í
Eysturskúlanum
sunnudagin
seinnapart.
Stuttligt var at síggja eld-
hugan í eygunum hjá teim-
um yngri tá eitt mát nærk-
aðist, og hinvegin at síggja
skuffilsi tá tap er í eygsjón
og kongurin má leggjast.
Góður
og
hugnaligur
stemningur var millum
børnini, og glað vórðu tey
sanniliga tá heit pizza-
stykkir og sodavatn varð at
fáa ókeypis í steðginum.
Skúlaflokkar
úr
10.
flokki og niður til 5. flokk
kappaðust
sínamillum,
meðan børn úr 1-4. flokki
kappaðust
sínamillum.
Talið av gentum sum lut-
taka er vaksið síðani Oyrar-
bakka-kappingina.
Hjá teimum eldru vann
HT1, framanfyri KTF1.
Triða plássið fekk lið úr
Gøtu. Hjá teimum yngru
vunnu klaksvíkingar, eins
og teir gjørdu á Oyrar-
bakka, meðan lið úr havnini
og Miðvági komu næstir í
røðini.
Tann triða ungdóms- og
barnakappingin verður í
Gøtu leygardagin 16. mars.
Tekning er við at venda sær
til Gøtu Talvfelag (Rein-
hold Isaksen). Sí eisini
www.faroechess.com um
upplýsingar um komandi
kapping.
Gullið má bíða
Rani Nolsøe mátti óvæntað lúta fyri Bernhard Thomsen á øðrum borði hjá Klaksvíkingum
Mynd: Álvur Haraldsen
John Rødgaard og Vestmenningar gjørdu sær rættiliga dælt, tá teir vunnu tryggan sigur á
Havnini, og harvið komu ájavnt Klaksvíkini
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22