týsdagur 5. mars 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 5. mars 2002
25
Sjálvt um tað var
Mjølnir sum byrjaði
best, vóru tað fugl-
firðingar, sum vunnu
seinasta heimadystin
í hesum kappingarár-
inum.
FLOGBÓLTUR, MENN
Sveinur Tróndarson
Fuglfirðingar hava fótað
sær eftir tapið í steypa-
finaluni fyri tveimum vik-
um síðani. Seinastu tveir
dystirnar hava fuglfirðingar
vunnið sínar dystir og tað
vil siga, at teir enn kunnu
fáa eitt avgerðandi orð at
siga um, hvør skal vinna
meistaraheitið í ár. Fugl-
firðingar skulu nevniliga í
dyst móti Fram í Havn
næsta leygardag, og vinna
teir tann dystin, spæla teir
meistaraheitið
upp
í
hendurnar á Fleyr.
Um vikuskiftið hevði ÍF
vitjan av Mjølnir, sum er
botnlið í meistaradeildini
hjá monnum. Og sjálvt um
tað bara er tað eina plássið
millum liðini, hevur leik
liga gongdin í seinastuni
víst, at tað er so stórur
munur á leikliga tilfarinum,
at ÍF átti at vinna ein
rættiliga greiðan sigur.
So einfalt var tað kortini
ikki, og tað vóru eisini
klaksvíkingar, sum byrjaðu
best. Í roynd og veru so
væl, at teir vunnu fyrsta
sett. Næstu settini vóru tað
so fuglfirðingar sum settu
dagsskránna og teir vunnu
tey trý settini sum eftir
vóru. Tó skal sigast, at
munurin í øðrum og triðja
setti var lítil og at talan tí
hevur verði um ein rættiliga
javnan dyst.
Nú næstseinasta umfar er
farið aftur um, verða eyg-
uni vend móti seinasta
vikuskiftinum, har hesi
bæði liðini eru ein partur.
ÍF skal sum sagt spæla móti
Fram, sum er annað boðið
upp á ein meistara, meðan
Mjølnir skal spæla móti
oddaliðnum Fleyr, og tað
verður spennandi at síggja,
hvussu tað fer at gangast.
Tað skal ikki vera nøkur
loyna, at tað verður eitt
stórt vónbrot hjá Fleyr, um
teir
tapa
dystin
móti
Mjølnir. Gamaní skulu vit
hava virðing fyri Mjølnir
og vit skulu eisini hava
orðini hjá Jan Hentze í
huga, um at Mjølnir altíð
stríðist tá Fleyr stendur
hinumegin netið. Sam-
stundis skulu vit hava í
huga, at Mjølnir longu
hevur vunnið ein dyst á
Fleyr í hesum kappingar-
árinum. Vit vita væl, at tað
hendi í fyrru hálvu, og at
Fleyr hevur vent gongdini
síðani, men, men ...
Skráin hjá Fram er ikki
stórt øðrvísi. ÍF hevur fleiri
ferðir víst, at teir ikki lata
seg syfta at størru liðunum,
og tí fær Fram ongan lættan
dyst
næsta
leygardag.
Yngra havnarfelagið veit
tó, at skal meistaraheitið
takast frá Fleyr — og tað er
helst einki teir heldur
kundu hugsað sær — so
skal dysturin móti ÍF vinn-
ast.
Hyggja vit í bøkurnar,
fáa vit at vita, at alt skil
sigur, at Fram og Fleyr
vinna sínar dystir, og at
Fleyr gerst meistari, men,
men ...
Tað eydnaðist ikki
Fleyr at vinna á
sørvingum sunnu-
dagin og tí mugu
havnarmenninir
brynja seg við toli í
eina knappa viku.
Vinna teir dystin
móti Mjølnir eru teir
meistarar. Tapa teir
eru Fram meistarar
FLOGBÓLTUR - MENN
Sveinur Tróndarson
Landskappingin í mans-
flogbólti er ikki avgjørd
enn. Tað er hon ikki av tí, at
Fleyr tapti útidystin í
Sørvági sunnudagin, og tað
vil siga, at tað framvegis
eru tvey lið, sum kunnu
vinna
meistaraheitið
í
mansflogbólti í ár. Fleyr,
sum framvegis liggur best
fyri, og Fram, sum eru
klárir at taka við, um Fleyr
snávar.
Fleyr fór til Sørvágs við
sjálvsálitinum í lagi. Sein-
astu tveir innanhýsis dyst-
irnar móti SÍ hevði Fleyr
nevniliga vunnið og tað
gjørdi ikki útlitini verri, at
SÍ seinasta vikuskiftið tapti
móti ÍF.
Hetta var kortini ikki nóg
mikið og Jan Hentze, leik-
andi venjari hjá Fleyr stað-
festir, at teir ikki vóru nóg
góðir henda dagin. Fleyr
fylgdi væl við í fyrsta og
øðrum setti, men í teimum
seinnu var tað SÍ, sum setti
dagsskránna.
- Í fyrsta setti vóru vit
enn tá framman fyri við 23-
20, so tú kanst gott siga, at
vit sjálvir lorkaðu okkum
sigurin av hondum, sigur
Jan um leikligu gongdina.
Í øðrum setti gekk tó
betri hjá Fleyr. Spælið hekk
betri saman og verjuspælið
koyrdi stak væl. Tað stutta
av tí langa var, at Fleyr
vann hetta setti, og tí sá út
til, at tað kanska skuldi fara
at eydnast at vinna dystin.
Men so varð ikki. SÍ —
og serliga Rajko Petrovic
— komu fyri seg aftur, og
tá avtornaði høvdu sørving-
arnir vunnið ein rættiliga
greiðan 3-1 sigur. Seinastu
tvey settini kundi so einki
sigast til at SÍ vann, heldur
Jan.
- Sørvingarnir spældu í
hesum báðum settunum
væl betri enn vit gjørdu.
Serliga Rajko spældi væl.
Eg haldi ikki at hann tapti
ein tann einasta bólt, sigur
Jan um tveirmetur mannin
hjá sørvingum.
Úrslitið av dystinum í
Sørvági hevur við sær, at
eingin meistari er funnin
enn, og at vit tí skulu til
seinasta leikdag fyri at
finna ein meistara. Tað er
framvegis Fleyr, sum hevur
bestu kortini á hondini,
men Fram kann framvegis
stjala meistaraheitið fyri
nøsini á grannunum. Og
neyvan nakað hevði kenst
teimum betri.
Hetta eru Fleyr leikarar-
nir greiðir um og tí fara teir
at stríðast sum úlvar tá teir
fara á vøllin í seinasta dyst-
inum móti Mjølnir.
- Trupulleikin er, at vit
langt síðani eru útnevndir
at vera meistarar av tí at vit
»bara« hava Mjølnir sein-
asta dyst. So einfalt er tað
ikki, tí talan er um ein
klassikara og í einum slík-
um kann alt henda. Spurn-
ingurin er eisini um Trygvi
er klárur aftur, tí er hann
tað er talan um eitt heilt
annað Mjølnir lið enn tað
sum vit hava sæð í sein-
astuni, sigur Jan
Fleyrvenjarin ivast ikki í,
at hansara leikarar eru
uppsettir at vinna, men
hann veit samstundis, at
mótstøðuliðið kemur til
Havnar fyri at gera teimum
fortreð. Kortini vónar hann,
at tað fer at eydnast at
vinna, kanska serliga tí, at
felagið fyllir 25 ár í ár.
Felagið hjá føroyskum
fótbóltsdómarum varð
hetta vikuskiftið savnað
á Hotel Føroyum.
Á skránni vóru tvinnir
lutir. Ein var árliga dóm-
araskeiðið, har dómar-
arnir hesuferð høvdu
vitjan av navnframa
dananum, Peter Mikkel-
sen, og sum skilst á
lagnum, vóru luttakarar-
nir sera væl nøgdir við
skeiðið. Ein partur av
skeiðnum var annars ein
heldur forkunnugur pall-
borðsfundur við luttøku
frá venjar-, spælara-,
dómara- og fjølmiðla-
síðuni. Tann sonvenda
»fótbóltsfamiljan«, og
hóast fatanirnar ikki
vóru heilt eins frá øllum
pørtum, so er einki at
ivast í, at ein slíkur kjak-
fundur kann vera við-
virkandi til framhald-
andi menning fyri dóm-
ararnar.
Hin luturin, sum eisini
var á skránni um viku-
skiftið var árligi aðal-
fundurin. Her skuldi
nýggjur formaður finn-
ast, nú Erling Eysturoy
ikki ynskti at halda fram
í sessinum, og varð
Petur Skarðenni úr Leir-
vík kosin sum nýggjur
formaður. Erling Eyst-
uroy heldur tó fram í
nevndini sum skrivari,
og afturat sær hava teir
báðir
Jákup
Martin
Kjeld úr Runavík, með-
an Jens Brattaberg úr
Vági er tiltakslimur.
Lassin Isaksen, sum
hevur verið í nevndini í
drúgt áramál, tók ikki
við afturvali.
Petur er
formaður
Petur Skarðenni úr
Leirvík er nýggjur for-
maður í fótbóltsdómara-
felagnum
ÍF — Mjølnir 3-1 (18-25, 25-22, 25-23, 25-20)
ÍF vann tryggan sigur
Júst ÍF og Mjølnir fáa komandi vikuskifti avgerandi leiklutir,
tá FM-heitið skal plaserast
SÍ — Fleyr 3-1 (26-24, 22-25, 25-14, 25-19)
Fleyr má bíða eina viku enn
Fleyr hevur enn ikki tryggjað sær meistaraheitið. SÍ sýndist
hesa ferð ov sterkt fyri havnarmenninar, sum nú skulu basa
Mjølni, um meistaraheitið skal gerast veruleiki
25
24
Nr. 44 - 5. mars 2002
Fyri aðru ferð í ár
vunnu Kyndils
kvinnur á VB, og nú
tykist vandin fyri
niðurflyting at vera
skumpaður nakað
burtur
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Besta
kvinnuliðið
hjá
Kyndli hevur staðið seg alt
annað enn væl hetta kapp-
ingarárið. Vónbrot oman á
vónbrot hava viðført, at
liðið stóran part av vetrin-
um hevur verið í beinleiðis
vanda fyri niðurflyting. Í
grundspælinum var at kalla
bert ein einstakur glotti, tá
tær út- og niðurspældu VB í
dystinum í Havn, og kanska
var tað júst hetta, sum
gjørdi, at tær grønu høvdu
gott treysti, tá tær nú aftur
fingu vitjan av VB.
Høvdu munin
VB-kvinnurnar
vóru
kanska eisini nakað skerd-
ar. Vanligi málverjin, Timea
Vargeo,
verður
neyvan
aftur at síggja á vøllinum í
ár, og tá Guðrun í Lágabø
ikki fekk verið við vegna
arbeiði, var Ingva Vester-
gaard hesaferð einsamøll
um at verja málið. Hartil
kom, at VB bert hevði átta
útileikarar við til dystin, so
alt í alt var liðið heldur
skert.
Tað skal tó ikki sigast, at
tað var hetta, sum var
orsøkin til, at tað aftur
eydnaðist Kyndli at vinna
heimadystin á VB. Kyndil
var stórsta partin av dyst-
inum betra liðið. Hóast VB
frá byrjan legði nógva orku
í at steðga Anniku Ljósstein
og Lotte Sørensen, so
megnaðu hinar á liðnum
alla tíðina at bróta ígjøg-
num VB-verjuna.
Longu frá byrjan royndi
heimaliðið at leggja sjógv
ímillum, og tó at VB so
hvørt megnaði at svara
aftur, so var dystargongdin
sum eitt væl spent elastik,
har Kyndil hevði fatur í
rætta endanum. Munurin
toygdist nakað, minkaði
síðani aftur, toygdist aftur
og so framvegis. Alla tíðina
var tað Kyndil, sum dróg á,
men VB treiskaðist tó alla
tíðina.
Áður hevur tað ofta verið
so, at Kyndil hevur mist
mótið, tá liðið hevur havt
nakað at mótburði, men
soleiðis var ongan tíð
sunnudagin. Tær mistu
hvørki leiðsluna ella trúnna
uppá, at hendan kundi
haldast,
og
serstakliga
seinastu løtuna kom hetta
til sjóndar.
Fyrst hevði Kyndil við 10
minuttum eftir lagt seg á
odda við fimm málum, og
tá VB so hevði hug at svara
aftur, gjørdi Kyndil bart.
Trý mál í tveir minuttir setti
alt upp á pláss, og so kundi
VB ikki gera stórt meira.
Avgerandi
Fyri bæði liðini var útfallið
av dystinum rættiliga av-
gerandi fyri kappingarárið.
Kyndil slapp sær við sigr-
inum tvey stig burtur frá
Sóljuni í botninum, og hesi
kunnu vísa seg at hava
avgerandi týdning. Sóljan
eigur ein dyst til góðar frá
grundspælinum, men eftir
úrslitunum í seinastuni at
døma, so fer hesin neyvan
at geva stig, og um so er, so
hevur Kyndil helst ráð at
tapa dytstin á Giljanesi,
sum annars tóktist at kunna
gerast ein rættur lagnu-
dystur.
Fyri VB merkti tapið, at
tær allar helst eru dotnar
niður ímillum í stríðnum
um heiðursmerki. Hetta er
nú blivið til eitt stríð
millum Neistan og Sóljuna,
og er fremsta orsøkin til
hetta júst teir báðir dyst-
irnir í Havn móti Kyndli,
har VB einki hevur fingið.
Dysturin í tølum
Kyndil-VB 29-25 (12-11)
Málskjúttar:
Kyndil: Ann Mari Wang 6,
Lotte Sørensen 6(3), Linda
Weihe 4, Ann Hansen 4,
Jensia Petersen 3, Annika
Ljósstein 2, Rakul N. Joen-
sen 2, Marjun Tróndarson
1, Palma Petersen 1
VB: Regina Radó 7(2),
Gabriella Fekete 7, Durita
Rouch 5, Sólrun Krosslá 3,
Margreth Augustinussen 2,
Rannvá Augustinussen 1
Brotskøst: Kyndil 6, VB 2
Útvísingar: Kyndil 3, VB 1
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen & Páll
Nólsoy.
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t mál mál munur stig
1 VÍF
9
9 - 0 - 0 611 370
241
30
2 Neistin
10
6 - 1 - 3 499 433
66
21
3 Stjørnan 9
5 - 1 - 3 514 432
82
20
4 VB
9
5 - 1 - 3 491 498
-7
17
5 StÍF
8
3 - 0 - 5 384 469
-85
7
6 Kyndil
9
1 - 1 - 7 473 561
-88
6
7 Sóljan
10
1 - 0 - 9 407 616
-209
4
1. Deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t mál mál munur stig
1 VÍF
9
8 - 0 - 1 632 534
98
27
2 Neistin
9
7 - 0 - 2 657 552
105
24
3 StÍF
8
6 - 0 - 2 558 539
19
18
4 Kyndil
9
4 - 1 - 4 497 552
-55
11
5 Tjaldur
9
3 - 0 - 6 534 595
-61
10
6 H71
9
0 - 2 - 7 582 633
-51
8
7 KÍF
9
1 - 1 - 7 552 607
-55
7
Máltindarnir
Kvinnur
Asta Petrauskiene
Sóljan
180
(27)
Simona Dziugyte
Stjørnan
164
(51)
Ioana Rápa
VÍF
150
(36)
Lotte Sørensen
Kyndil
143
(61)
Gabriella Fekete
VB
123
(32)
Regina Radó
VB
104
(24)
Annika Ljósstein
Kyndil
100
(14)
Ileana Manulescu
StÍF
100
(17)
Katrin á Neystabø
Neistin
100
(37)
Joan M. Joensen
Stjørnan
95
(8)
Sóley Mikkelsen
VÍF
93
(16)
Anna K. Samson
Stjørnan
87
(1)
Jacklin Durhuus
VÍF
84
(4)
Andrijana Milodanovic Stjørnan
82
(13)
Gunnleyg Berg
Neistin
81
(13)
Menn:
Bjarni Wardum
H71
155
(33)
Heini Joensen
Neistin
155
(46)
Jacob Jónsson
Neistin
132
(15)
Høgni Klein
Kyndil
124
(10)
Sámal Joensen
VÍF
124
(21)
Halgir Dahl Olesen
H71
119
(12)
Finnur Hansson
H71
117
(23)
Sverri Justinussen
Tjaldur
116
(17)
Costin Dumitrescu
StÍF
116
(35)
Dragisa Stojovic
Tjaldur
114
Durica Tomic
KÍF
110
(33)
Ingi Olsen
VÍF
105
(12)
Artur Johansen
StÍF
104
(11)
Iljan Topic
KÍF
102
Áki Olsen
VÍF
98
(11)
Kyndil-VB 29-25 (12-11):
Bjarging í eygsjón
Aðru ferð í ár vann Kyndil á VB, og júst hesir báðir
sigrarnir tykjast nú at gerast bjargingin hjá
havnarliðnum
C
M
Y
K
24