týsdagur 5. mars 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 44 - 5. mars 2002
Nr. 44 - 5. mars 2002
27
Hon feyk inn á politiska
leikpallin sum eitt fok á
fólkatingsvalinum 20. nov-
ember. Hon hevði ongantíð
áður roynt seg sum politik-
ara, men helt seg ikki aftur
undir valstríðnum, og úr-
slitið gjørdist, at hon varð
nummar trý á listanum hjá
Tjóðveldisflokkinum við
361 atkvøðum. Við Høgna
Hoydal sitandi úti í lands-
stýrinum er hon varamaður
á fólkatingi. Hennara fak-
liga bakgrund er sum fáum
givið; hon kann um stutta
tíð kalla seg bæði fyri løg-
frøðing (cand.jur) og bú-
skaparfrøðing (cand.polit).
Eisini er hon umvegis fjar-
lestur í holt við eina sokall-
aða MBA-útbúgving. Hon
er í dag 26 ára gomul. Hon
er gift við Ronnie Háfoss
og saman eiga tey seks
mánaðir gomlu Hildur. Í
løtuni ger hon seg lidna við
útbúgvingina sum løgfrøð-
ing og ger seg til reiðar til
tað komandi valstríðið.
–Eg havi altíð havt sera
stóran áhuga fyri samfelag-
num og politikki sum heild.
Tískil havi eg fylgt væl við
í eitt nú politisku avgerð-
unum, ið tiknar hava verið
gjøgnum árini, og havi eg
langt frá altíð verið nøgd.
Haldi, at tað er so lætt at
sita heima og vera ónøgd,
men so leingi ein ikki sjálv-
ur velur at royna at fáa á-
virkan, so kann
ein ikki eins
væl rættvísgera
kritikk av nú-
verandi politik-
arum, sigur Kri-
stina Háfoss, sum vónar at
fáa møguleikan at gera vart
við seg á tingi eftir løg-
tingsvalið.
Tað besta frá øllum
Nú Kristina hevur ferðast í
lærdum umhvørvi í longri
tíð, hevur hon hoyrt eitt
sindur til teori og hugsanir.
Sjálv roynir hon at halda
seg so nøkunlunda á miðju-
ni.
–Tíðin er farin frá teim-
um stóru hugsjóninum.
Heimurin er ikki longur
býttur í ein kommunistisk-
an og ein kapitalistiskan
part – eiheldur í ein sosial-
istiskan og liberalistiskan
part. Neyðugt er vera opin
fyri at kanna allar møgu-
leikar til tess at skipa eitt
samfelag á bestan hátt.
Tískil ræður um at taka
tað besta frá sosialismuni
og tað besta frá liberal-
ismuni til tess at sameina
hesi í eina sosial-liberal-
ismu, heldur Kristina.
Hon sigur seg kenna seg
sjálva rættiliga nógv í
miðjuni, men er nokk eitt
sindur til høgru, um hon
skal taka dagar ímillum,
men vil nýta frá báðum síð-
um, sum hon tekur til.
Á listanum yvir mál, ið
Kristina hevur tokkað til, er
pláss fyri sosialum eins og
búskaparligum málum. Eitt
sterkt vinnulív og eitt trygt
vælferðasamfelag eru tætt
knýtt at hvørjum øðrum. Tí
eru
vinnulívspolitikkur,
familjumál og eldraum-
sorgan mál, ið í hava henn-
ara áhuga eins og útbúgv-
ingar-, granskingar- og
mentamál verða raðfest
høgt.
–Tjóðveldisflokkurin hev-
ur orðað nøkur stevnumið,
ið vit ætla at dagføra so líð-
andi, har vit leggja dent á at
greiða frá, hvussu vit
ynskja at skipa føroyska
samfelagið — bæði fyri og
eftir at Føroya gerast sjálv-
støðugt land. Hetta eru
sjónarmið, ið breið semja
er um í flokkinum, hóast
Tjóðveldisflokkurin er ein
øgiliga breiður flokkur við
fólki bæði til vinstu og til
høgru, sigur Kristina Há-
foss.
Eitt nú spurningin um
privatisering kennir Kris-
tina sum eitt sera hugsjón-
arligan fyribrigdi. Á hesum
økinum hevur hon tað sjón-
armið, at tað almenna ikki
skal reka fyritøkur, men
halda seg til at reka vanlig-
ar almennar tænastur, með-
an tað privata tekur sær av
øllum øðrum vinnuvirk-
semi. Tað almenna skal
sjálvsagt skapa teir karmar,
ið vinnulívið skal virka
undir og er týðandi at skapa
góðar karmar fyri vinnu-
lívinum, skal føroyski bú-
skapurin gerast ein sterkur
sjálvberandi búskapur.
Verða
privatiseringar
framdar á røttum staði vilja
tær gagna tí føroyska sam-
felagnum.
Almanna-, heilsu- og
skúlamál eiga at verða al-
mennar tænastur, men eins
og loyvi er í dag skal verða
pláss fyri privatpraksis hjá
læknum, privatskúlum v.m.
Somuleiðis eigur pláss
verða fyri at útbjóða partar
av tænastunum, eitt nú rein-
gerð og matgerð.
Tá ið tað kemur til hvørj-
ir stovnar skulu einskiljast
er rætt at byrja
við at privati-
sera tær privatu
fyritøkurnar, ið
gjørdust
al-
mennar vegna
kreppuloysnirnar. Talan er
her um Føroya Banka
(Fíggingargrunnurin
frá
1992), Føroya Fiskavirking
og Framtaksgrunnurin.
Av tí, at føroyska sam-
felagið er so lítið og kapp-
ingin so avmarkað skal tó
ansast eftir, at alment
monopol ikki gerst til privat
monopol. Um so verður er
betri at varðveita á almenn-
um hondum.
Somuleiðis heldur hon, at
føroyingar ikki nýtast at
vera bangnir fyri útlendsk-
um kapitali, tí hetta kann
eisini gagna føroyska sam-
felagnum.
–Treytin fyri privatiser-
ing og útbjóðing av al-
mennum tænastum er fyrst
og fremst, at borgarin fær
eina betri og bíligari tæn-
astu. Royndirnar við út-
bjóðing á samferðsluøki-
num og ætlanirnar Postverk
Føroya eru eftir mínum
tykki dømir um ætlanir, ið
sum er ikki bera í sær
fyrimunir fyri borgaran,
heldur Kristina.
Kristina sigur seg vera
fegnan um, at Føroyar á
vinnulívsøkinum stórtsæð
eru slopnar undan einum
studningsbúskapi, tí hetta
hevði ógvuliga keðilig árin
á føroyska vinnulívið og
búskapin sum heild.
–Vit skulu halda okkum
burtur frá studningsbúskapi
– tá ið umræður vinnulívið
við vinnulívsstudningi eins
væl og samfelagið við
ríkisstuðli – og soleiðis
arbeiða fram ímóti einum
tryggum og sjálvberandi
føroyskum
búskapi
til
frama fyri øll, ið sjálvsagt
verður grundaður á føroy-
skar framleiðsluinntøkur og
fíggjaríløgur, sigur Kris-
tina.
Fullveldi – framtíð
Hugtakið fullveldi var ov-
ast á dagsskránni við sein-
asta løgtingsval. Seinastu
fýra árini hevur fullveldi
støðugt verið uppi at vent,
og landsstýrið hevur í fleiri
ætlanum roynt at rokkið
málinum, og tað er einki at
taka seg aftur í, at tað eina-
mest hevur verið Tjóð-
veldisflokkurin, ið hevur
gingið á odda fyri fullveldi-
num. Kristina hevur eisini
sjálvt verið fortalari fyri
fullveldinum, har tað mest
hava verið tey búskaparligu
sjónarmiðini, ið hon hevur
ført fram.
Búskaparliga vil tað,
sambært Kristinu, eisini
viðføra batar fyri Føroyar at
fáa fullveldið, og hetta
skyldast einamest tí, at Før-
oyar fáa ein sjálvberandi
búskap, eitt meira kapping-
arført vinnulív og betri
samskiftis- og handils-
møguleikar við útlond.
Kristina tekur undir við
løgtingssamtyktini
um
Sjálvstýri Føroya Fólks og
harvið teirri tilgongdini, ið
koyrir eftir tí leisti, at ar-
beitt verður framímóti at
yvirtaka
málsøki
eftir
heimastýrislógini og síðani
hava eina fólkaatkvøðu um
fullveldi.
–Tjóðveldisflokkurin ynsk-
ir at seta dagsskránna fram
til eitt fullveldi, men vit
ynskja so sanniliga eisini at
seta dagsskránna eftir eitt
fullveldi, sigur Kristina.
Ein skynsamur búskapar-
politikkur er altavgerandi
hjá Kristinu um fullveldi
skal vera veruleiki.
Í spurninginum um ein
framtíðar føroyskan bú-
skap, so væntar Kristina, at
vit eitt nú fara at síggja ein
munandi øðrvísi arbeiðs-
marknað, ið leggur upp fyri
fleiri tingum, enn hann hev-
ur gjørt frammanundan.
Her verður hugsað um, at
tað verður gjørt lættari og
høgligari hjá fólki í ynskja
niðursetta tíð ella alterna-
tiva arbeiðstíð á annan hátt,
eitt nú eldri fólk og fólk við
smærri børnum.
–Eg rokni við, at vit fara
at síggja eina øðrvísi ar-
beiðsmarknað, ið verður
meira flexibul, og eftirlønir,
barsilsskipanir v.m. fara í
framtíðini eisini at verða
fíggjaðar meira av arbeiðs-
marknaðinum. Helst fer
inntøkuskatturin eisini at
gerast lægri, meðan skattur
og avgjøld á heilsuskaðiligt
og dálkandi virksemi fer at
hækka. Samstundis rokni
eg við, at framtíðarbúskap-
urin fer at verða merktur av
størri tænastusektori og
fleiri vælferðartænastum.
Føroyskt vinnulív fer sam-
stundis at gerast munandi
meira fjøllbroytt, har olju-
vinnan og fiskivinna fara at
spæla ein tððandi leiklut,
men har tænastuvinnur og
vinnur við tilknýti til ment-
an og gransking fara at fáa
størri leiklut enn í dag, sig-
ur Kristina.
Tað nógv umtalaða pen-
sjónsøki sær Kristina eisini
sum eitt álvarsmál, sum
krevur eina heildarloysn.
Álvarsmál tí núverandi
skipan er bygd á aðrar fyri-
treytir enn tær framtíðin
hevur at bjóða. Nú tey í ar-
beiðsføra aldrinum gerast
alsamt færri og tey eldri
fleiri í tali, verður eitt nú
neyðugt við eini nðggjari
eftirlønarskipan. Neyðugt
er, at nðggj eftirlønarskipan
verður sett í verk, ið tryggj-
ar, at øll á arbeiðsmark-
naðinum gjalda í skipan, ið
er óheft av landskassanum,
meðan landskassin ella
annar
óheftur
grunnur
Kristina Háfoss:
Tíðin er farin frá teimum stóru hugsjónunum
–Tíðin er farin frá teimum stóru
hugsjónunum. Sjálv haldi eg meg liggja á
miðjuni møguliga eitt lítið vet til høgru, men
eg fari ikki at knýta meg at nakrari politiskari
hugsjón, sigur Kristina Háfoss, sum kennir
eina trygga búskapartilgongd, í sambandi við
fullveldistilgongdina sum sítt búskaparliga
aðalmál, nú hon bjóðar seg fram til
løgtingsvalið
LØGTINGSVAL/SAMRØÐA
Heri á Rógvi
Kristina Háfoss streyk inn á politiska pallin í Føroyum við seinasta fólkatingsval. og hon ætlar sær víðari inn á Føroya løgting.
Hon hevur útbúgving bæði sum búskaparfrøðingur og løgfrøðingur. Á myndini situr hon undir seks mánaðir gomlu dóttrini,
Hildur.
Mynd: Jens Kristian Vang.
Vit hava sostatt í dag ein sera væl
konsoleraðan búskap, ið er til reiðar
at standa ímóti hvørt av sínum.
síðan kemur at hefta fyri
tey, ið ikki eru før fyri at
gjalda í hesa skipan – hetta
til
tess
at
tryggja
samhaldsfesti. Á henda hátt
verður pensión tryggja
øllum sum ein rættur og
ikki nakað, ið verður heft at
fíggjarligu støðu lands-
kassans ella nýtt sum poli-
tisk valagn fjóðra hvørt ár.
Somuleiðis má farast
undir eina heildarætlan inn-
an eldraøkið, ið umfatar
vardar íbúðir, ellis- og røkt-
arheim, heimahjálp, sjúkra-
hús, flexiblan arbeiðsmark-
nað o.s.fr. Hartil eiga karm-
arnir hjá barnafamiljum at
gerast nógv betur. Nú al-
samt færri verða at gjalda
fyri alsamt fleiri eldri er al-
neyðugt, at familjur verða
stuðlaðar í at fáa børn – eitt
nú við longri barsilstíð,
betri barnagarðsmøguleik-
um og syskinaavsláttri,
størri barnafrádrátti o.s.fr,
heldur Kristina.
–Tað er samstundis týd-
ningarmikið, at fólk ikki
misskilja týdningin av før-
oyskum fullveldi. Havi
hoyrt fólk siga, at vit við
fullveldi isolera okkum í
Norðuratlantshavi,
men
hetta er júst tað øvugta av
veruleiknum. Sum sjálv-
støðu tjóð vilja vit fáa
møguleika fyri samstarvi á
jøvnum føti við alheims
lond og vil hetta geva før-
oyska vinnulívinum og
samfelagnum sum heild
nýggjar óroyndar møgul-
leikar.
Viðvíkjandi gjaldoyra-
politikki, so kemur egið
sjálvstøðugt gjaldoyra ikki
uppá tal, tí vit eru alt ov lítil
búskapur til at hava egið
gjaldoyra, sigur Kristina.
Hóast tað verður tosað
um búskaparlig afturstig í
heiminum, so stúrir Kris-
tina ikki fyri hesum.
–Hóast partar av fiski-
vinnuni hava trupulleikar
av marknaðarprísinum er
onki sum bendir á, at nakað
stórt afturstig er á veg.
Trupulleikarnir við ES við-
víkjandi laksi og svartkjafti
verða vónandi loystir við
komandi ES-samráðingar.
Altjóða verður eisini tosað
um, at búskapurin er á veg
upp úr tí aldudali, ið bú-
skapurin hevur verið í sein-
astu tíðina og skuldið hetta
fingið marknaðarprísin at
stiga aftur.
Samstundis kunnu vit
eisini vænta økt virksemi
komandi 4 árini í fer at
standast av oljuleiting og
møguligari oljuframleiðslu.
Verður hildið áfram við
varna búskaparpolitikki-
num er soleiðis alt sum tal-
ar fyri, at vit kunnu yvir-
taka seinastu málsøkini og
gera okkum umsitingar-
liga-, politiskt- og búskap-
arliga óheft av Danmark,
sigur Kristina.
Blokkur –
búskaparvøkstur
–Í dag taka føroyskir
myndugleikar ímóti pen-
ingi fyri at lata donsku
stjórnini vald. Hartil kann
nevnast, at sambært sein-
astu skjølunum, ið eru
komin fram viðvíkjandi
ríkisstuðlinum til Føroyar
er greitt, at danski staturin
valdi at gera Føroyar heftar
at donsku ríkisveitingini til
tess at gera tað truplari fyri
Føroyar at gerast óheftar av
Danmark - føroyingar hava
tó sjálvir gjørt av at nýta
henda pening, sigur Kris-
tina.
Hon hevur gjørt upp, at
ríkisstuðulin hevur havt
nógv árin á føroyska bú-
skapin. Millum hesi teljast
ringárin, (multiplikator),
størri kreditvirði og verri
kappingarevni. Harafturat
nevnir Kristina eisini, at
ríkisstuðulin hevur havt tað
árini, at Føroyar eru vorð-
nar minni politiskt-, umsit-
ingarliga- og búskaparliga
sjálvbjargnar og verri fyri
at fyrireika okkum til kon-
jukturbroytingar
vegna
verri gjøgnum skygni.
–Eftir 4 ár við fullveldis-
ætlanini hægst á dags-
skránni er føroyski búskap-
urin sera lítið heftur av dan-
ska ríkisstuðlinum. Gongd-
in seinastu árini hevur bor-
ið við sær, at alsamt minni
partur av ríkisstuðlinum
verður nýttur úti í sam-
felagnum og harvið skapast
nærum ongin ringárin av
ríkisstuðulinum
í
dag.
Ríkisstuðulin kemur fyri
tað mesta upp í føroyska
búskapin sum inntøka hjá
landskassanum, og skal tí-
skil broytast til eftirspurn-
ing eftir arbeiðsmegi og til-
fari, áðrenn stuðulin hevur
nakra ávirkan á BTÚ og
ringárin á føroyska búskap-
in. Í dag verður bert uml.
7% av ríkisstuðlinum nýtt-
ur til almennar útreiðslur –
hartil koma útreiðslur til
niðurgjalding av uttan-
landaskuld. Ríksstuðulin
hevur tískil ongantíð havt
so lítlan tðdning sum í dag,
síðan hann kom inn í føroy-
ska búskapin, vísir Kristina
á.
Millum árinini av ríkis-
stuðulinum er, sambært
Kristinu, verri kappingar-
evni hjá føroyska vinnulívi-
num. Ríkisstuðulin hevur
gjørt tað torført hjá vinnu-
greinum, ið eru í kapping
við vinnugreinir uttanlands
vegna hægri prís- og lønar-
støði í Føroyum við enn
uttan blokki. Innflutningur
av útlendskari arbeiðsmegi
til fiskivinnuna hevur tó
gjørt, at høga lønarlagið
hevur havt minni ávirkan
enn annars.
Kristina sigur, at ríki-
stuðulin hevur sum áður-
nevnt eisini havt nøkur góð
árin fyri føroyska sam-
felagið, eitt nú lægri rentu-
støði (vegna danska kredit-
virðið) og somuleiðis er in-
frastrukturur v.m. bygdur í
størri mun enn uttan ríkis-
stuðul.
–Skal takast samanum
haldi eg, at ríkisstuðulin
hevur borið við sær fleiri
negativ árin enn positiv –
serstakliga við atliti til okk-
ara
sjálvbjargni,
sigur
Kristina.
Sitandi samgonga –
búskaparstýring
Vit settu eisini Kristinu
spurningin um, hvussu sit-
andi samgonga hesi sein-
astu fýra árini hevur ávirk-
að føroyska búskapin. Sum
heild kennir Kristina tey
seinastu
fýra
árini sum eina
góða tíð fyri
tann føroyska
búskapin. Eis-
ini
innanfyri
stýring av búskapinum er
ein menning farin fram, so-
leiðis at mann er klárur til
at taka á ein sjálvberandi
fullveldisbúskap.
–Ráðgevingin í Føroyum
hevur seinastu árini – ikki
bert tey seinastu fýra árini –
gjørt stór framstig, og vit
hava í Føroyum eina góða,
óhefta búskaparráðgeving
umvegis eitt nú Búskapar-
ráðið, Landsbankan, Fíggj-
armálastýrið, Hagstovuna,
og hetta eiga vit at halda
áfram við. Vit eiga harum-
framt at fáa fleiri fólk til at
menna búskapartólini og
ráðgevingina – har eiga vit
ikki
at
spara,
heldur
Kristina.
Vit hava leingi verið
afturúrsigld tá ið umræður
eitt nú prístal og tjóðar-
roknskap — men við bert
heilt fáum fólkum afturat,
so vilja vit vera munandi
betri fyri. Ein orsøk til, at
tað gekk so illa í 80’unum
var, at man ikki varð
kunnaður um, hvussu bú-
skaparstøðan var. Politik-
ararnir vóru heldur ikki
áhugaðir í at seta fólk í um-
sitingina, tí tað var ein góð
støða fyri teir at gera sum
teimum lysti vitandi um, at
rokningin
kom
kanska
tíggju ár seinni, sigur Kris-
tina.
Hjá Kristinu er sum sagt
einki at taka seg aftur í, at
seinastu fýra árini hava ver-
ið góð fyri búskapin, og
gongdin hevur m.a. ført við
sær, at nettuuttanlands-
skuldin er vorðin til eina
milliard í ogn. Landskass-
ans skuld er tó enn 3,6 mia.
kr., men hinvegin er lands-
ins uppsparing í Lands-
bankanum 2,5 mia. kr. og
eigur landið hartil aðrar
ognir í grunnum og feløg-
um, ið eru mettar at verða
uml. 4,5 mia. kr.
–Vit hava sostatt í dag ein
sera væl konsoleraðan bú-
skap, ið er til reiðar at
standa ímóti hvørt av sín-
um. Bara yvirskotið á al-
mennu fíggjarætlanini fyri
2001 er mest sannlíkt 800
mió, og hetta sigur ikki so
lítið, sigur Kristina.
–Hetta skyldast bæði
teirri góðu búskaparstýr-
ing, ið hevur verið við full-
veldisleistinum, men skyld-
ast í stóran mun tað stóra
arbeiðið, ið føroyingar hava
lagt í, at koma føroyska bú-
skapinum aftur á rættkjøl.
Hartil hava tað verið góðar
tíðir í Føroyum seinastu
fýra árini við m.a. høgum
fiskaprísum
og
góðum
fiskiskapi, sigur Kristina.
Størstin vandin er, at vit
fáa ein yvirupphitaðan bú-
skap í Føroyum.
–Búskaparliga
liggur
størsti vandin í dag í, at vit
kunnu koma til at yvirupp-
hita búskapin. Longu í dag
er vandi á veg. Vit hava
samstundis hoyrt serstak-
liga stóru andstøðuflokkar-
nar boða frá stórum eyka
útreiðslum sleppa teir fram-
at landsins leiðslu eftir
komandi val. Fer hetta at
henda fer føroyski búskap-
urin aftur at ovurhitast, við
at prís- og lønarstøðið
veksur, at kappingarførið
versnar og harvið útflutn-
ingur minkar o.s.fr. Hetta er
tann veruligi búskaparligi
vandin í dag, heldur Kris-
tina.
Oljan –
búskapargrunnur
Sum áður nevnt so fær ein
møgulig komandi olju-
vinnu stóra ávirkan á føroy-
ska samfelagið og føroyska
búskapin.
–Oljuvinnan er ein kær-
komin møguleiki fyri Før-
oyar at fáa enn eina
høvuðsvinnu.
Sum so ofta hevur verið
víst á, kunnu tó eisini nega-
tiv árin standast
av eini olju-
vinnu – serstak-
liga mentunar-
ligt og sosialt –
men haldi eg, at
vit ikki skulu ræðast hesi
árin so nógv, um vit bert
eru væl fyrireikað, sigur
Kristina.
Góðar fyrireikingar eru
sera tðdningarmiklar í sam-
bandi við eina komandi
oljuvinnu fyri Kristinu. Eitt
nú skulu fleiri viðurskifti
tillagast tí, at tað væntandi
koma munandi fleiri út-
lendingar til Føroya.
Tá tosað verður búskap-
arligu stðringina, er Kris-
tina heit talskvinna fyri, at
ein búskapargrunnur verð-
ur settur á stovn. Afturat
búskapargrunni krevst ein
varligur búskaparpolitik-
kur.
–Viðvíkjandi fyrireiking
av búskapinum so er klárt
at Búskapargrunnurin verð-
ur eitt av teimum amboð-
um, ið kemur at standa
mest sentralt. Neyðugt er,
at møguligur oljupeningur
ikki fær loyvi at floyma
beinleiðis inn á fíggjar-
ætlanina, men at beinleiðis
inntøkur frá oljuvinnuni
verða settar í Búskapar-
grunnin. Somuleiðis eiga
aðrar inntøkur, sum ikki eru
varandi at verða koyrdar í
Búskapargrunnin. Tað, ið
eftir er av ríkisstuðlinum
eigur eisini so líðandi at
verða latið í Búskapar-
grunnin.
Síðan skal rentuavkastið
frá grunninum nðtast til
frama fyri okkum og eftir-
komarum okkara. Tryggja
vit ikki, at beinleiðis inn-
tøkurnar frá oljuvinnuni
fara í grunn og verða ver-
andi har, kunnu inntøkur
frá oljuvinnuni fáa somu
ávirkan á føroyska búskap-
in og ríkisstuðulin hevur
havt. Hetta má ikki henda,
sigur ein avgjørd Kristina.
Og avkastið frá Búskap-
argrunninum skal heldur í
landskassan enn út í sam-
felagið í oljukekki.
–Avkastið frá grunninum
skal nýtast har stórst tørvur
er og til at reka skilagóða
búskaparstýring. Fer av-
kastið í landskassan heldur
enn sum kekkur út til borg-
aran, fær borgarin jú eisini
henda pening umvegis betri
tænastur, lægri skatt og ein
tryggari
búskap,
metir
Kristina.
Kristina stríðist tað næstu
tíðina við at gera seg lidna
sum løgfrøðing. Hon verð-
ur væntandi liðugum fáar
vikur, og tá fer øll orkan til
politikk og valstríð, har hon
ætlar at gerast sítt fyri at
sleppa inn á ting.
Tjóðveldisflokkurin ynskir at seta
dagsskránna fram til eitt fullveldi, men
vit ynskja so sanniliga eisini at seta
dagsskránna eftir eitt fullveldi
–Eftir 4 ár við fullveldisætlanini hægst á
dagsskánni er føroyski búskapurin sera
lítið heftur av danska ríkisstuðlinum.
Gongdin seinastu árini hevur borið við
sær, at alsamt minni partur av
ríkisstuðlinum verður nýttur úti í
samfelagnum og harvið skapast nærum
ongin ringárin av ríkisstuðulinum í dag.
Ríkisstuðulin kemur fyri tað mesta upp í
føroyska búskapin sum inntøka hjá
landskassanum, og skal tískil broytast til
eftirspurning eftir arbeiðsmegi og tilfari,
áðrenn stuðulin hevur nakra ávirkan á
BTÚ og ringárin á føroyska búskapin. Í
dag verður bert uml. 7% av
ríkisstuðlinum nýttur til almennar
útreiðslur – hartil koma útreiðslur til
rentur og avdrøg av uttanlandaskuld.
Ríksstuðulin hevur tískil ongantíð havt
so lítlan tðdning sum í dag, síðan hann
kom inn í føroyska búskapin, vísir
Kristina á.
Mynd: Jens Kristian Vang.
C
M
Y
K
27
26