týsdagur 5. mars 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 44 - 5. mars 2002
Nr. 44 - 5. mars 2002
29
SKEIÐ
Alzheimerfelagið
Hvussu eru vit saman við
teimum dementu?
Minnið, hvat er tað?
Sorg.
Ótti.
Samvitska.
Hesi eru nøkur av evnu-
num, sum verða viðgjørd
á skeiði í MBF-húsinum
mánadagin tann 11.mars
kl. 9 – 16. Tað er Elsa
Zachariasen, sum stend-
ur fyri skeiðinum. Elsa er
útbúgvin
sjúkrasystir,
hon er demensráðgevi og
arbeiðir sum deildarleið-
ari á einari demensdeild í
Brøndby.
Hon
hevur
drúgvar
royndir
sum
undirvísari og fyrilestrar-
haldari um demens.
Í mesta lagi 20 fólk
sleppa við á skeiðið.
Tilmelding
á
tlf.
313102 ella teldupost:
sigmo@post.olivant.fo
Fýra valevni eru á
listanum
UPPSTILLING
Eirikur Lindenskov
Umframt eitt valevni úr
hvørjari av teimum stóru
bygdunum, stillar Javn-
aðarflokkurin upp eitt
valevni fyri SU.
Seinast Javnaðarflokk-
urin hevði løgtingsmann
í Vágum var í valskeið-
num 1990 – 94, tá Frank
Davidsen
umboðaði
flokkin á tingi. Hann fall
við valið í 1994 og still-
aði ikki upp til valið í
1998. Tá fekk Rasmus
Niclasen í Sørvági felstar
atkvøður.
Listin hjá Javnaðar-
flokkinum í Vágum sær
soleiðis út:
Javnaðarflokkurin í
Vágum er liðugur við
uppstillingina
Kristoffur Gaardlykke, lærlingur, Miðvágur fyri SU,
Malan Helgadóttir, økisskrivari, Miðvágur
Rasmus Niclassen, netumsitari, Sørvágur
Sigfríð Olsen, sjúkrahjálpari, Sandavágur
Skeið um demenssjúku
Fríggjadagin 1. mars
tók Anna Suffía Dur-
huus við sum daglig-
ur leiðari á MBF.
Hetta er at rokna sum
eitt fulltíðarstarv, og
fer hennara arbeiði
mest at umfata sam-
starv við limafeløgini
hjá MBF umframt
teir almennu
myndugleikarnar
STARVSSETAN
Ingrid Bjarnastein
Heilt fitt av fólki var
samankomið
fyrrapartin
fríggjadagin, tá MBF setti
Onnu Suffíu Durhuus í
starv, sum dagligur leiðari.
Millum gestirnar var eisini
landsstýrismaðurin í Al-
manna- og heilsumálum,
Sámal Petur í Grund.
Nógvar vóru blómurnar, og
hýrurin var góður millum
samankomnu gestirnar.
–Mítt arbeiði er fyrst og
fremst at útynna tað í verki,
sum
limafeløgini
sam-
tykkja, og at menna eitt
gott samstarv millum lima-
feløgini, sigur Anna Suffía
Durhuus, nýggi dagligi
leiðarin á MBF.
–Eg vil royna at fasthalda
eitt høgt kunningarstøði
millum limafeløgini, al-
menningin og almennu
myndugleikarnar.
MBF hevur 22 limafeløg,
sum hava gjørt eina virkis-
skrá, sum er ein 6 ára ætlan.
Arbeiðið hjá Onnu Suffíu
verður so at gera arbeiði,
sum
formaðurin
býður
henni. Tað vil siga fyri-
skipa, samskipa og leiða ar-
beiðið sum heild.
Munurin á formanni og
leiðarar er tann, at for-
maðurin er politiskt valdur.
Núverandi formaðurin í
MBF, Doris Hansen verður
í øllum førum formaður til
maj mánaða í ár.
–Eg fari at royna at
stuðla, ráðgeva og vera
uppsøkjandi. Eg gleði meg
nógv at sleppa at byrja, og
eg eri spent at vita, hvat
hetta arbeiðið hevur at
bjóða mær. Nógv er at tríva
í. Tað er áhugavert, men
eisini strævið og hóast alt
eisini stuttligt.
Anna Suffía Durhuus er
57 ára gomul. Hon er út-
búgvin
sjúkrasystir
og
sjúkrasystralærari. Í 14 ár
hevur hon starvast sum
deildarsjúkrasystir á psyki-
atrisku deild, 4 ár hevur hon
verið formaður í sjúkra-
systrafelagnum og í 14 ár
afturat, hevur hon verið
lærari á sjúkrasystraskúla-
num.
MBF sett dagligan leiðara
Anna Suffía Durhuus tók 1.
mars við starvinum sum
dagligur leiðari á MBF
Sangleikurin hjá
Studentaskúlanum í
Hoydølum, Godspell,
er nú nærum búgvin
til sína fyrstu fram-
førslu. Fyrrapartin í
gjár var ein lítil
smakkiroynd á
Studentaskúlanum
fyri næmingum og
tíðindafólki, og lagt
varð upp til eina liv-
andi og spennandi
framførslu
SANGLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
Godspell er ein av best um-
tóktu Broadway-leikunum
nakrantíð, og leikurin hevur
verið spældur kring allan
heimin, og nú eisini í Før-
oyum. Tað eru næmingar
og fyrrverandi næmingar á
Studentaskúlanum í Hoy-
dølum, sum framføra leik-
in, sum fyrstu ferð var á
palli 17. mai í 1971.
Jesus-leiklutin
hevur
Líggjas Olsen, sum eisini
er kendur úr bólkinum
Deja-vu. Ria Tórgarð hevur
leikstjórnað leikinum, og
Hans
Olivur
Højgaard
Joensen er lærarin, ið
stendur aftanfyri megin-
partin av arbeiðinum.
–Vit byrjaðu longu við
skúlabyrjan at fyrireika
leikin, sigur Hans Olivur
Højgaard Joensen. – Tey
ymsu loyvini og umsóknir
skuldu fáast uppá pláss, og
tá høvdu vit eisini "audi-
tion" til leikin. Fólk kundu
tekna seg til audition, men
av tí, at ikki var nóg mikið
av mannligum sangrøddum
hava vit verið noydd til at
fáa hjálp uttanifrá frá
Líggjas og Espen.
Eini 20 fólk høvdu tekn-
að seg til upptøkuroyndina,
og tørvur var á umleið 15
fólkum. Tey vórðu útvald
eftir dygd. Tað vil siga,
hvussu væl tey duga at
syngja og spæla.
Spældur á skúlanum
Leikurin verður allur spæl-
dur á skúlanum. Tveir pall-
ar verða brúktir til hetta
høvið, og sigast kann, at
plássið er væl brúkt. Eini
200 sitipláss er, og tað eru
bert 100 minni enn tað var
til Skeyk, sangleikin, sum
Studentaskúlin spældi fyri
nøkrum árum síðani uppi í
Norðurlandahúsinum. At
Godspell verður spældur á
Studentaskúlanum hevur
eisini við sær, at leikurin er
rættiliga bíligur at fram-
leiða, og ikki krevur tí ikki
teir heilt stóru fíggjarkarm-
arnar.
–Vit hava vant hart,
greiðir Hans Olivur víðari
frá. – Áðrenn jól vandu vit,
tað vil siga høvuðsleikarar-
nir, einaferð um vikuna, og
nú aftaná jól tvær til tríggj-
ar ferðir um vikuna. Sein-
astu 14 dagarnar hava vit so
verið her hvønn tann ein-
asta dag. Kórið hevur vant
eina ferð um vikuna í fýra
mánaðar og tað sama við
orkestrinum.
Alt er ikki rættiliga klárt
enn. Eitt sindur skal málast
ymsastaðni afturat, ljósið
skal stillast inn og onnur
smáting skulu eisini fáast
uppá pláss.
Leikurin er hálvan annan
tíma til longdar. Eini 15
sangir, og ímillum hvønn
sangin er ein sjónleikur,
mimikkur ella eitt líknilsi.
–Tað hevur verið eitt
stórt arbeiði hjá Riu Tór-
garð at fáa alt at hanga
saman. Í leikinum eru eini
25 pallskift, so tað er ikki
bara sum at siga tað.
Livandi og intenst
Av tí at leikurin er runt í
nærum øllum hølinum, so
verður atmosferan heilt ser-
lig. Leikararnir venda sær
beinleiðis til áskoðararnar,
og full ferð er á alla tíðina.
Hetta kann í øllum førum
sigast eftir teimum báðum
brotunum, ið vóru víst
fyrrapartin í gjár.
At hetta var fyrsta ferðin
leikararnir framførdu fyri
áskoðarum sást ikki aftur á
teimum. Tað riggaði væl,
men kundi kanska viðhvørt
tykjast eitt sindur fløkjas-
ligt, tá pallarnir, ið nýttir
verða, standa í hvør sínum
enda av hølinum. Men
bæði kór og leikarar dugdu
væl, og lagt er upp til eina
spennandi framførslu.
Í kvøld er aðalroyndin,
og í annaðkvøld, miku-
kvøldið verður leikurin
frumframførdur. Atgongu-
merki ber til at ogna sær á
Kunningarstovuni. Leikur-
in verður bert sýndur til og
við komandi týskvøld, av tí
at næmingar skulu á náms-
ferð.
Sangleikurin Godspell:
Lovandi framførsla
Sangleikurin Godspell verður frumframførdur mikukvøldið.
Tað eru næmingar og fyrrverandi næmingar á Studenta-
skúlanum í Hoydølum, sum spæla og syngja leikin.
Mynd: Jens Kr. Vang
P/F Frants Restorff
Vit sóknast eftir
fólki til fast starv
til handilin
Arbeiðstíðirnar eru hesar:
kl. 06.00–13.00, kl. 13.00–19.00
kl. 19.00–23.30. Allar dagar í vikuni.
Løn eftir S og K
Pf. Frants Restorff
Tórsgøta 13 · Tlf. 311060
Postsmoga 41 · 110 Tórshavn
Deildarskrivari
Søgu- og samfelagsdeildin
Fróðskaparsetur Føroya
Søkt verður eftir deildarskrivara á Søgu- og samfelagsdeildini frá 1.apríl ella skjót-
ast til ber.
Uppgávur
Deildarskrivarin er høgra hond hjá megindeildarleiðaranum og ein av megin-
ásunum á deildini. Deildarskrivarin tekur sær av vanliga skrivstovuarbeiðinum,
sum er:
• samskifti við studentar, lærarar, seturskrivstovuna og onnur
• fyrireiking og uppfylging av fundum
• próvtøku fyrisiting
• brævaskifti og journal
• dagliga fíggjarfyrisiting á deildini í samstarvi við deildarleiðara og setur-
skrivstovu
Førleikakrøv
Skrivaraarbeiðið er sera áhugavert,fjølbroytt og sjálvstøðugt.Krøv verða tí sett til:
• evni at arbeiða sjálvstøðugt
• evni at samskifta og samstarva við onnur
• góðan kunnleika til føroyskt, danskt og helst eisini enskt
• góðan kunnleika til fíggjarviðurskifti
• góðan kunnleika til edv
Setanarviðurskfiti
Starvið er 3/4 starv og verður lønt í 3. flokki sambært sáttmála millum Starvs-
mannafelagið og Fíggjarmálastýrið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til megindeildarleiðaran,Jóan Paula
Joensen,Søgu- og samfelagsdeildin á telefon 317009 og 224371 ella jopajo@setur.fo.
Umsókn við ævilýsing, avriti av prógvum, váttan um arbeiðsroyndir, viðmælum
o.l. verður at senda Søgu- og Samfelagsdeildini í seinasta lagi 20. mars 2002.
Fróðskaparsetur Føroya
Søgu- og samfelagsdeildin
J. C. Svabos gøta 14,
FO 110 Tórshavn.
Endamálið hjá Søgu- og samfelagsdeildini er hægri undirvísing og gransking. Á deildini starvast 6
lærarar og granskarar. Deildin hevur studentar, ið lesa søgu og stjórnmálafrøði, umframt fleiri lesandi, ið
taka støk skeið. Deildin hevur nógv samband úteftir.
Hondlesing í
Tórshavn
í døgunum 1.-4. apríl
Hondlesarin Marita er í Føroyum. Lesir tína hond –
fortíð, nútíð og framtíð – styrki og veikleika. Ein
annarleiðis máti at síggja teg sjálvan.
Ring og bið um tíð á
tlf. 0045 39664880 aftaná kl. 16.00
Sethús í Sørvági til sølu
Húsini standa á Stórheyggi og eru í 2 hæddum.
Samlað búøkið er 120 fermetrar, alt innrættað.
Grundøkið er 703 fermetrar.
Í ovaru hæddini eru: 4 kømur, gongd og
baðirúm v/ w.c.
Í niðaru hæddini er:
stova, køkur, grovkøkur/fýr-
rúm, gongd og w.c.
Húsini eru úr betong og klødd við timbur og standa
serliga væl fyri í friðarligum barnavinarligum um-
hvørvi, og við sera góðum útsýni yvir bygdina og
Sørvágsfjørð.
Byggiár: 1989
Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Áhuga kunnu ringja
Tlf. 332834
eftir kl.17.00
Halgir Winther Poulsen, adv.
Magnus S. Petersen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Ólavur Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
ADVOKATSKRIVSTOVAN
Fr. Petersensgøta 9 • 100 Tórshavn • tlf 311145
Trøð á Hvítanesi til sølu
Fæst hóskandi boð, selja vit eina trøð á Hvítanesi, sum er góðar
27.000 m2.
Á trøðni er loyvi at útstykkja upp til 7 grundstykkir.
Nærri fæst at vita við at venda sær til skrivstovu okkara.
Almanna- og heilsuútbúgvingarnar
800 Tvøroyri
Umsóknarbløð
til heilsuhjálpara
Umsóknarbløð til heilsuhjálpara (1 ár) eru nú at fáa
á skúlanum og á øllum miðnámsskúlum kring
landið.
Freistin at søkja er 15. mars 2002.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
skúlan.
Tlf. 372855
t-post: ahd@skulin.fo • www.skulin.fo/ahd
C
M
Y
K
29
28