fríggjadagur 18. mars 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Vil Løgtingið ikki játta
meiri pening alt fyri eitt,
verður neyðugt at skerja
tyrlu tænatuna longu tann
1. apríl.
Tað er longu um tvær
vikur!
Og her er bæði talan um
flúgving í sambandi við leit
ing og bjarging, umframt
um flúgving í sambandi við
sjúkraflutning og tað van
ligu flúgvingina við fólki og
farmi.
Tað gjørdu teir báðir
lands stýrismenninir, Johan
Dahl og Jacob Vestergaard,
løg tinginum greitt í miku
kvøldið.
Ómøgulig uppgáva
Johan Dahl, landsstýris mað
ur í vinnumálum, staðfestir,
at tað er ein ómøgulig upp
gáva at finna 17 milliónir
við at spara á øðrum økjum
á fíggjarlógini og tí má ein
eykajáttan til.
Tí verður neyðugt at víkja
frá kravinum um, at verður
meiri
peningur
játtaður
til eitt øki, skal tilsvarandi
sparing finnast aðrastaðni
so at almennu útreiðslurnar
ikki økjast.
– Tey, sum halda, at vit
kunnu ikki blíva við at økja
um útreiðslurnar mugu so
eisini halda upp at at ynskja
sær eina betri tænastu.
– Tí má Løgtingið gera
av, hvussu tænastustøðið
skal vera og játta peningin
hareftir.
Hann leggur afturat, at
bara fyri at varðveita sama
tænastustøði, sum er í dag,
og sum so stór ónøgd er við,
verður tørvur á góðum átta
milliónum afturat.
– Vil Løgtingið ikki hækka
játtanina, verða vit noydd at
niðurlagað tyrlutænastuna
longu frá 1. apríl.
Hetta verður bæði gald
andi fyri flúgving í sambandi
við leiting og bjarging, og
sjúkraflutning, tá ið neyð
støður taka seg upp og í
sam bandi við flúgvingina við
ferðafólki og farmi.
– So fáa vit at síggja um
polit iska skipanin heldur
til tað, legði hann turrisliga
afturat.
aki@sosialurin.fo
Veitst tú eina søgu, send
so SMS á 28 50 04
Ikki ráð at senda
tyrluna til hjálpar
ONGIR PENGAR Vil Løgtingið ikki játta meiri pening, verður
neyðugt at skerja tyrluflúgvingina restina av árinum bæði í
sambandi við bjarging og vanligan ferðafólkaflutning
Orsøkin til at tyrluflúgvingin nú kemur í
vanda, er, at sáttmálin við Atlantsflog um
tyrlu tænastuna fekk út á nýggjárinum, men
partarnir eru samdir um at leingja hann til.
31. mars.
Men leingingin er væl dýrari enn upprunaligi
sátt málin og tí strekkir peningurin ikki til.
Hinvegin hevur stór ónøgd verið við tyrlutil
búgv ingina og tí hevur landsstýrismaðurin í
fiski vinnu málum samráðst seg fram til ein
nýggjan sáttmála við Atlantsflog.
Hetta er ein sáttmáli sum hevur ein nógv
betri trygd við sær, men av tí sama kostar
hann eisini meiri.
Nýggi sáttmálin kostar 38 milliónir, har tann
gamli kostaði 21 milliónir.
Sostatt skal Løgtingið játtað 17 milliónir
krónur afturat til tyrlutænastuna.
Og nú biðja landsstýrismenninir so Løgtingið
um heimild at undirskriva nýggjan sáttmála
og at játta neyðugu pengarnar.
Og sum tað sæst í hinum greinunum,
vilja lands stýrismenninir, at hetta verður
ein eykajáttan, tí tað ber ikki til at finna
tilsvarandi sparingar aðra staðni og tí má
samgongan víkja frá tí annars ófrávíki liga
kravinum um, at útreiðslurnar skulu ikki
økjast.
Nýggi sáttmálin fevnir um tvær tyrlur til
hesar tænastur:
1) innanoyggja flúgving.
2) leiting og bjarging á sjónum.
3) leiting og bjarging á landi.
4) bráðfeingis sjúkraflutning.
5) vanligan sjúkraflutning.
6) eftirlitsflúgving í sambandi við
oljudálking.
7) eftirlitsflúgving í sambandi við
fiskiveiðieftirlit.
8) aðra bráðfeingis tyrluflúgving, har tørvur
er á skjótari hjálp.
17
milliónir
Kroystir upp í ein krók
Áki Bertholdsen
Fleiri tinglimir eru í øðini inn
á Johan Dahl og Jacob Vest
er gaard.
Teir føla, at landsstýris
menninir hava kroyst Løg
tingið upp í ein krók í mál in
um um at játta meiri pening
til tyrlutænastuna, soleiðis
sum vit greiða frá í aðrari
grein her á síðuni.
Hetta er eitt dømi um, at
tað er ikki rætti lig ur sam
an hangur í fíggj ar poli tikk
in um, tí lands stýrið hevur
vitað í fleiri ár, at sátt málin
við At lantsflog gekk út á
nýggj árinum og at nýggjur
sáttmáli skuldi gerast.
Bæði Bjørn Kalsø, sum
er partamaður hjá Jo han
Dahl, Páll á Reyna túgvu úr
Tjóðveldi og Kári P. Højgaard
úr Sjálv stýrisflokkinum, átal
aðu landsstýrismenninar, tí
teir hildu, at teir áttu langt
síðani at havt avgreitt málið.
Teir staðfestu, at teir báð ir
hava verið lands stýr ismenn
í trý ár og alla hesa tíðina
hava teir vitað, at sáttmálin
um tyrluflúgvingina gekk út
á nýggjárinum og at nýggjur
sáttmáli skuldi gerast.
Tí áttu teir at havt avgreitt
málið fyri lang ari tíð síðani,
so at pen ing urin varð settur
á fíggjar lógina.
– Tað er for galið at briksla
løgtinginum,
at
hend an
støðan er íkomin, bara tí at
tað ikki eydn ast lands stýris
monnunum at fáa fíggj
ar mála ráð harran
at
seta
pen ingin á upp skotið til fíggj
ar lóg, held ur Bjørn Kal sø.
Ongin vilji
Jacob Vestergaard skeyt aft
ur og segði, at hann hevði
gjørt vart við støð una, men
higartil hevur vilji ikki verið
til at leggja eina eykajáttan
fyri Løgtingið um at játta
peningin.
Og fíggjarlógin varð av
greidd upp á minni enn ein
tíma beint upp undir jól,
áðrenn nakað hevði fingið
tíð at venda sær.
Johan Dahl helt, at tað var
heilt galið at skjóta eftir sær
og Jacob Vester gaard, tí teir
høvdu gjørt vart við støðuna
longu tíðliga í fjør.
Bjørn
Kalsø
helt,
at
ístaðin fyri at verða firtin,
átti
landsstýrismaðurin
held ur at verið eitt sindur
eyð mjúkur.
Johan Dahl kvittaði við
at siga, at hann er ikki firtin.
Men hann við gekk, at hann
er rætti liga irriteraður av at
polit iska skipanin ikki hev ur
ásannað álvaran í málin um.
– Og annars hevði fíggj
arnevndin hoyggjað fíggjar
lógina til og broytt allar
møguligar játtanir, so var
vilji til tað, kundi hon eisini
broytt hesa játt anina, segði
Johan Dahl.
aki@sosialurin.fo
Veitst tú eina søgu, send
so SMS á 28 50 04
Vit verða noydd at
niðurlaga tyrlu tæn ast
una longu frá 1. apríl
tIlbúGvING í kREPPu
Tyrluflúgvingin er í vanda fyri at verða skerd restina av árinum, tí vit
hava ikki ráð til at hava hana í luftini uttan so, at Løgtingið játtar
meiri pening. Serliga álvarslig verður støðan av, at hetta fer eisini at
raka bjargingararbeiðið hjá tyrluni, tá ið neyðstøður taka seg upp