Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 33 · 18. mars 2011 4 VIKUSKIFTI SAMRØÐA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 2004. Tað var árið, Jákup Sumberg fór í læru sum kokkur. 2011. Jákup Sumberg hevur verið útlærdur í nøkur ár og ger dagliga mat á italsku matstovuni Carrello í Havn. Hann hevur upplivað og verið partur av menningini, sum er farin fram í føroysku matstovuvinnuni. Jákup hevur lært og arbeitt á Hotel Føroyum, sum hevur framt og fram­ vegis fremur stórar broytingar í køk­ inum har og brýtur upp úr nýggjum. Hann var við at byggja Hvonn upp, tá tað var spildur nýtt og í dag arbeiðir hann á italsku matstovuni Carrello, sum í høvuðs heitum selur pastarættir og pitsa. – Hesi árini síðani eg byrjaði í læru, er ein rúgva hent á matstovuøkinum. Her henda broytingar alla tíðina og henda gongdin steðgar ikki nú, ger Jákup greitt. Broytingarnar, hann sipar til, eru ikki fáar í tali. Síðani Jákup byrjaði í læru hava Føroyar og føroyingar fingið Hvonn, búff & bowling­konseptið, Etika, Carrello og Áarstovu, sum hvør í sínum lagi vóru øðrvísi enn tað, før­ oyska mat vøruvinnan annars kundi borð reiða við. Nýggju tilboðini – Hetta eru tilboð, flestu okkara taka fyri givið í dag. Men øll hava hvør í sín um lagi brotið upp úr nýggjum. Hvonn var ein matstova við einum multi konsepti, har tú kundi fáa alt frá sushi til italskan, meksikanskan og ameri kanskan mat. Eisini opnaðu tey eina cocktailbarr, sum hevur sett nýggj­ ar standardir í býarlívinum. Teir vóru eisini fyrsta staðið, har tú ikki kundi roykja inni og fólk rystu við høvd­ inum at hesum, sigur Jákup og heldur áfram. – Búff og bowling­konseptið var eis­ ini nýtt í Føroyum, tá tað byrjaði. Fyrst opnaði Bowlinghøllin, matstovan kom aftaná. Upprunaliga var tað bowlingin, sum skuldi draga fólk á matstovuna, men í dag er tað øvugt. Nú er tað mat­ urin, ið lokkar fólk í Bowlinghøllina, for telur Jákup. – Etika vóru fleiri ógvuliga skeptisk um, men føroyingar hava veruliga tikið sushi til sín. Etika er eisini eitt stað uttan búff, sós og epli, sum annars hevur ver­ ið ímyndin av føroysku matstovuni. Júst tað sama er galdandi hjá okkum á Carrello. Har er einki, sum minnir um búffar, men tað koyrir akkurát sum tað skal kortini, sigur Jákup. Tað sá annars heldur øðrvísi út, tá Jákup byrjaði í læru fyri sjey árum síðani. Matstovuvinnan tá og, ikki minst, matarskráin var ein heilt onnur. – Tað var serliga við stóru borð­ haldini, at tað var sjónligt. Tað var tað, vit best kunnu kalla »vanligur matur« sum oftast var á skránni. Tá valdu fólk tryggu loysnina við oksakjøt, sós, eplum og grønmeti. Nú ganga vit nýggj ar leiðir og royna annan mat, vísir Jákup á. Broyttir vanar Nýggju rættirnir á føroysku matar­ skránni eru ikki einasta broytingin í før oysku matstovuvinnuni seinastu árini. Á matstovunum, Jákup hevur ar beitt á í Havnini, hevur hann lagt merki til, at vanarnir hjá fólki eru vorðn ir øðrvísi. – Tað var ikki vanligt, at fólk fóru út at eta mitt í viku. Í dag hava vit ofta fulla matstovu eitt gerandiskvøld og 60 fólk framvið á døgurða. Og Carrello er ikki eindømi í so máta. Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, so høvdu vit fyri so vítt bara Hotel Føroyar, Hotel Hafnia, Rio Bravo og okkurt aftrat. Hesi eru ikki endiliga støð, tú bara dettur inn og Fólk skræða ikki longur matin í seg SeinaStu árini er hend ein minni kollvelting í føroysku matStovuvinnuni. Tilboðini og matStovukonSeptini gerasT alsamT fleiRi í Tali. eisini hugbuRðuRin Til mat heima við húS er broyTTur nógv. soleiðis sigur Jákup SumbeRg, kokkur á CaRRello. hann fór í læRu fyri sjey árum síðani og heTTa tíðaRSkeiðið hevur hann upplivað og Tikið luT í menningini, sum hevur havT StóRaR broyTingar við sær. jákup er SannføRDuR um, aT rákið heldur áfRam næsTu áRini. Tí hava viT um fimm ár eiTT heilT nýtt og øðrvísi matStovukonSept aT bjóða føRoyingum mynD: Jens Kristian Vang