fríggjadagur 18. mars 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33
Sosialurin
Ársaðalfundur
í P/F BankNordik
www.banknordik.fo
Ársaðalfundurin hjá P/F BankNordik verður hildin fríggjadagin
25. mars 2011, kl. 17.00 í Norðurlandahúsinum, Tórshavn
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast gjøgnum heimasíðu bankans www.
banknordik.fo ella á høvuðsskrivstovu bankans á telefon 330 330. Seinasta freist fyri
bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum er mánadagin 21. mars 2011 kl. 16.00.
Um so er, at tú ikki kanst luttaka á aðalfundinum, hevur tú møguleika at geva skrivliga
fulltrú. Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo umframt á høvuðsskrivstovu bankans
í Húsagøtu 3 í Tórshavn, er eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Um
so er, at tú ynskir hetta, ber til at geva nevnd bankans fulltrú at møta og atkvøða tína
vegna.
Við bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum skal førast prógv fyri, at viðkomandi er
partaeigari. Fyri partaeigarar hvørs partabrøv ikki eru skrásett við navni, verða útgivin
atgongumerki og atkvøðuseðlar ímóti ávísing av eini ikki meira enn 5 dagar gamlari
útskrift frá VP Security A/S ella frá tí kontoførandi peningastovninum (depotstaðið),
sum skjalprógv fyri partabrævaognina. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan um, at
partabrøvini ikki eru ella verða avhendað til onnur áðrenn aðalfundurin er hildin.
Ársroknskapurin 2010 og fundarskrá
við fullfíggjaðum uppskotum
Ársroknskapurin 2010 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing umframt fundarskrá
við fullfíggjaðum uppskotum koma at liggja frammi á høvuðsskrivstovu bankans í
Húsagøtu 3 í Tórshavn í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin.
Partapeningur, atkvøðurættur og
kontoførandi peningastovnur
Partapeningur bankans er kr. 200.000.000 býttur sundur í partabrøv upp á kr. 20.
Øll punkt á skránni kunnu samtykkjast við einfaldum meiriluta. Í viðtøkum bankans
eru hesar ásetingar um atkvøðurætt:
8.2 Atkvøðurætt á aðalfundinum hava partaeigarar, sum í seinasta lagi 5 dagar undan
aðalfundinum hava biðið um atgongumerki og atkvøðuseðil.
8.3 Hvørt partabræv gevur eina atkvøðu. Uttan mun til hvussu stóran part ein partaeigari
eigur tilsamans av partapeninginum, kann hann fyri egin partabrøv ella sum fulltrú fyri
aðrar partaeigarar, ikki atkvøða fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum
tilsamans. Ongar avmarkingar eru fyri fulltrúir til nevndina. Uttan mun til hvussu stóran
part teir eiga tilsamans av partapeninginum, kunnu partaeigarar innan fyri somu koncern,
soleiðis sum hetta hugtak er ásett í lóggávuni, ikki saman atkvøða fyri meira enn svarandi
til 10 % av partapeninginum tilsamans.
8.4 Partaeigarar hava rætt til sjálvir at luttaka á aðalfundinum, saman við einum ráðgeva ella
við fulltrúa, ið kann atkvøða hansara vegna, ímóti at løgd verður fram skrivlig og dagfest
fulltrú, ið er givin fyri eitt tíðarskeið, sum ikki er longri enn eitt ár.
9.2 Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan so at
partafelagslógin ella hesar viðtøkur krevja serstakan meiriluta.
Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um sjálvbodna avtøku og fusión
kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av bæði
greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum
og treytað av, at minst 2/3 av partapeninginum er umboðaður á aðalfundinum.
9.3 Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 um broyting av ella fráfalli av quorum-
kravinum í pkt. 9.2 kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum
og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeningi. Avmarkingar í pkt. 8.3 og
pkt. 9.2 viðvíkjandi atkvøðu og fulltrú eru í hesum førum ikki galdandi.
P/F BankNordik hevur gjørt samskipanaravtalu við VP Security A/S. Partaeigarar
bankans kunnu velja P/F BankNordik sum kontoførandi stovnur við atliti til at útinna tey
fíggjarligu rættindini gjøgnum P/F BankNordik.
P/F BankNordik,
Nevndin
Fundarskrá
1. Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í farna ári
2. Framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar
og ársfrágreiðingin 2010
3. Avgerð um nýtslu av avlopi sambært góðkenda ársroknskapinum
4. Val av nevndarlimum
5. Val av grannskoðara / grannskoðarum
6. Uppskot frá nevndini
a) Avtøkuskipan sambært lóg nr. 721 frá 25. juni 2010
b) Heimild til nevndina, at lata bankan ogna sær egin partabrøv
7. Ymiskt
Viðv. punkt 2 og 3
Nevndin skjýtur upp, at aðalfundurin tekur undir við ársroknskapinum sambært
ársfrágreiðingini 2010 og góðkennir fylgjandi býti av nettovinninginum á
kr. 339.435.000: Kr. 40.000.000 verður goldið sum vinningsbýti til partaeigararnar, kr.
294.176.000 verður flutt til „Flutt yvirskot“ og kr. 5.258.000 verður tillutað „Minniluta
áhugamál“.
Viðv. punkt 4
Nevndin mælir til afturval av fylgjandi nevndarlimum: Klaus Rasmussen, Jens Erik
Christensen, Keld Søndergaard Holm og Nils Sørensen.
Um fleiri upplýsingar ynskjast um kandidatuppskot nevndarinnar, verður víst til
heimasíðu bankans www.banknordik.fo.
Viðv. punkt 5
Nevndin mælir til afturval av Nota, Løggilt grannskoðarafelag P/F og PWC Danmark, sum
uttanhýsis grannskoðarar bankans.
Viðv. punkt 6, a)
Allir danskir og føroyskir peningastovnar eru álagdir at taka støðu til, um teir ynskja at
gagnnýta ríkis avtøku skipanina, ið Finansiel Stabilitet A/S stendur fyri.
Omanfyristandandi er ásett í eini broyting í lov om finansiel virksomhed í 2010 og
inniheldur eina áseting um stovnan av einari avtøkuskipan fyri trongstaddar bankar
gjøgnum Finansiel Stabilitet A/S.
Í einari avtøku, verða ognirnar hjá trongstadda bankanum og ein partur av skuldini flutt
yvir í eitt dótturfelag hjá Finansiel Stabilitet A/S.
Um ein banki fær eina ásetta freist frá Fíggjareftirlitinum um at lúka kapitalkrøvini
í § 225, stk. 1 í lov om finansiel virksomhed, men miseydnast at útvega tann kravda
kapitalin áðrenn freistin ella ein longd freist ásett av Fíggjareftirlitinum er farin, skal
nevnd bankans avgera hvørt bankin skal avtakast av Finansiel Stabilitet A/S sambært lov
om finansiel stabilitet.
Sambært lov om finansiel stabilitet, skal nevndin á fyrstkomandi aðalfundi eftir at lógin
er sett í gildi, biðja aðalfundin avgera hvørt bankin í omanfyrinevndu støðu ynskir at
nýta avtøkuskipanina sambært lov om finansiel stabilitet.
Tað stendur aðalfundinum frítt at avgera hvørt tað skal umhugsast at avtaka undir
Finansiel Stabilitet A/S sambært lov om finansiel stabilitet ella ikki. Tað vil siga at
aðalfundurin er ikki bundin til at viðgera eina slíka avtøkuskipan ella at taka avgerð um
aðrar avtøku hættir. Avgerð bankans skal fráboðast Finansiel Stabilitet A/S.
Nevndin mælir til, í tráð við avgerðunum hjá flest øllum donskum bankum, at
aðalfundurin avgerðir, at bankin í núverandi støða ikki tekur avgerð um at gagnnýta eina
avtøkuskipan gjøgnum Finansiel Stabilitet A/S sambært lov om finansiel stabilitet.
Viðv. punkt 6, b)
Uppskot frá nevndini um at geva nevnd bankans heimild fram til komandi ársaðalfund, at
lata bankan ogna sær egin partabrøv.
Nevndin skjýtur upp, at slík heimild verður givin við fylgjandi orðing:
„Aðalfundurin gevur nevndini heimild til – inntil komandi ársaðalfund – at lata bankan
– til ognar ella til pant – ogna sær egin partabrøv upp til eitt samlað áljóðandi virði
svarandi til íalt 10 % av partapeningi bankans, smb. § 48 í partafelagslógini. Tá bankin
ognar sær egin partabrøv til ognar má keypskursurin ikki víkja frá børskursinum við
meira enn 10 %.“