Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33 Sosialurin Leo Poulsen Tað var ein stórfingin ætl­ an, sum Páll og Kristina á Reynatúgvu kveiktu fyri nøkrum árum síðani. Tað skuldi byggjast ein golfvøllur á Sandoynni, og gjøgnum nøkur ár høvdu tey bæði upp keypt rættiliga fitt av jørð til endamálið. Hugsanin var, at byggja ein níggju hol golfvøll, og hartil skuldi eisini byggjast ein smáttubýur við tíggjutals smáttum í trimum støddum, sum ætlanin var at leiga út til golfglað ferðafólk. Páll á Reynatúgvu og An­ finn Rubek Nielsen kendust væl og vóru saman til høg­ tíðir, føðingardagar og líkn­ andi. Teir komu á prát um golfverkætlanina og Anfinn Rubek Nielsen gjørdist skjótt áhugaður. Teir báðir byrjaðu at tosa um møguleikan fyri at An­ finn Rubek Nielsen kundi keypa seg inn í verkætlanina, men tað skuldi samráðingar til fyri at finna fram til prísin. Páll á Reynatúgvu og kon­ an vildu hava fimm milliónir krónur fyri at selja Anfinni Rubk Nielsen part av jørðini, sum skuldi vera ítøkiligi luturin hjá Anfinni Rubek Nielsen í golfverkætlanini. Men hetta helt Anfinn Rubek Nielsen vera i meira lagi. Páll og Kristina á Reyna­ túgvu mettu hinvegin, at tey høvdu lagt so nógva orku í verkætlanina, at tað var ikki meiri enn rímiligt. Tað endaði kortini við, at teir samdust um ein prís á 2,75 milliónir krónur. Men hesin keypssáttmáli var skorin fyri allar aðrar ásetanir enn tær reint matrikuleru. Har stóð tí einki í keypssáttmálanum um golfverkætlanina. Kaldar føtur Hesin sáttmálin varð so undir skrivaður 20. august 2008, og síðani varð arbeitt víðari við verkætlanini. Eitt av málunum, sum skuldi avgreiðast var, at fáa partin í haganum frá matriku­ leraðan, og í tí sambandi var grannastevna hildin um málið. Stórur partur av eigarunum tóku undir við at frámatrikulera hetta økið, og tí var komið framvið tí snávingarsteininum. Eisini høvdu hjúnini á Reynatúgvu søkt bygdarráðið á Sandi um loyvi til at byggja golfvøll. Hetta málið var ikki avgreitt av bygdarráðnum, men tey høvdu fingið munn­ liga tilsøgn. Men nú byrjar Anfinn Rubek Nielsen eftir øllum at døma at fáa kaldar føtur. Hann vil ikki skriva undir endaliga skeytið, og vil taka seg úr verkætlanini. Og so tekur ósemjan seg upp. Hendan ósemjan um treyt­ aða skjeytið endar við, at Páll og Kristina á Reynatúgvu draga Anfinn Rubek Nielsen í rættin fyri at halda honum fast til undirskrivaða keyps­ sáttmálan, ella treytaða skeyt ið, sum skjalið varð um­ røtt í rættinum. Føroya Rættur kom til ta niðurstøðu, at undirskriftin hjá Anfinn Rubek Nielsen var bindandi, og at hann tískil skuldi gjalda Páll og Kristinu á Reynatúgvu tær 2,75 milliónir krónurnar. Økið óegnað Hesa avgerð í Føroya Rætti vildi Anfinn Rubek Nielsen ikki góðtaka og skjeyt hann tí málið inn fyri Eystara Lands rætt. Málið kom so fyri í Eystara Landsrætti mikudagin í farnu viku. Anfinn Rubek Nielsen greiddi frá, at hann ikki reiði liga visti, hvat hann skriv aði undir upp á, og at hann ikki skilti, hvat eitt treytað skeyti var. Hann helt í heila tikið, at hann hevði skrivað undir skjeytið undir følskum fyritreytum, tí har var í veruleikanum eingin verkætlan. Páll á Reynatúgvu gjørdi hinvegin greitt, at verk ætl­ anin var har, og at teir báðir ofta høvdu tosað um golf­ vøllin og smáttubýin. Hann viðgekk, at ongar ítøkiligar tekningar vóru, men tað visti Anfinn Rubek Nielsen út merkað av. Sakførarin hjá Anfinn Rubek Nielsen hevði kallað inn Janus Norðberg sum ser frøðing í golf. Janus hev ur – umframt at vera íðin golf­ spælari – eisini eina eitt ára útbúgving í Skotlandi í »golf management«. Janus Norðberg greiddi frá, at útstykkjaða øki var als ikki egnað til ein golfvøll. Hann segði, at økið var alt ov smalt, og at tað bara lat seg gera at leggja eitt hol í hvør sínum enda av økin­ um. Pettið ímillum var alt ov smælt. Hann segði eisini, at økið lá alt ov nær lands­ vegnum millum Sand og Skop un, og at tað tí fór at vera ógjørligt at fáa loyvi, at leggja golfvøllin har. Undirskriftin bindandi Undir proseduruni segði sak førarin hjá Anfinn Rubek Nielsen, at tað var týðiligt, at eingin verkætlan fyrilá, og at klientur hennara tí hevði skrivað undir skjeytið undir følskum fortreytum. Hon legði næstan tey bæði, Páll og Kristinu á Reyna­ túgvu, undir at hava snýtt A nfinn Rubek Nielsen. Hon segði, at Páll á Reynatúgvu hevði selt eina verkætlan, sum hann ikki átti. Sakførarin hjá Páll á Reynatúgvu vísti hinvegin á, at Anfinn Rubek Nielsen útmerkað væl visti av, at verkætlanin enn bert var eitt hugskot. Hann segði, at Anfinn Rubek Nielsen hevði valt at gera eina íløgu, og sum við so nógvum øðrum íløgum var henda eisini bundin við einari ávísari óvissu. Anfinn Rubek Nielsen valdi at taka ein kjans, segði sakførarin hjá Páll og Kristinu á Reyna­ túgvu. Teir tríggir dómararnir í Eystara Landsrætti søgdu dómin í gjár, og hann gjørdist ein staðfesting av dóminum í Føroya Rætti. Anfinn Rubek Nielsen skal sostatt gjalda tær 2,75 milliónirnar soleiðis sum skjeyt ið ásetur, og um framt hetta skal hann gjalda 50.000 krónur til Páll og Kristinu á Reynatúgvu fyri sak­ føraraútreiðslur og annað. Tað kann sostatt stað fest­ ast, at dreymurin um ein golf­ vøll gjørdist til eina marru – í hvussu er fyri Anfinn Rubek Nielsen. Veitst tú eina søgu, send so SMS á 28 50 04 Dreymurin sum gjørdist til marru Eystari Landsrættur staðfesti í gjár dómin í Føroya Rætti sum sigur, at keypssáttmálin millum Páll og Kristinu á Reynatúgvu og Anfinn Rubek Nielsen stendur við. Tað er tí greitt, at Anfinn Rubek Nielsen skal gjalda tær 2,75 milliónirnar, sum sáttmálin sigur Anfinn Rubek Nielsen valdi at taka ein kjans