Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 33 · 18. mars 2011 6 VIKUSKIFTI fært tær ein bita. Men tað gera vit í dag. Vit hava møguleikan at eta úti, uttan at planleggja hetta frammanundan, samstundis sum tað heldur ikki er neyðugt at fara í stívasta puss, greiðir Jákup frá og leggur so aftrat. – Men hóast vit í dag kunnu fara út og eta uttan at tað kostar fleiri hundrað krónur, og har eingin roknar við, at tú er pyntaður, so hava vit framvegis eis­ ini møguleikan at fara út og eta fínt ein týsdag, um tú ynskir tað. Ja, enn tá fín ari enn fyri nøkrum árum síðani, sigur Jákup. Broytingarnar á matøkinum eru eis ini at síggja heima hjá fólki. Hug­ burð urin og matvanarnir hjá fólki eru broyttir munandi, heldur kokkurin á Carrello. – Matur er ikki longur nakað, tú skræðir í teg aftur við tíðindunum. Matur er nakað, vit eru felags um. Vit savn ast um at gera mat og eta mat. Vit eru eisini vorðin meiri tilvitað um, hvat vit eta. Tað kemst millum annað av mongu matsendingunum, metir Jákup og vísir til, at tað illa ber til at tendra sjón varpið í dag uttan at onkur rás vísir eina send ing um mat og matgerð. Um tað er ringa samvitskan hjá fólki, sum eisini spælir torir Jákup ikki at siga, men á Carrello er hann dagliga vitni til broyttu matvanarnar. – Vit selja sera nógvar pastarættir. Men her koma eisini trøllvaksnir menn inn, sum bara eta salat. Tað er heldur eingin, sum oysir alt undir í dressing longur. Fólk vita betri, hvat tað er, tey koyra á tallerkin. Á døgurða kunnu vit gott hava havt 40 fólk á vitjan, og eing in hevur nortið dressingarnar. Nú taka fólk oljurnar og balsamiku heldur, hevur Jákup lagt til merkis. Ymsir møguleikar Nýggju møguleikarnir merkja kortini ikki, at føroyingar hava gloymt búffin, brúnu sósina og eplini. – Vit hava gestir, sum spyrja eftir hes um, men mugu tá vísa teimum til onnur støð. Eg skal tó viðganga, at vit hugsaðu nógv um at hava ein ‘vanligan’ kjøtrætt á menuini, tá vit lótu upp. Tá alt kom til stykkis valdu vit at taka kjans in og gera ein matarskrá uttan hetta, og tað hevur riggað so gott sum tað kundi. Fólk eru glað um at koma út og fáa okkurt annað, greiðir Jákup frá. Tá tað er sagt, so heldur Jákup kort­ ini ikki, at tað er rætt at skræða alt tað kenda av matarskránni, so kundin einki kennir aftur. – Fólk eru ikki bangin at bíleggja nýggjar rættir í dag. Men fólk eru fegin um at hava valmøguleikar, og eisini kunna velja tað, tey kenna. Við at skifta alt tað kenda út, kanst tú styggja fólk burtur. Síðani eg byrjaði í læru á Hotel Før oyum, hava tey skift alla menuina út. Hetta er tó ikki gjørt frá degi til dags, men so líðandi. Tey hava følt seg fram fyri at finna røttu loysnina, sam stundis sum broytingin ikki hevur verið ov ógvuslig hjá kundanum, vísir Jákup á. Møguleikar er, sambært Jákupi, lykla orðið í føroysku matstovuvinnuni. Møguleikin at velja millum tað kenda og tað ókenda, tað dýra og tað minni dýra. – Tí eru vit enn ikki komin har til, at vit kunnu hava eina matstovu, sum ger gourmetmat burturav og tú ikki kanst blíva mettur fyri undir 1000 krónur. Ikki tí, fleiri føroyingar vilja gjarna rinda omanfyri 1000 krónur fyri eina mat uppliving, men vit eru ikki komin so langt sum, at vit kunnu byggja eina matstovu á tað burturav. Kundin ynskir framvegis møguleikan, at kunna keypa ein góðan bita og okkurt gott at drekka fyri nakrar hundrað krónur, sigur Jákup. Økt krøv Øktu møguleikarnir í matstovuvinnuni og stóra fokusið á mat og matgerð hevur við sær, at krøvini eisini økjast til mat stovurnar. Tí er tað púra vanligt, at mat stovurnar senda starvsfólk á uttan­ landsferðir fyri at fáa íblástur. – Tað mest optimala hjá einum ungum kokki er at leita burtur og arbeiða uttan lands. Men inspiratiónstúrum læra vit eisini nógv av. Til dømis vóru vit nøkur frá Carrello og Bowlinghøllini í Danmark og vitjaðu á Søllerød Kro, Mash og Fiat, samstundis sum vit vóru á messu. Hetta gevur íblástur og hugskot, sum so aftur gevur okkara kundum fleiri møguleikar, greiðir Jákup frá og dreg ur síðani soleiðis samanum: – Fleiri møguleikar skapa fleiri ynskir. Tí síggi eg fyri mær, at vit um fimm ár ivaleyst hava eitt heilt nýtt og øðr vísi konsept í Føroyum. Hvat tað er, er ilt at spáa um, men enn hava vit onga vínbarr. Tað kann vera, at vit í 2016 hava eina slíka. Vínmentanin hevur í øllum førum fingið fótin fyri seg í Føroyum, sigur Jákup og vísir til sølu tølini hjá Rúsuni. – Tað henda broytingar alla tíðina í matstovuvinnuni. Ein av avgerandi orsøkunum er, at fólk tora at satsa nú. Hygg bara eftir Hotel Føroyum, Hvonn, Etika og Carrello. Hvør í sín um lagi er talan um nýbrot í føroysku mat­ stovuvinnuni. Dism er eisini eitt annað dømi um menningina á økinum. Fólk tora at satsa og tí tori eg eisini at siga, at vit um tíggju ár hava flutt okkum mun andi, sigur Jákup ivaleysur. Matur er ikki longur nakað, tú skræðir í teg aftur við tíðindunum. Matur er nakað, vit eru felags um. Vit savnast um at gera mat og eta mat myndir: Jens Kristian Vang Vit selja sera nógvar pastarættir. Men her koma eisini trøllvaksnir menn inn, sum bara eta salat. Tað er heldur eingin, sum oysir alt undir í dressing longur. Fólk vita betri, hvat tað er, tey koyra á tallerkin