Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33 10 Sosialurin Leo Poulsen Tað var mánanáttina 17. mai í fjør, at ein bilur koyrdi út av vegnum millum rund­ koyr ingina og Effo­støðina í Kollfjarðadali. Tá løgreglan kom á staðið, lá bilurin á síð­ uni við síðuna av veg num. Ein løgreglumaðurin greiddi í Eystara Landsrætti frá, at tá hann kom á stað­ ið, tosaði hann við eina kvinnu, sum segði seg hava koyrt bilin. Hon greiddi løg ­ reglumanninum frá, at mað­ ur hennara, sum hevði sitið framman við síðuna av henni, hevði órógvað hana so mikið illa, at hon misti tamarhaldið á bilinum og rendi út av. Men bæði í Føroya Rætti og í Landsrættinum segði hon seg ikki hava ánilsi av, hví hon hevði rent útav. Hon hevði greitt løgregl­ uni frá, at maðurin og ein vin maður hansara høvdu ballast, og skuldu so til Havn­ ar. Men tá tey komu fram, var alt afturlatið, og tey løgdu tí leiðina vestur eft ir aftur. Miðskeiðis millum rund­ koyringina og Effo­støðina rendi bilurin so sum nevnt útav. Hon hevði greitt løgreglu­ manninum frá á staðnum, at maður hennara hevði sitið og veipað við ørmunum, tikið í róðrið, flutt automatisku gearini aftur og fram og prikað hana, meðan hon koyrdi, og at hetta hevði ført til, at hon misti tamarhaldið á bilinum og rendi útav. Í Eystara Landsrætti í gjár vildi hon tó vera við, at hetta mest var á veg suður til Havnar, og at hetta ikki var orsøkin til, at hon koyrdi út av vegnum. Fullir menn Ákærdi maðurin var farin umborð á skipið, hann siglir við, og har var fløskan komin á borðið. Ákærdi metti, at hann mundi hava drukkið eina heila vodkafløsku gjøg­ num kvøldið. Hann ringdi fleiri ferðir til konuna at fáa hana at koyra seg og ein vinmann til Havnar. Konan fór tí eftir teimum báðum, og koyrdi teir til Havnar. Sum nevnt var alt læst, tá tey komu til Havnar og vendu tí við aftur. Tá løg­ reglan avhoyrdi mannin á Landssjúkrahúsinum, pástóð hann, at hann hevði koyrt bilin. Sostatt søgdu bæði mað ur og kona seg at hava koyrt. Frá vinmaninum fekst eing in hjálp, tí hann segði seg hava ligið avdotnan á bak setrinum. Tað var tó semja um hjá ákæra og verja, at tað var konan, sum koyrdi. Hetta, hóast hon als ikki hevði koyrik ort. Meðan konan hevði sitið í trygdarbelti, gjørdi maðurin tað ikki. Orsøkin var, segði konan, at hann fekk ikki sitið í trygdarbelti orsakað av einum skaða í rygginum. Við óhappið fekk maðurin skaða í fótliðin, og fyri løg­ reglumanninum tóktist tað, sum var fóturin brotin. Men hetta mintist konan einki til. Staðfestu dómin Ákærdi maðurin segði í Føroya Rætti, at hann lítið og einki mintist til hendingina, bara tað, at hann var farin umborð á skipið at ballast og at hann hevði helst drukkið eina heila fløsku av vodka. Hann er sjómaður sjálvur og er úti í løtuni, men bæåi hann og konan og ákæri og verji góðtóku, at málið varð avgreitt uttan at ákærdi var til staðar. Konan var førd sum vitni í landsrættinum, saman við løgreglumanninum. Ákærin segði í sínari proce duru, at tað mátti rokn ast sum próvfast, at tað var konan, sum førdi bilin. Hann segði eisini, at einasta skilagóða frágreiðing fyri, at konan rendi út av einum breiðum og beinum vegi var, so sum konan upp runa ­ liga hevði greitt løg reglu­ manninum frá, at maðurin við sínum atburði hevði órógvað hana so mikið, at hon misti tamarhald á bil­ inum. Verjin hinvegin helt upp á, at tað als ikki var prógvað, at maðurin hevði uppført seg so, sum ákæruvaldið vildi vera við. At konan hevði sagt so fyri løgreglumanninum var einki prógv fyri, hvussu maðurin uppførdi seg beint undan, at bilurin rendi út av vegnum. Verjin vísti eisini á, at hetta var um náttina, og at konan tí saktans kann hava verið troytt og ókonsentrerað eina løtu. Einki ítøkiligt var komið fram um, at ákærdi var beinleiðis orsøkin til óhappið. Í Føroya Rætti varð mað­ urin dømdur 12.000 krónur og at missa koyrikortið í trý ár. Tann dómin staðfesti Eystari Landsrættur í gjár. Veitst tú eina søgu, send so SMS á 28 50 04 Misti koyrikortið uttan at føra bilin RÆTTARMÁL Maðurin, sum í Føroya Rætti varð dømdur at missa koyrikotið fyri at órógva bilførarar so illa, at hesin koyrdi út av vegnum, fekk dómin staðfestan í Eystara Landsrætti. Leo Poulsen Vit skrivaðu í mikudags­ blaðnum um sakarmálið í Eystara Landsrætti, har P/F Eysturoy hevði kært ein dóm í Føroya Rætti inn fyri Eystara Landsrætt, um háttin hjá Fiskiveiðieftirlitinum at taka stakroyndir. Sigmund kom inn á Toftir at landa ein átta daga langan túr vest­ an fyri Suðuroynna. Fiski veiðieftirlitið kom umborð og tók tríggj ar stakroyndir av veið ini sum allar vístu, at línu­ báturin hevði av nógvan ungfisk íblandaðan veið­ ini. Stakroyndirnar vóru tiknar frá degi eitt og tvey, av degi trý og fýra og hin seinasta frá fýra teimum seinastu døgunum. Úrslitið gjørdist, at Fiskiveiðieftirlitið tók fiskiloyvið frá Sigmundi í 14 dagar, men tað góð­ tók reiðaríið ikki og fór í Føroya Rætt við mál­ in um. Har varð avgjørt, at skipið skuldi missa veiðiloyvið í 10 dagar. Málið endaði so í Eystara Landsrætti, sum í gjár staðfesti dómin í Føroya Rætti. Teir tríggir landsrættardómararnir mettu, at stakroyndirnar vóru fult dekkandi, og at revsingin var passandi. Veitst tú eina søgu, send so SMS á 28 50 04 Stak­ royndirnar vóru lógligar Eystari Landsrættur staðfesti í gjár, at hátturin, sum Fiski­ veiðieftirlitið hevði nýtt til at gera stakroyndir av fiski­ skap inum hjá línuskipinum Sigmund, vóru í lagi