fríggjadagur 18. mars 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 33 · 18. mars 2011
10
VIKUSKIFTI
Samrøða
Dánjal Højgaard
post@sosialurin.fo
Eitt nýtt ættarlið. Og byrjanin til eitt
nýtt tíðarskeið.
Soleiðis ljóðaðu nakrar av yvir
skriftunum, tá ið Javnaðarflokkurin 5.
mars fekk nýggjan formann.
Aksel Johannesen hevur avloyst
Jóannes Eidesgaard, sum hevur stýrt
Javnaðar flokkinum tey seinastu 15
árini. Tey seinastu sjey árini í sam
gongu, meginpartin av tíðini saman við
tveimum borgarligum flokkum, Sam
bands flokkinum og Fólka flokkinum.
Sosialurin hevur tosað við nýggja
formannin í Javnaðarflokkinum um
hvønn vegin, hann heldur, at flokkur
hansara skal fara í eini rembingartíð
fyri javnaðarrørsluna í Europa. Og eini
tíð, har flokkurin fær metlága undir
tøku í veljarakanningunum.
Tørvur á broytingum
Tá ið Jóannes Eidesgaard
handaði tær formansstafettina
á landsfundinum 5. mars var tað
við Kennedy-sitatinum: »A man
may die, nations may rise and
fall, but an idea lives on«. Hvat
er javnaðarhugsjónin í dag?
– Hugsjónin snýr seg framvegis um
frælsi, javnað og samhaldsfesti. Tað er
grund vøllurin. Men fleiri flokk ar eru
farnir at líkjast Javnaðar flokk inum
meira og meira. Tí hevur Javnaðar
flokk urin ein ávísan trupulleika, um
hann skal markera seg sum nakað ser
stakt.
Hvussu loysa tit trupulleikan?
– Broytingarnar skulu koma úr neðra,
frá grasrótunum í flokkinum. Tað er
umráðandi at fáa semju um tey polit
isku málini, tí so verður tað eisini
trupl ari hjá tingmonnum at arbeiða í
sjálv drátti. Javnaðarflokkurin skal ikki
boyggja seg fyri politiskum rákum.
Rákið í vesturheiminum og kanska
serliga í Norðurlondum hevur í longri
tíð verið rættuliga borgarligt. Men Javn
aðar flokkurin skal ikki laga sín politikk
eftir hesum. Vit skulu halda fast við tey
upprunaligu virðini, men sjálvandi
skulu vit dagføra okkara politikk. Tað
vit vilja og siga, skal vera meira greitt.
Tað skal vera meira kantur í.
Velur Stoltenberg-leiðina
Krøv um grundleggjandi nýskipanir á
vælferðarøkinum hava tey seinastu 20
árini flutt javnaðarflokkarnar í Europa
móti miðjuni. Við bretska New Labor
sum fyrimynd hava teir lænt burturav
nýliberalistiska arvagóðsinum, sam
stundis sum teir borgarligu flokkarnir
nógva staðni hava fingið sær ein meira
sosialan profil. Úrtslitið er, at floks
mørkini eru blivin kám.
Tó eru undantøk. Í Norra hevur
Ar beiðara flokkurin leitað aftur til tær
sosial demokratisku røturnar og hevur
síðani 2005 stjórnað landinum í tøtt
um samstarvi við landsfelagið hjá fak
feløgum LO og vinstraveingin.
Skal Javnaðarflokkurin ganga
New Labor-leiðina, sum t.d.
Nyrup og seinni Thorning Smith
hava gjørt í Danmark. Ella skal
hann velja leiðina hjá Stoltenberg
og norska Arbeiðaraflokkinum?
– Har haldi eg so avgjørt, at vit skulu
velja seinnu loysnina. Vit skulu hava
tætt samband við grasrøturnar í
flokkinum og fakfeløgini. Tað er tann
vegin vit skulu fara. Javnaðarflokkurin
eigur ikki at broyta sítt innihald, bara tí
at rákið hevur verið borgarligt í nýggjari
tíð. Men tað merkir kortini ikki, at Javn
aðar flokkurin ikki kann markera seg í
fíggjar og vinnupolitiskum málum.
Fyri tað um vit hava eitt greitt boð uppá
vinnu og fíggjarpolitikkin, so merk
ir tað ikki, at vit sleppa málunum um
t.d. at útgjaldsskipanirnar skulu vera
samhaldsfastar og at skúlarnir, heilsu
verkið og aðrar vælferðartænastur
skulu vera fyri øll. Javnaðarflokkurin
má so undir ongum umstøðum ganga
burtur frá sínum grundsjónarmiðum
fyri kanska at tekkjast veljarunum.
Í 2005 boðaði Jóannes
Eidesgaard á landsfundi hjá
Javnðaraflokkinum frá, at
stættarstríðið er av. Heldur
tú, at stættarstríðið er av?
– Nei, tað eri eg ikki samdur í. Nú skal
eg ikki siga, hvussu hann meinti síni
orð, men eg eri ikki samdur í, at stættar
stríðið er av. Munurin er fram vegis
stórur millum tey við teimum hægstu
og tey við teimum lægstu lønunum.
Tað eru fleiri samfelagsbólkar, sum
á mang an hátt eru illa fyri í dag. Tey
lægst løntu, tey ófaklærdu, sita hart í
tí, tí bústaðar og livikostnaðurin er so
høgur. Men eisini útbúgvin fólk, sum
t.d. peda gokar, heilsuhjálparar og fleiri
onn ur hava trupult við at fáa endarnar
at røkka saman. Fyri ikki at tala um
teir støku uppihaldararnir, sum hava
tað serliga trupult.
Hoyri eg teg siga, at
javnaðarflokkurin skal
flyta seg til vinstru?
– Ja, tað er møguliga rættast at siga, at
flokkurin skal til vinstru. Tað merkir,
at vit skulu hava eitt tættari samstarv
við fakfeløgini og veruliga taka okkum
av trupulleikunum hjá teimum, sum
hava hava tær lægru inntøkurnar í
sam felagnum. Kostnaðarstøðið er ov
høgt, og bú setingarmøguleikarnir ov
eins táttaðir, og tað ger, at tey við lágum
inn tøkum hava tað øgiliga trupult.
Fleiri politiskir eygleiðararnir
halda, at Javnaðarflokkinum
tørvar eitt ítøkiligt politiskt
projekt. Ger hann tað?
– Nú dámar mær einki orðið projekt,
men tað er rætt at flokkinum tørvar
ætl anir, sum eru meira ítøkiligar,
enn tær hava verið. Eina ætlan, har
alt hong ur saman, og hesum arbeiðir
flokk urin við í løtuni.
Hvat skal ætlanin
snúgva seg um?
– Tað er alneyðugt, at vit fáa sam halds
festi millum ættarliðini. Vit, sum eru
í arbeiðsførum aldri, hava skyldu at
taka okkum av teimum, sum bygdu
væl ferðar samfelagið. Men samstundis
mugu vit ansa eftir, at byrðan ikki
verður so tung hjá summum, at tey ikki
knógva undir henni. Tað eru fleiri sam
felagsbólkar, sum sum ikki bera byrðar
í sama mun sum løntakararnir, og har
Tað eru fleiri samfelagsbólkar, sum sum
ikki bera byrðar í sama mun sum løntakararnir
og har skulu vit býta byrðarnar betri
VinstrasVing
á politiskum
vegamóti
JAvNAðArFLoKKuriN skal halda rimmArFAST um SoSiALDEmoKrATiSKu røturnar.
Flokkurin skal til viNSTru og hava TæTT samband við FAKFELAGSrørSLuNA,
tí STæTTArSTrÍðið er iKKi av. men FLoKKuriN skal EiSiNi leggja seg mEirA eFtir
vinnu- og búSKApArmáLuNum, sum higartil hava verið HáborGiN hjá teimum
borGArLiGu, sigur NýGGi Formaðurin AKSEL JoHANNESEN í samrøðu við SoSiALiN