Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33 Sosialurin Stjóri til Posta Starvslýsing Um Posta Posta hevur verið gjøgnum eina krevjandi og neyðuga broyting, eftir at fyritøkan varð umløgd til partafelag fyri seks árum síðan. Tillagingar og effektiviseringar hava gjørt Posta til eitt nútímans og kappingarført felag. Kjarnuvirksemið hjá felagnum er at veita posttænastur og at reka aðra vinnu í tí sambandi. Felags fyri dagførda virk- semið hjá Posta er, at tænasturnar í størri mun eru lagaðar til kundans tørv. Posta søkir nú eftir einum visionerum og tænastu- fokuseraðum stjóra. Høvuðsuppgávan hjá nýggja stjóranum verður at styrkja og vaksa um marknaðarlutin og tænastuna KM£3RVWDRJDWìQQDQ¿JJMDURJEXU²DUG\JJDUYDNVWUDU- møguleikar. Harumframt fær nýggi stjórin eisini ábyrgd av áhaldandi at optimera raksturin á øllum innanhýsis økjum í felagnum. Posta er eitt tænastufelag burturav og røkkur út til alt Føroya fólk og vinnulív. Tí er alneyðugt, at tú tryggjar, at kundin verður settur í fokus, og tú megnar at skapa sterk bond millum Posta og kundarnar. Ábyrgdarøki hjá stjóranum Sum stjóri hevur tú dagligu leiðsluna um hendi í tøttum samstarvi við nevndina. Ábyrgdarøkini eru m.a. at: ß styrkja og menna verandi og nýggjar marknaðir ß tryggja fult kundafokus í øllum felagnum ß tryggja besta sølu- og tænastustøði í øllum virksemi ß stuðla og kveikja leiðslutoymið ß gera fíggjarætlanir og tryggja, at hesar verða hildnar ß optimera innanhýsis mannagongdir áhaldandi 7tQSHUVyQVSUR²OXU Rætti umsøkjarin til stjórastarvið hevur: ß hægri búskaparútbúgving (kandidatprógv hevur fyrimun) ß ¯PLQVWDODJLìPP£UDYL²NRPDQGLVWDUYVUR\QGLU ß góðar leiðsluroyndir og góð samstarvsevni ß ítøkilig úrslit at vísa á innan sølu- og marknaðarføring og/ella supply chain management ß rætta yvirlitið, samstundis sum tú hevur visiónir og dugir at arbeiða strategiskt og langsiktað ß góð evni at samskifta á føroyskum, donskum og enskum Tað er eisini ein fyrimunur at hava kunnleika um vinnulig og búskaparlig viðurskiftir í Føroyum. Posta bjóðar Eitt fjølbroytt, spennandi og ikki minst krevjandi starv. Tú verður undangongufólk og fært høvuðsábyrgd av at framtíðarmenna Posta. Vit bjóða tær tí eina góða løn, samsvarandi tínum førleikum og royndum. Umsókn Umsókn við avritum av prógvum og viðmælum skal sendast til: Posta, att.: stjórnarskrivarin, Óðinshædd 2, 100 Tórshavn ella við teldubrævi til stjórnarskrivaran á anol@posta.fo. Umsóknarfreistin er 28. mars kl. 12.00. Áhugaðir umsøkjarar kunnu hoyra meira um starvið við at ringja til Tummas Hanus Dam, nevndarformann, telefon 220 550, ella til Brynhild Setberg, næstformann, telefon 212 281. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Pf. Postverk Føroya varð stovnað í desember 2004 við tí endamáli at reka postvirksemi og aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi. Partapeningurin er 43 mió. kr., og einasti partaeigari er Vinnumálaráðið. Á Posta eru 168 fulltíðarstørv. Felagið yvirtók við virknaði frá 1. januar 2005 virksemið hjá Postverki Føroya. Postvirksemið í Føroyum er skipað í løgtingslóg nr. 135 frá 18. okt. 2001 um postvirksemi og við kunngerðum við heimild í lógini.