fríggjadagur 18. mars 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 33 · 18. mars 2011
12
VIKUSKIFTI
skulu vit býta byrðarnar betri. Tá ið fólk
tosa um vælferðarskipanir, hugsa tey
mest um, hvat tey kunnu fáa burturúr.
Rákið í vesturheiminum er, at tað mesta
snýr seg um einstaklingurin. Men fyri at
fáa rættindi, mást tú eisini hava skyld
ur. Forteytin fyri framtíðarinnar væl
ferð er eisini búskaparvøkstur, og tí má
Javnaðarflokkurin eisini leggja nógv
meira dent á ein skipaðan vinnupolitikk,
ikki minst á fiskivinnuøkinum.
Størri dent á
fíggjar- og vinnumál
Í fráfaringarrøðu síni á landsfundinum
hjá Javnaðarflokkinum segði Jóannes
Eidesgaard, at nú teir borgarligu hava
tikið tann sosiala profilin hjá Javnaðar
flokkinum til sín, noyðist Javnaðar
flokkurin eisini at markera seg á øðrum
økjum. Hann nevndi fíggjarpolitikkin
og vinnupolitikkin sum dømi.
Verður tað eisini kósin
hjá Aksel Johannesen?
– Ja. Skulu vit hava eitt ríkt vælferðar
samfelag, er eisini avgerandi, at tað
kemur nógv inn. Búskaparvøkstur
er for treytin fyri einum góðum væl
ferðar samfelag. Søguliga hevur Javn
aðar flokkurin næstan ongantíð um
sitið vinnu og fiskivinnumál og
øgiliga sjáldan fíggjarmál. Eg haldi, at
Javnaðar flokkurin eigur at leggja seg
eftir hesum málum í framtíðini. Ikki tí
at vit skulu gloyma alt hitt. Men hesi
málsøkini eru fortreytin fyri øllum
øðrum.
Og hvat skal málið vera við
fíggjar- og vinnupolitikkinum?
– Vit skulu hava samhaldsfesti inn í
inngjaldsskipanina. Øll skulu vera við
til at fíggja vælferðarsamfelagið eftir
førimuni. Og vit skulu halda aftur í
góðum tíðum, so at vit klára at standa
ímóti í ringum tíðum. Tí áttu vit av
røtt um ikki at gjørt so stórar sparingar,
sum vit gera í dag. Men fortreytin fyri,
at tú kanst gera tað er, at tú í góðum
tíð um hevur dugað at hildið aftur.
Í vinnupolitikkinum skulu politik ar
arnir halda seg frá at regulera vinnuna
niður í smálutir. Tildømis setur fiski
vinnulóggávan vinnuni øgiliga nógvar
forðingar. Hetta skal broytast og flotin
skal gerast minni stirvin. Vit skulu hava
ein fiskidagabanka, har tú rindar fyri
at gangnnýta tilfeingið. Vinnan skal
kunna laga seg til broyttar umstøður.
Eins og alivinnan skal fiskivinnan
gerast lívfrøðiliga og fíggjarliga hald
før. Skipanin má ikki forða fyri umlegg
ingum og teir yvirskipaðu karmarnir
skulu eggja vinnununi til at gagnnýta
og virðis økja tilfeingið á besta hátt.
Skapa vit teir røttu karmarnar um
fiski vinnuna, kunnu vit skapa ein nógv
størri búskaparvøkstur enn vit hava í
dag. Og fáa vit tann vøksturin, so
sleppa vit undan at spara okkum burt
ur úr hallinum á fíggjarlógini.
Javnaðarfólk skilja
Nú sigur tú, at Javnaðarflokkurin
skal markera seg meira í
fíggjar- og vinnumálum, sum
teir borgarligu flokkarnir higar-
til hava sitið tungt á. Men tú
sigur eisini, at flokkurin skal
halda fast um klassiskan sosial-
demokratiskan politikk, við
tøttum samstarvi við fakfeløgini,
og at hann skal fara til vinstru.
Er tað ikki ein andsøgn í hesum?
– Nei, tað haldi eg ikki. Skal Javnaðar
flokkurin tryggja vælferðina hjá tí
einstaka, so má flokkurin hava eitt boð
upp á hvussu tú loysir allar trupulleikar
í samfelagnum, og tað merkir eisini
vinnu, fíggjar og búskaparpolitikk.
Skalt tú hava eitt vælvirkandi almanna,
heilsu og skúlaverk, so mást tú hava
ein skilagóðan vinnupolitikk og fíggjar
politikk.
Tað tænir eisini arbeiðaranum, at
vit hava ein skilagóðan vinnupolitikk.
300 fólk mistu arbeiðið, tá Kósin fór á
heysin og 700, tá Fiskavirking fór. Hví
hendi tað. Var tað bara óhepni. Ella
var tað tí, at vinnan búleikast undir
skeiv um kørmum at hon ikki fær tað
at bera til. Nakað, sum síðani elvir til
húsa gangir og arbeiðsloysi? Tað ynskir
Javnaðar flokkurin ikki skal henda.
Samfelagið hongur saman og tí
mugu vit hava boð upp á øll økir. Tað
merk ir tó ikki, at vit skulu taka hesi
mál ini framum t.d. heilsu, almanna,
skúla , og útbúgvingarpolitikkin. Men
vinnu og fíggjarpolitikkurin hevur
stóran týdning, tí hann er fortreytin
fyri væl ferðartænastunum.
Kann vandi ikki vera fyri, at ein
sosial demokratiskur flokkur
missa sínar gomlu kjarnuveljarar
– arbeiðararnar og tey veikastu
– av í svinginum, tá ið hann skal
loysa tey stóru samfelagsmálini?
– Tað ivist eg í. Javnaðarfólk flest vita,
at eitt vælvirkandi samfelag kostar
pengar. Tí er tað so týdningarmikið, at
Javnaðarflokkurin hevur eitt greitt boð
upp á fíggjar og vinnupolitikkin. Hava
vit einki boð, so merkja allir føroyingar
avleiðingarnar, eisini arbeiðarin.
Endamálið við at reka vinnulívspolitikk
er ikki at gagna vinnulívsfólkunum, men
fyrst og fremst at gagna landskassanum.
Ábyrgdarfullur og skilagóður vinnulívs
og fíggjarpolitikkur er fortreytin fyri
at vit kunnu hava vælferðartænastur
á høgum støði.
Samgongumøguleikar
Í síni stuttu formanstíð hevur Aksel
Johannesen sligið fast, at Javnaðar
flokkurin er ein samríkjaflokkur. Hann
hevur eisini sagt, at tey ríkastu mugu
gjalda meira til vælferðarsamfelagið
og at tørvur er á nýskipanum í fiski
vinnuni. Hann hevur eisini sagt, at
Javnaðar flokkurin skal ikki sita við
valdið fyri einhvønn prís.
Hvørji mál heldur tú, at ein
komandi samgonga fyrst og
fremst skal skipast um?
– Fyri tað fyrsta kemur tað ikki upp á tal
at skerja ríkisveitingina í valskeiðnum
20122016 , tí sum støðan er nú, fer tað
púra vist at ganga út yvir vælferðina hjá
tí einstaka. Harnæst er tað umráðandi,
at vit tillaga bæði vinnubygnaðin og
al menna bygnaðin. Tað merkir ikki, at
vit knívskorið skulu krevja, at hallið
verð ur burtur í 2015. Men vit mugu
laga vinnu bygnaðin til, so at vit kunnu
tryggja ein rímiligan búskaparvøkstur.
Eisini mugu vit gevast at nýta plenu
klipparan í fíggjarpolitikkinum, soleiðis
sum hendan samgongan í stóran mun
hevur gjørt. Vit mugu eisini finna út av
hvussu vit skipa tann almenna sektorin
skila betri og bíligari, uttan at hetta
gongur út yvir vælferðartænasturnar.
Tað er tann stóra avbjóðingin.
Hvørjum flokkum kann
Javnaðarflokkurin so best røkka
hesum málum saman við?
– Tað er eingin ivi um, at Javnaðar
flokkurin og Tjóðveldi kundu funnið
semju um at rikið ein skilagóðan politikk
á nógvum økjum. Men fortreytin er,
at ríkisveitingin ikki verður skerd.
Sjálvt um Sam bandsflokkurin er ein
borgar ligur flokkur, so haldi eg eisini
at vit kunnu finna skilagóðar semjur á
nógvum økjum við Sambandsflokkin.
Og teimum smáu flokkunum plaga vit
ikki at hava trupuleikar at sam starva
við á nógvum økjum. Men um Fólka
flokkurin ikki vil nakrar broytingar í
vinnu politikkinum og um teirra ein
asta loysn á búskaparstøðuni er, at vit
bara skulu brúka plenuklipparan og
niðurlaga alt alment virksemi, so verður
tað øgiliga trupult at samstarva við
Fólkaflokkin eftir eitt komandi val.
Men Javnaðarflokkurin skal
ikki í samgongu fyri einhvønn
prís, hevur tú eisini sagt?
– Vit fara ikki í eina samgongu, har
Tjóðveldi t.d. krevur ein niðurskurð
í blokk inum. Tað er ikki ráðiligt, sum
støð an er í dag. Eisini verður tað trupult
at halda fram í einum nýggjari ABC
samgongu, um Javnaðarflokkurin ikki
fær undirtøku fyri eini nýskipan av
vinnu bygnaðinum, sum tryggjar vøkstur
og fyri skilagóðum rationalisteringum í
al menna bygnaðinum, sum ikki skaða
væl ferðar tænasturnar.
Flokkinum tørvar ætlanir, sum eru
meira ítøkiligar enn tær hava verið
Floks
Formenn í
Javnaðar
Flokkinum
M.S. Viðstein 1926-1936
P.M. Dam 1936-1968
Einar Waag 1968-1969
J.Fr. Øregaard 1969-1972
Atli P. Dam 1972-1993
Marita Petersen 1993-1996
Jóannes Eidesgaard 1996- 2011
Aksel V. Johannesen 2011-
Soleiðis vil nýggi formaðurin í Javnaðarflokkinum helst avmyndast: Frammanfyri standmyndini uttan fyri Listasavnið. Aksel V. Johannesen vil arbeiða
fyri góðum umstøðum hjá barnafamiljum, og hann heldur eisini, at politikararnir mugu gera nakað við fráflytingina – serliga av ungum kvinnum
MyNd: Jens Kristian Vang