Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33 14 Sosialurin Tey standa so svinn øll har lið um lið og minnst á tíðina stóru, tá eingin var dagur, sum gav teimum frið, og bátar um lunnarnar fóru. Nú standa tey fúnað og húka so dánt, so ymisk í skapi og burði, sum ei hevur nakað frá øðrum lánt av sermerktum arkitekturi. Ja, neystini vart hava bátin á lunn, so hann frískur á flot kundi fara at finna sær ýti til plink og til grunn og føra sín fong heim til garða. Her gingu í fyrndini seigligir menn, ein meldur av góðum lívi; teir livdu og sótu á miði í senn at veiða til barnið og vívið. Teir sótu her ofta við pípu í nev á støðni har súgurin dregur, og kannaðu himin og havsins stev og vandaðu vánir og veður. Ein roykur av viði og tjøru í senn, tá ið borðrivur tettast skuldu, ein vond av dúki og hegnigir menn sum vandaligt lekarnar huldu. Ein deymur av línu og agnaslav og rotnandi kræklingaøgnum, ein slipa sum fjørukyktunum gav ein alheim við livandi gøgnum. ---- Her sást tú teir gomlu um tvørtræið hvíla á ørmum sum giktpíndir lógu á kross ímeðan í munni teir skrá mundu míla við biti og brái av strevi og knoss. Nú stóðu teir bara við friði í sinni og slotaðu aftur á lívsins lag við snørinum drignum og loddinum inni og lippunum taldum til evsta dag. ---- Nú drigið teir hava for síðstu ferð teirra bátar í neystini niðan, og kirkjan teim seinastu veiðina ber og ýtar teim himmalska liðan. pmp Neystarequiem Nøvn Føðingar 8. mars fingu Joan Midjord Joensen og Debes Sivertsen, Klaksvík, ein son. Hann var 47 cm langur og vigaði 2185 gr. 10. mars fingu Kristina á Løgmansbø og Gunnar Gaardbo Poulsen, Argjum, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3320 gr. 13. mars fingu Edith Marnersdóttir og Pætur Rein Jensen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3700 gr. 14. mars fingu Margit Bjørklund Nielsen og Jóhan Ziskason, Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3545 gr. 17. mars fingu Fríðunn & Jari Mellemgaard, Hvalba, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4125 gr. 11. mars fekk Emma ein fittan lítlabeiggja. Hann vigaði 3509 gr og var 55 cm langur. Foreldrini eru Gudny Langgaard og Ved Nagurset, Leirvík.