Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 33 · 18. mars 2011 14 VIKUSKIFTI Um tú ikki búði í Føroyum, hvørjum landi vildi tú so búð í? Íslandi ella Norra Er tú til hundar ella kettur? Kettur. Tær eru sjálvstøðugar og gløggar. Kendist tað løgi at hoyra títt egna mál í útvarpinum at byrja við? Ja, rættiliga løgið. Eg plagdi at sløkkja Hvat er tað besta við at gera útvarp? At tað er ein skjótur miðil og at vit tí ofta eru fyrst við tí nýggjasta. Og so dámar mær eisini væl at senda live og at lesa live. Hvat er tað ringasta? Tað kann vera strævið at øll hava eina meining um tað eg geri. Tá er gott at duga at leggja starvið burtur, tá ein kemur til hús. Hvat er títt størsta scoop? Haldi ikki eg havi fingið mítt størsta scoop enn. Hvat er tað býttasta, tú hevur sagt fyri opnari mikrofon? Einaferð mundi eg bannast í einari tíðindasending. Eg mundi sagt »helviti«, tí orðið eg skuldi lesa var »helvtin«. Tað var fyrstu vikuna eg las beinleiðis, eg var í praktikk sum journalistnæmingur. Hvar er títt yndis ferðamál? Mær dámar væl í Berlin. Annars dámar mær væl á Syðradali á Kallsoynni. Metir tú teg sum góðan kokk? Á toluligari leið. Hevur tú nakað frítíðarítriv? Eg lesi rættuliga nógv, og so eri eg so heppin at hava eitt arbeiði, ið eisini er mítt frítíðarítriv. Hvør bók liggur á náttborðinum? Tað liggja altíð fleiri bøkur á náttborðinum. Í løtuni lesi eg millum annað Hvorfor England sov, hjá John F. Kennedy. Eina bók um politiska lívið í Washington og eina bók um vald. Verður tú eisini at hoyra í útvarpinum um 10 ár? Trupult at spáa um framtíðina Beinta Løwe JacoBsen Strævið at øll hava eina meining um tað eg geri lagt tIl rættIs: Leo Poulsen BEinta LöwE JacoBsEn er rEdaKtiónsLEiðari í ÚtVarpinUM hjá Kringvarpi Føroya. HEnni dámar sEra væl at LEsa, og lesur í LøtUni tríggJar bøKur í senn. henni dáMdi so illa at Hoyra síni egnu rødd í útvarpinum, at hon pLagdi at sLøKKJa, og so mundi hon EinaFErð í beinleiðis tíðindasEnding sagt »HELViti« í staðin Fyri »HELVtin« Mynd: JENS KriSTiAN vANg