Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33 16 Sosialurin Skal Chile skrivast við C ella K? Hetta er ein av teimum heilt stóru og týðandi spurn­ ingunum, sum løgtingslimir hava verið upptiknir av í eina tíð. Fantastiskt. Tí meðan skriftin stendur á vegginum, og almennu Føroyar nærkast teirri bú­ skaparligu tromini, fer tíðin í Tinginum til mál, ið mugu metast at vera lutfallsliga smá. Í veruleikanum fyriheldur ein stórur partur av politisku skipanini seg als ikki til, at ovurstórir trupulleikar skulu loysast í landi okkara. Støðan í Føroyum er álvarslig. Stígur í búskapinum og negativur fólkavøkstur er størsta einstaka hóttanin móti Føroyum í dag. Hóttanin kann enda við, at Føroyar dovna vinnuliga og sosialt, og at tey ungu og framfýsnu rýma ella lata vera við at búseta seg her. Uttan vøkstur í búskapi­ num og í fólkatalinum gong­ ur bara ein veg – og tað er beint niðureftir! Europastrategi uttan strategi Tí er tað so ómetaliga um­ ráðandi, at Føroyar fáa besta samband við Europa­ samveldið, og at føroyskar fyritøkur fáa bestu atgongd til europeiska marknaðin. Okkara fyritøkur skulu føla seg tryggar og fáa nýggjar møguleikar at tjena pengar heim til Føroya. Klingandi mønt. Av somu orsøk er eisini avgerandi, at Landsstýrið rekur ein europapolitikk, sum er visionerur og framfýsin. Landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum hevur lagt fyri Tingið eitt uppskot um nýggjan europapolitikk fyri Føroyar – eitt uppskot uttan visión og møguleika fyri framdrift. Uppskotið var fyri í Løg­ tinginum hósdagin, og undir orðaskiftinum kundi man staðfesta, at europapolitikk­ urin, sum ABC­samgongan ætlar at reka frameftir, er farin av sporinum, longu áðrenn hann er settur í verk. Ongin idé. Ongin fram­ drift. Ongin stevna. Onki mál. Ongi krøv. Ongir møguleikar. Bara forðingar. Ongastaðni í uppskotinum verður hædd tikin fyri, at vit hava ein akuttan tørv á búskaparvøkstri og fólka­ vøkstri – og at vit m.a. fáa hesa effektina innan fyri ES­ garðin. Dokumentið um europa­ politikk er harumframt gjøgn­ umsúrgað av heimføðisligari, misskiltari nationalismu, sum køvir alt framfýsnið og avbyrgir okkara land. Tvær skallutar linjur Sjálvt uppskotið til samtyktar telur tvær linjur. Har stendur: ”Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið fer undir samráðingar við ES um tættari samstarv á økjum, har tað mett verður at tæna landsins áhugamálum best”. Hvat merkir hesin setningur? Jú, hann merkir, at lands­ stýrismaðurin nú fær loyvi til at gera akkurát tað, sum honum lystir í hesum týðandi máli. ”Ger sum frægast og kom aftur við onkrum! Ger bara okkurt!” Man trýr, at hetta er skemt. Onki lært av EFTA-málinum Man skuldi trúð, at ABC­ samgongan hevur lært okkurt av teirri fullkomiliga miseydnaðu royndini at fáa EFTA­limaskap. Í trý samfull ár rann fráfarni landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum aftan á tí doyggjandi felagsskapinum EFTA. Í grundini hevur hann fylgt hesum líkinum í trý ár. Hóast føroyingar fingu at vita, at EFTA var lykilin til ES­marknaðin, so vildi EFTA kortini ikki hava nakað við Føroyar at gera. Hvat hevur man lært av hesum? Onki. Tí nú skal núverandi landsstýrismaðurin í uttan­ landsmálum knipsa við fingrunum – so fer Europa­ samveldið at bjóða Føroyum í tollsamgongu við sær. Og hetta er ikki hissini samgonga – hon skal burtur­ beina handilsforðingar og taka allan ES­toll burtur av føroyskum fiskaútflutningi. Og Føroyar skulu onki lata afturfyri. Man fær líkasum eitt fornemmilsi av, at man situr á einari a la carte­matstovu í Brússel. Man velur sær akkurát tað, man vil hava, úr ES­menuini. Púra ókeypis. Og tíverri eisini púra burturvið. Hetta er frí fantasi úr Uttanríkisráðnum. Nei til mest upplagda ES-politikkin Uppskotið um nýggjan europapolitikk nevnir ikki við einum einasta orðið møguleikan at tingast við Europasamveldið um treytir­ nar fyri at sleppa inn um ES­ garðin. At vinna Føroyum eitt veruligt pláss í Europa. Ísland er júst nú í samráðingum við ES um treytir fyri at sleppa innum, og um Landsstýrið ikki tekur sær um reiggj nú, so kunnu vit enda í einari støðu, har íslendingar fáa fyrimunirnar innan fyri ES. Tá útkonkurera teir okkara fiskiídnað. Tað er so upplagt, at Føroyar brúka Ríkisfelags­ skapin sum eitt slag av lopfjøl inn á ES­marknaðin – upp um garðin. Ríkisfelagsskapurin er ein hollur viðspælari hjá Føroyum, og tað er sunn fornuft at samstarva við ES­landið Danmark, eisini á hesum øki. Í felag kunnu landsstýrið og stjórnin finna útav, hvørjar ítøkiligar treytir eru fyri at sleppa inn um garðin. Og um tað ber til at fáa rímiligar sømdir. Men so leingi, sum ABC­ landsstýrið rekur europa­ politikk við proppum í oyru­ num og bindi fyri eygunum, ja so hendir absolutt onki. Vit fáa ongan nevniverdan búskaparvøkstur men økta fráflyting. Landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum eigur at taka aftur uppskotið til europapolitikk. Man má krevja, at eitt minimum av heimaarbeiði verður gjørt. Strategi uttan strategi Edmund Joensen Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin ABC-samgongan hevur brúkt trý ár til at staðfesta, at EFTA- felagsskapurin er doyggjandi. Nú er ein nýggj Europa-strategi løgd uttan mál og mið, og uttan atlit til, at Føroyar nærkast tromini Kjak Dávid Isfeld Hósvík Tá tosað verður um menning av útjaðaranum, so snýr tað seg altíð um eina ferjulegu, tunnil ella undirsjóvartunnil. Og onkuntíð snýr tað seg um eina óumhugsaða flytan av einum almennum stovni. Men nú, tá ið tað snýr seg um nakað heilt annað, eru fólk á gosi, tí almennir pengar fara til hesu lokalu átøk. Talan er sjálvsagt um Saltsiloina og 50­ metra svimjihylin í Suðuroy. Leggið til merkis, at hetta eru lokal initiativ, og ikki grenj, um at “her eru eingi almenn størv”. Nei, her er talan um átøk, sum faktiskt kunnu skapa nakað serstakt fyri suðringar. Átøk, sum kunnu koma at menna mentunarlívið og svimjingina. Tað er sannheit, at tað ikki verður nøkur løtt uppgáva at reka Saltsiloina, men tað er ikki ógjørligt heldur. Tað ber t.d. til at skipa tað soleiðis, at tá ið tiltøk eru í Saltsiloini, er tað ókeypis at sigla við Smyril hjá teimum, ið hava goldið atgongumerkið til tiltakið. Tað er bert ein fyrimunur fyri Smyril, tí hesi ferðandi brúka pengar umborð og høvdu ikki silgt suður, um einki tiltak var. Átøk, ið sýna áræði Saltsiloin og svimjihylurin eru greið tekin um trúgv á, at tað ber til at gera nakað í Suðuroynnið, ið ikki snýr seg um fisk ella innflytan av almennum stovni; og tað hevur vanta í alt ov langa tíð – og vantar framvegis aðrastaðni. Slík átøk eiga at møtast við jaligheit og vælvild og ikki tí neiligheit og illvilja, sum vit hava sæð í samband við áðurnevndu átøk. Um vit veruliga vilja menna allar Føroyar, so mugu vit síggja aðrar møguleikar enn fiskivinnu og almenn størv. Svimjihylurin er ikki bara til Pál Joensen. Í Suðuroy eru 5 svimjarar, sum eru ovast og ovarlaga á altjóða styrkilist­ um hjá “Swim News”, “Swimming World Magazine” og swimrankings.net, og fleiri svimjarar eru á veg upp ímóti hesum støði. Aðrir topp­svimjarir í Føroyum eru sjálvandi eisini vælkomnir til Suðuroyar at venja; eins og venjingar­ leður kunnu skipast her við føroyskum og útlendskum svimjarum – fyrispurningar hava verið frá útlendskum svimjivenjarum. Møguleikar, ikki forðingar Fólk hava eisini sagt, at ein 50­metra hylur hevði ligið betur í t.d. Tórshavn ella í Kambsdali. Men eingin sigur, at tað ikki er pláss fyri tveimum slíkum svimjihylum. Vit kunnu vænta, svimjingin fer at taka dyk á seg í Føroyum, og at undirtøkan og luttøkan í svimjingini tískil fer at vaksa. Miljónir av krónum hava verið nýttar til fótbólt, hóast vit ikki megna at kvlifisera okkum til nakra altjóða kapping. Hví ikki satsa og nýta pengar upp á ein ítrótt, har vit longu hava heimsklassa iðkarar? Í svimjingini fáa vit nakað aftur fyri okkara pengar, og kunnu tískil kalla tað eina íløgu í staðin fyri útreiðslu – og so er eitt kritik­punkt soljóðandi: hylurin er ov bíligur. Er tað tí politikarir dáma so væl tunlar o.t.? Tí tað er so óluksáliga dýrt? Álvaratos, hvat rørir seg í hesum knokkum, ið taka avgerðir her á landi? Og Saltsiloin: har er meira enn helvtin av fíggingini egin peningur, sum er sera sjáldsamt – og her verður Gud hjálpi tú mær eisini tosað um pengar við neiligum tóna. Vit eiga at stuðla slíkum átøkum, sum leggja lunnar undir trivnað og menning, ið Saltsilion og svimjihylurin kunnu koma at gera. Stuðlið átøk suðringa