fríggjadagur 18. mars 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 33 · 18. mars 2011
15
VIKUSKIFTI
Hvat so við bilunum?
Sjálvandi eru teir aktivistar
Persónligar strípur
Las eina ferð. Ella er tað okkurt,
eg havi droymt. Eg droymi nógv,
tað er, tá eg sovi, skal eg skunda
mær at siga. Dagdreymar eru ikki
longur. Men sum sagt, eg las ella
droymdi, at so leingi, eg kann
gerast bilsin, ovfarin, skelkaður,
undrandi, óður, so eri eg ikki
gamal, so er vón, onkur veikur
lívsneisti logar enn.
Nú tosi eg ikki um slikt sum
at USA ætlar at hertaka Libia.
Tað undrar meg yvirhøvur ikki
tað minsta, um tað hendir millum
evstamark og útgávudagin hjá
hesi klummuni.
Amerikanarar kunnu saktans
finna onkur børn at plaffa niður
í Libia ella okkurt brúdleyp at
bumba.
Einki er meira logiskt enn
tað, at USA bjargar fólki í neyð
og gevur teimum byrsukjaftsins
demokrati. Gadaffi eigur uttan
iva hópoyðingarvápn grivin í
sandinum uttan fyri lóg og rætt,
sum ikki eru til í Libia.
Nei, eg hugsi her um onnur
vanlig lívsins viðurskifti. Sum ein
dagin herfyri, eg fór út at ganga,
Og eg gekk leingi tann dagin,
hálvan annan tíma minst. Og eg
fekk ongan dropa á meg. Eg fekk
ikki karm. Og tað var heldur ikki
hált.
Tá stóra undranin var hæsað
av, ætlaði eg at ringja til DMI,
veðurstovuna í Danmark,
og spyrja vakthavandi har,
hvat hetta var fyri eitt løgið
veðurfyribrigdi, vit nú høvdu
her í Føroyum við yvirtiknum
veðri. Hevði longu trýst 0045,
tá tað hendi. Og tað var ikki
við mýkindum. Dagsins fyrsta
æl brast á, buldraði á takinum,
vátakavi og heglingur alt í senn.
Eg má viðganga, innast
inni, at tað lætnaði. Tí óvanlig
veðurfyribrigdi boða ongantíð
frá góðum. Hevði hoyrt
ófrættatíðindini um ein sólstorm,
sum var á veg hendan vegin
at kappast við okkara dagligu
lágættarstormar. Sólin er sum
botulisma, hon er ikki at spæla
við.
Eg trýsti ikki fleiri tøl á
telefonini. Tað var ikki neyðugt at
spyrja DMI um nakað nú. Støðan
var aftur vorðin normal. Nú var
sloppið. Úti runnu kvinnur út á
snórin. Tær høvdu fyrr um dagin,
í kirkjutíðini, í einum snerti av
ørvitisoptimismu hongt klæði
út at turka, at turka. Nú komu
tær stórleypandi út í innikjóla
og skræddu løk og dýnuver av
neilonbandinum, so klemmurnar
sendust í allar lágættir, og tær
mundu dottið í trappuni á veg
innaftur við fullum kneppi.
Eg kendi meg tryggan. Ein
fløvandi kensla. Alt var, sum tað
átti at vera. Tað regnaði, regnaði,
regnaði.
Eg kekkaði kortini
álmanakkan fyri at vita, um
gamla prentvillan var rættað í
ár. Tað er hon ikki. Har stendur
fremvegis fyrsti várdagur aftan
fyri 22.februar.
Hugsaði so um dagsins for
síða. Dagsins sjúka er veður sjúka.
Eitt annað, sum ger meg
rættiliga bilsnan, er, at eingin
munur er á nummar eitt og
nummar 93 í enskum fótbólti.
Sá FAsteypadystin
millum Manchester United
og útjaðarabygdina Crawley í
sjónvarpi. Tað var bara hepni, at
United vann 10.
Nógv siga eisini og skriva í
fullum álvara, at okkara lokalu
steypavinnarar fingu ein truplan
dyst í fyrsta umfari í ársins
steypakapping.
Og sjálvan stríðsdagin tosaðu
tær allar um seg sjálvar og hinar
í kallkyni. Tú verður móður av at
berjast fyri javnrætti. Tú noyðist
sjálvur at seta mannin ella sjeikin
upp á pláss.
Kynið spillir ongan, orsaka,
onga. Stríðið um javnrættindi
endar vónandi ikki eisini sum eitt
málstríð.
Ein politiskan flokk afturat?
Nei takk. Vit hava longu seks.
Og tað eru seks ov nógvir. Latið
okkum savna undirskriftir fyri at
taka av allar flokkar, seks ferðir
800 undirskriftir. Tað átti at borið
til í einum landi, har sum øll eru
misnøgd.
Vána vánir
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Telva teir ikki?
Sandavágs Talvfelag skrivaði søgu
Kringvarp.fo
Føroyskur kannibalur
Jóan Petur mettur av heimsstjørnum
Portal.fo
Hvussu er við trímenninginum?
ST-hermenn hava skotið
systkynabarn Hamed Karsai
Kringvarp.fo
Hvat kappast tey um?
Gunnar í Liða á odda í TF samtakinum
Portal.fo
Tók 38 ár
Brúgvin um Streymin liðug
Portal.fo
Var tað Atlantis?
Mentanarskipið í Runavík sokkið
Dimma
Tað skal nokk passa!
Verjan hevur avgerandi týdning
Dimma
Strangar roykireglar!
Bót fyri at festa í
Kringvarp.fo
Síggja fram í tíðina
Føroya rættur hevur í morgin
viðgjørt málið móti 53 ára
gamla klaksvíkingum...
Portal.fo
Og vit tosa um list!
Vágamenn í Smiðjuni
Dimma
Tunligt á Vágsbøi
4 á Summarfestivalin
Portal.fo
ranga
í
strúpan
Í longri tíð hevur verið arbeitt á brúnni um Streymin, og vit, sum hava hildið, at tað hevur verið fyri at betra um brúnna. Men nú
síggja vit í Sosialinum fríggjadagin, at tað er gjørd ein gongubreyt um brúnna. Og nú undra vit okkum stórliga á, hvat vit skulu gera
við bilarnar. Skulu teir parkerast báðu megin brúnna ella fáa vit ferju aftur um sundið?
Portalurin skrivaði í farnu viku um umhvørvisaktivistar, sum vóru á veg til Føroya. Í greinini stóð millum annað soleiðis: »Ein maður,
sum kom við flogfarinum, sum lendi í Vagum beint fyri klokkan tvey, sigur, at millum ferðafólkini vóru tríggir menn, sum tosaðu
okkurt fremmant mál, og hetta kundu helst hava verið umhvørvisaktivistar.« Sjálvandi eru tað umhvørvisaktivistar, um teir tosa
fremmant mál – og tað vísti seg eisini at verða plettskot hjá Portalinum. Menninir vóru her fyri at kunna seg við grindadrápið og
føroyska samfelagið annars.
Tað eru ivaleyst nógvir menn, sum eiga ein stríputan klædning, men tað munnu verða fáir, sum hava strípur av tí slagnum, sum
Hosni Mubarak hevur. Fráfarni egyptiski forsetin hevur fingið sínar heilt egnu strípur seymaðar í sín klædning. Gott sum íblástur hjá
okkum við slitnum, svørtum jakkasettum, sum vóru keypt, tá ið ABBA var ovast á hitlistunum.