Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33 Sosialurin makreli, enn tey høvdu fingið til lutað. Jacob Vestergaard heldur tað hava stóran týdning, nú ikki bar til at koma á mál við eini strandalandaavtalu hesaferð heldur, at Føroyar veruliga vísa í verki, at vit meina tað, vit siga og halda upp á. – Tí, er eisini umráðandi fyri okkum, at vit ikki missa í mun til eitt nú Ísland. Nú hava vit møguleika í enn eitt ár at prógva, at nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi, og at vit tí eiga sjálv­ søgd rættindi til at troyta hetta tilfeingi, eins og vit eiga at gerast ein munandi partur í einum komandi býti millum londini. Okkara skylda Landsstýrismaðurin sigur, at tað, sum verður avgerandi, tá býtislykilin einaferð verður broyttur, eru tey søguligu tølini yvir veiði í egnum sjógvi. – Eg meti tí, at tað er okk­ ara skylda at skapa okkum besta grundarlagið undir einum nýggjum býtislykli. Undanfarin ár hava vit hava veik tøl at halda okkum til, tí okkara partur hevur verið so lítil. Árið í fjør prógvaði, at tað bar til hjá okkara fiskiflota at fiska okkara eginkvotu upp eftir stuttari tíð. Tað er nú, vit skulu leggja grundarlagið undir tí, sum liggur fyri framman. Taka vit ikki av hesum møguleika, er ógvuliga skjótt, at vit kunnu koma út sum hin minsti parturin í einum komandi býti millum londini. Jacob Vestergaard vísir á, at føroyski fiskiflotin fekk staðfest nøkur ting í fjør, hóast tíðin var knøpp. – Fiskiflotin kom eftir, at tað ber væl til at fiska hetta tilfeingi, eis ini við øðr um skipum enn teimum traditionellu uppi sjóvar skip­ unum, og tað bar eisini væl til at virka makrelin til matna. Hevði tíðin verið betri, og meira tíð soleiðis hevði verið til fyrireikingar, hevði úrslitið ivaleyst verið enn betri, sigur Jacob Vestergaard. Hann fegnast eisini um, at eitt nú Faroe Pelagic í Kollafirði hevur gjørt seg enn betri út í ár til at taka ímóti makreli, eins og áhugi er aðrastaðni á landi fyri hesum tilfeingi. – Hvussu langt vit koma í ár er trupult at siga, men eg ætli, at tíðin at fiska hetta til­ feingi verður munandi betri í ár, enn hon var í fjør. Kunngerð ávegis Landsstýrismaðurin sigur, at hann soleiðis væntar, at ein kunngerð um, hvussu makrelurin í ár skal býtast millum skipabólkar verður send til hoyringar um eina viku ella tvær. – Í hesi kunngerð verður staðfest, hvørjir skipabólkar fáa lut í veiðini, og hvussu stórur parturin verður. Eins og í fjør, er lítið ivamál um, at nótaflotin fer at fáa bróðurpartin av kvotuni, men landsstýrismaðurin fer eisini at tilluta øðrum skipa­ bólkum av kvotuni. – Tað verður helst soleiðis, at nótaskipini fáa eginkvotur, soleiðis at tey vita, hvat tey hava og soleiðis hava bestu møguleikar at fáa sum mest burtur úr. Væntandi verða felagskvotur til aðrar bólkar, og tað fer ikki at bera til hjá hesum skipabólkum at selja sína kvotu til eitt nú nótaskip. Makrelurin verður soleiðis ikki nøkur handilsvøra mill­ um bólkarnar. Jacob Vestergaard vísir á, at eitt nú Felagið Línuskip eisini hevur ynski um at fáa lut í kvotuni, og her verður ivaleyst hugsað um, at línu­ skipini kundu selt sína kvotu til onkran annan at fiska. – Men soleiðis verður tað ikki, staðfestir lands­ stýris maðurin, sum leggur aftrat, at eingin bólkur fær kvotur, sum tey ikki kunnu fiska sjálvi, og soleiðis er óhugs andi, at eitt nú línu­ skip kunnu fáa burtur av makreltilfeinginum, sigur hann. vilmund@sosialurin.fo kyldu til at íni rættindi