fríggjadagur 18. mars 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 33 · 18. mars 2011
18
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
Annika Sølvará er stjóri í Granskingarráðnum.
Hon tók við hesum starvi hin 1. desember
2007. Útbúgvingin hjá henni er cand.mag. í
enskum og søgu. Hon las á Århus Universiteti
árini 1990-1997 og hevur sergrein í tí, sum
rópt verður post-kolonialum bókmentum.
– Mínar uppgávur í Granskingarráðnum
fevna um alt frá strategiskum spurningum,
kunning, vegleiðing og eftirliti til at
gera kaffi, sum hon tekur til.
Hon sigur, at tað eru nógvir fundir
og í tíðarskeiðum er eisini ferðing.
– Uppgávurnar fevna soleiðis um bæði
stórt og smátt, og hetta er eisini náttúrligt,
tá vit eru eitt lítið arbeiðspláss. Vit eru hálvt
triðja fólk umframt fýra fólk í 10% starvi.
Omanfyri Anniku er ein nevnd við
sjey fólkum. Hetta eru tey, sum játta
stuðul og taka ymiskar aðrar avgerðir.
– Hóast vit eru fá á arbeiðsplássinum á
Bryggjubakka, hava vit nógv samskifti við
fólk. Vit hava stívliga 50 verkætlanir, sum
fáa stuðul frá okkum í løtuni. Fyri hvørja
verkætlan er ein fakligur leiðari/granskari, ein
stjóri ella fíggjarleiðari, umframt ofta nøkur
fólk aftrat, sum vit samskifta regluliga við.
Annika Sølvará vísir á, at arbeiðsupp gáv-
urnar eru skiftandi, og viðhvørt er rættiliga
stórt trýst á, soleiðis sum tað var herfyri, men
nú er meira liviligt aftur, sum hon tekur til.
Ymiskar uppgávur
Hon sigur, at høvuðsuppgávurnar kunnu
lýsast soleiðis, at Granskingarráðið í fyrsta
lagi umsitur Granskingargrunnin og soleiðis
lýsir stuðul leysan, vegleiðir umsøkjarum,
viðger umsóknir, tryggjar at tey røttu fáa
stuðulin og hevur eftirlit við, at stuðulin verður
brúktur til tað, sum hann er játtaður til.
Í øðrum lagi er uppgávan at ráð-
geva landsstýrinum og øðrum í
granskingarpolitiskum spurningum.
– Hetta er eitt vítt hugtak, men eitt ítøkiligt
og fekst dømi er yvirskipaði granskingar-
politikkurin, Vitan & Vøkstur, sum nýliga er
samtyktur. Vit eiga ein stóran lut í hesum
arbeiði. Vit gera eisini viðmerkingar til
lógaruppskot, tilmælir av ymiskum slag,
og vit luttaka í ymiskum arbeiðsbólkum.
Í triðja lagi er ráðið við í ES-granskingar-
samstarvi, har Annika sjálv luttekur í
teimum yvirornaðu bólkunum, meðan
hini starvsfólkini taka sær av teimum
fakspesifikku uppgávunum.
– Vit skulu kanna møguleikar, kunna í
Føroyum og ES um møgulig støð at søkja/
økir at samstarva á. Ein stór uppgáva er eisini
at kunna um og kveikja áhuga fyri gransking
í breiðari merking í almenna rúminum.
Annika vísir á, at Granskingarráðið eisini
skipar fyri tiltøkum, eitt nú Vísindavøku
og Vitan á Skák, og tey hava eisini sína
heimasíðu www.gransking.fo – og tíðindabrøv,
sum tey senda út umleið 14. hvønn dag.
Nógv áhugamál
– Eg stórtrívist og haldi, at hetta er ótrúliga
spennandi og fjølbroytt. Tingini flyta seg
rætta vegin, kanska eitt sindur spakuliga – og
tó føli eg, at tey flyta seg. Eg haldi, at nógv
kann henda aftrat, og okkara uppgáva er stór.
Hon sigur, at starvið sum stjóri í
Gransk ingar ráðnum er eitt tíðaravmarkað
starv, men at útlit eru fyri ymiskum
umskipingum innan alt ov leingi.
– Tíðin fer at vísa, hvat fer at henda, og
eg haldi í øllum førum ikki, at eg eri liðug við
hetta økið, leggur Annika Sølvará aftrat.
Men er tað nakað, sum stjórin í
Granskingar ráðnum veruliga brennir fyri?
– Ja, almenn kunning um gransking
og menning er nakað, sum eg haldi hevur
alstóran týdning. Tað eru so ómetaliga
nógvar spennandi søgur at siga frá. Eg haldi,
at vit mugu fortelja fólki, hvat gransking og
menning kann gera fyri okkum og samfelagið.
Politiska skipanin og almenningurin eiga
at vita, hvat fæst fyri almennu játtanina,
sum verður latin til gransking og menning.
Við kunning eiga granskarar at vísa á, hví
teirra arbeiði er so týdningarmikið, og
hví tað skal halda fram og styrkjast.
Annika sigur, at hon annars brennir fyri
øllum møguligum, eitt nú nýggjum Tjóðpalli,
sterkari Fróðskaparsetri, einum betri samfelag
her hjá okkum – og einum betri heimi yvirhøvur.
Hvør er Annika?
Annika Sølvará er fødd í Danmark, men hevur
føroysk foreldur, Ingu og Mikkjal Joensen.
Hon er elst av trimum systrum. Familjan
flutti til Klaksvíkar, tá hon var 4 ára gomul.
Barna-og framhaldsskúlan gekk hon í
Klaksvík, hon var á Andebølle Højskole á Fjóni á
vári í 1986 og á HF í Klaksvík árini 1986-1988.
Annika var skóti frá tí, at hon var
7, til hon var 14 ára gomul, og hon
gekk í Ungdómshúsinum frá tí, at
hon var 13, til hon var 18 ár.
– Eg arbeiddi ofta eftir skúlatíð, í
vikuskiftinum og í summarfrítíðini frá tí,
at eg var eini 13 ár. Eg arbeiddi í kiosk,
pylsu vogni, egndi viðhvørt, og eg svaraði
telefonini á bilstøðini Bil í fleiri ár.
Millum fólkaskúlan og háskúlan í Danmark
arbeiddi hon á heysti 1985 á Kósavirkinum.
Pápin hevði kjøthandil og matvøruvirki, og
her arbeiddi hon í eitt ár, árini 1988-1989.
Hon var eisini á skrivstovuni hjá Kjølbro
Heilsølu á heysti 1989 og summarið 1990.
– Annars arbeiddi hvørja summarfrí, meðan
eg las á Århus Universiteti, leggur hon aftrat.
Eftir lokna útbúgving, fekk Annika
starv sum setursskrivari.
– Eg byrjaði sum barsilsavloysari í nakrar
mánaðir, og var síðan í føstum starvi frá
juni 1998 til november 2007, tá eg tók við
starvinum sum stjóri í Granskingarráðnum,
sum er tíðaravmarkað í fimm ár.
Annika Sølvará hevur verið for kvinna í
Leiklistaráðnum síðan august 2004, har
seinni skeiðið av tveimum endar nú. Hon hevur
annars verið í fleiri nevndum og arbeiðsbólkum,
bæði í Føroyum og í uttanlands.
– Privat havi eg verið virkin í fleiri
felagsskapum, ikki minst í Amnesty Inter-
national, og eg eri eisini í nevndini í
Demo kratiu nú, sigur Annika Sølvará.
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo
Annika stýrir gransking
– Eg stórtrívist og haldi, at okkara arbeiði Er ótrúliga spennandi og fjøl
broytt. tingini flyta sEg rætta vegin, kanska Eitt sindur spakuliga – og tó
føli Eg, at tEy flyta sEg. Eg haldi, at nógv kann hEnda aftrat, og okkara
uppgáva Er stór, sigur annika sølvará, stjóri í granskingarráðnum
savnsmynd
– Almenn kunning um gransking og menning er nakað, sum eg haldi hevur alstóran týdning sigur Annika Sølvará
Fakta:
Navn: Annika Sølvará
Starv: Stjóri í Granskingarráðnum
Starvsfólk: Hálvt triðja, pluss leyst
Besta við arbeiðnum:
At tingini flyta seg
Ringasta við arbeiðnum:
Eg stórtrívist...
Staður: Bryggjubakki 12,
Tórshavn