fríggjadagur 18. mars 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33
18
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum, Jacob Vester
gaard, hevur fyrr í hesi
vik uni gjørt av, at føroyska
egin kvotan av makreli í
2011 verður 150.000 tons til
samans. Áður hevur lands
stýrismaðurin
sagt,
at
kravið hjá føroyingum er
15%, men tey 150.000 tonsini,
sum hann nú hevur tillutað
føroyingum, svara til umleið
23% av teirri heildarkvotu,
sum ICES tilmælir fyri fiski
árið 2011.
Áðrenn vit fara víðari,
kunnu vit leggja aftrat, at í
avtaluni frá 2009, tá stranda
londini seinast samdust um
býtið, lá føroyski parturin av
heildarkvotuni á sløkum 5%.
Tóku rívan til
Men hví hevur landsstýris
maðurin nú ásett Føroyum
ein so stóran part av kvot
uni, sum liggur heili 13%
omanfyri tey 15%, sum kravið
til samráðingarnar hevur
verið?
– Føroyar vóru seinasta
landið í hesum sonevnda
samstarvi at áseta sær sína
kvotu. Hetta gjørdu vit ikki,
fyrr enn allir møguleikar at
finna semju vóru troyttir.
Ísland ásetti sær sína kvotu,
tá teir í samráðingarumfari
sóu, hvønn veg tað bar, og at
teir ikki fóru at vera hoyrdir.
Íslendska
eginkvotan
av
makreli fyri árið í ár liggur
um 146.000 tons.
Jacob Vestergaard vísir á,
at beint eftir Íslandi ásettu
ES og Noreg sær eisini sínar
kvotur, og hesi stóru londini
tóku rívan til.
– Av eini tilmæltari heild
ar kvotu á 646.000 tons, lótu
ES og Noreg bert 10% av
heildarkvotuni vera eftir til
Ísland og Føroyar, meðan tey
sjálvi kannaðu sær tey 90%.
Landsstýrismaðurin sigur,
at við teimum kvotum, sum
hini
strandalondini
hava
ásett sær og tí prosentparti,
sum Føroyar hava krav um,
er væntandi, at samlaða
veiðan eftir makreli í ár fer
at tátta í eina miljón tons.
– Tað er út frá hesum tali,
at eg havi tillutað Føroyum
eginkvotu á 150.000 tons,
sum svarar til 15% av einari
miljón tonsum.
Vit meina tað
Jacob Vestergaard vísir á, at
nógv hevur verið frammi um,
at londini í ES, sum fiska eftir
makreli, eitt nú Spania, slett
ikki halda seg til sínar kvotur.
Talan hevur verið um stóra
útblaking og nógv tons, sum
slett ikki verða skrásett.
– Soleiðis hava lond í ES
fiska út við 100.000 tons
útyvir tað, sum tey høvdu
kvotur til. Hetta er eisini
prógvað við frágreiðingum,
sum ICES hevur gjørt. Vit
vita eisini um rættarmál
móti skotskum reiðaríum,
sum hava fiskað meiri av
Føroya hava sk
tryggja sær sí
- Eg meti tí, at tað er okkara skylda at skapa okkum
besta grundarlagið undir einum nýggjum býtislykli.
Undanfarin ár hava vit hava veik tøl at halda okkum til,
tí okkara partur hevur verið so lítil. Árið í fjør prógvaði,
at tað bar til hjá okkara fiskiflota at fiska okkara
eginkvotu upp eftir stuttari tíð. Tað er nú, vit skulu
leggja grundarlagið undir tí, sum liggur fyri framman.
Taka vit ikki av hesum møguleika, er ógvuliga skjótt,
at vit kunnu koma út sum hin minsti parturin í einum
komandi býti millum londini, sigur Jacob Vestergaard
- Eg meti, at tað er okkara skylda at skapa
okkum besta grundarlagið undir einum nýggjum
býtislykli, sigur Jacob Vestergaard