fríggjadagur 18. mars 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 33 · 18. mars 2011
17
VIKUSKIFTI
Sosialurin 341800
Ingi og Sonhard siga sína meining
Kringvarp Føroya hevur við sendirøðini Fólksins Rødd rættiliga sett meiniga føroyingin í
andglettin. Fólk kring landið siga sína hugsan um ymisk evni, og tað er bæði hugvekjandi
og undirhaldandi. Leygarkvøldið fáa vit vitjan av Inga Sørensen og Sonhard Johannesen,
sum øll eru við í Fólksins Rødd. Vit tosa við teir um at verða røddin hjá fólkinum, um at siga
sína meining alment, og um hvussu tað er at blíva kend kring landið.
Bóndin í Sumba til Havnar
Arnfríð Hentze er bóndi í Sumba, og seinastu vikurnar er hon blivin landskend í sendingini
Fólksins Rødd hjá Kringvarpi Føroya. Leygardagin kemur Arnfríð ein túr til Havnar, og tá
verður ikki spart upp á krútið. Arnfríð skal til frisør, til make-up fólk, í klædnahandil, og hon
verður innkvarterað á Hotel Tórshavn. Tað verður tí ein nakað broyttur bóndi, sum vitjar í
Hvonn Live leygarkvøldið. Har práta vit við hana um lívið í Sumba, um at verða við í Fólksins
Rødd og um ein øðrvísi dag í høvuðsstaðnum.
Leygarkvøldið
19. mars 2011 kl. 20.00
Hallur og dóttirin spæla
Countrykongurin Hallur Joensen er kendur kring alt Føroyar og
eisini uttanfyri landoddarnar. Men Hallur eigur eisini eina dóttir,
sum dugir at syngja og sum hevur verið á palli saman við honum
nakrar ferðir. Nú leggja tey leiðina framvið í Hvonn Live. Prátað
verður við tey bæði, og tey spæla tveir sangir live fyri okkum.
Troyggjan er ein stjørna
Stjørnutroyggjan hjá Guðrun & Guðrun er umvegis sjónvarpsrøðina
„Brotsgerðin“ veruliga komin út í heim. Fyrst gjørdist troyggjan eitt
hitt í Danmark, men nú eru bretar falnir fyri bæði sjónvarpsrøðini
og stjørnutroyggjuni. Vit spyrja, hvat er so serligt við stjørnu-
troyggjuni, og hvat góða umrøðan uttanlands hevur at siga fyri
Guðrun & Guðrun og føroyska sniðgeving.