fríggjadagur 18. mars 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33
20
Sosialurin
Fríggjadagin í farnu viku
helt
Tryggingarsamtakið
Føroyar ella sum tað rætt
eitur Ognarfelag Trygging
artakaranna ársaðalfund á
Hotel Føroyum. Hevði ikki
varnast nakra lýsing, men
ein av umboðsráðslimunum
Andrass Skaalum hevði
verið so umhugsin, at seta
tilmeldingarskjal á netið,
tí tilmelding skal til fyri at
sleppa á fundin.
Sjálvsom uppliving
Hetta gjørdi eg og eg má
siga, at hesin aðalfundurin
var ein sjálvsom uppliving.
Væl av fólki var møtt
upp, uml. 4550 fólk, men
tað gekk skjótt upp fyri
mær, at flestu hesi vóru
innarakresurin
í
sam
takinum so sum umboðs
ráðslimir,
nevndarlimir,
stjórar og starvsfólkaum
boð og at vit bert fóru 4 fólk
á aftastu rekkju, sum vóru
”eigarar”.
Ongin roknskapur
útleveraður
Tá ið nevndarformaðurin
var liðugur við sína frá
greiðing og roknskapurin
skuldi
gjøgnumgangast,
spurdi undirritaði eftir at
fáa útflýggjað roknskapin,
men hetta var ikki neyðugt,
upplýsti
orðstýrarin,
tí
roknskapurin
var
sera
einfaldur. Tá ið undirritaði
tó vildi hava roknskapin
útflýggjaðan, varð hetta
noktað, men eg kundi fáa
hann tilsendan seinni.
Og roknsakpurin var sera
einfaldur:
• 1 stk. yvirskot
207 mió. kr.
• 1 stk. eginogn
1,7 mia. kr.
Meir kundu vit ”eigarar”
ikki fáa at vita!!
Valdu seg sjálvi
Síðan kom kanska tað mest
margháttliga, har innara
kresurin valdi seg sjálvan
í ráð, nevndir og leiðslu og
ynsktu
hvørjum
øðrum
tillukku og klappaðu fyri
sær sjálvum!!!
Trý uppskot frá Andrass
Skaalum vóru til lógar
broytingar, sum høvdu til
endamáls at geva ”eigarun
um” størri og betri rættindi.
Men tey vóru øll feld av
innarakresinum!!
Innarakresurin
ypti bert øksl
Tá ið komið var til ”Ymiskt”
fekk undirritaði høvi at
kritisera
framferðina
á
aðalfundinum, men innara
kresurin, við undantaki av
Andrass Skaalum, sum gav
undirritaða rætt í kritikki
num, ypti bert øksl. Og so
var fundurin liðugur og
bjóðað bleiv ein drekka
munnur við køkum o.ø.
Eftir
sótu
vit
fýra
”eigarar” og hildu okkum
vera hildnar fyri gjøldur.
Kjak
Johan Petersen
Ein løgin
aðalfundur
Vanliga eru aðalfundir fundir
eigaranna, har leiðslan stendur
eigarum sínum til svars fyri
gongdini farna árið og eigararnir
seta høvuðskósina. Men so er ikki í
størsta peningasamtaki í Føroyum
- Tryggingarsamtakinum Føroyar
Helena Dam á Neystabø
Háttvirda samkoma. Eg fari at ynskja
tykkum øllum, Tórshavnar Kommunu,
leiðslu skúlans, lærarum, næmingum,
skúlastýrinum, og øllum, ið eru møtt
her í dag hjartaliga til lukku við nýggja
Skúlanum við Løgmannabreyt
Frambrot í skúlaskapi
Hesin skúli er eitt frambrot í føroyskari
skúlabygging.
Ein
nýggjur
væl
útgjørdur skúli, sum lýkur krøvini til
nútíðar undirvísing bæði hølisliga og
tøkniliga. Tit hava fingið góðar undir
vísingarligar umstøður, sum mong
onnur uttan iva kundu ynskt sær.
Mentamálaráðið fegnast um, at
Tórshavnar Kommuna vísir skúlunum
bestu
sømdir.
Kommunan
hevur
gjørt eina stóra íløgu fyri at bøta
um undirvísingarligu umstøðurnar í
býnum, og vitnar hesin prýðiligi bygn
ingur við fjøltáttaðum virkismøgu
leikum um, at arbeiði skúlans verður
mett høgt.
Tit hava samstundis torað at brotið
upp úr nýggjum, at ganga nýggjar
leiðir innan undirvísing, soleiðis at
grundhugsanin í skúlanum byggir á
toymissamstarv millum lærarar við
samanløgdum flokkum. Hetta gevur
størri fleksibilitet og møguleikar at sam
skipa undirvísingina og geva einstøku
næmingunum røttu avbjóðingarnar á tí
búningarstigi, teir eru á.
Nú eg eri stødd her á skúlanum á
Løgmannabreyt vil eg nýta høvi at
takka leiðslu og lærarum á skúlanum
fyri, at tit hava hava tikið av hesum
avbjóðing við opnum sinni.
Tað er gull vert, at vit hava leiðslur
og lærarar, sum konstruktivt taka av
avbjóðingum og ikki stara seg blind
uppá sparingar og forðingar.
Fokus er á fólkaskúlan
Stórt fokus er á fólkaskúlan, og orð
skiftið um skúlan fyllir alsamt meira í
almenna rúminum. Tað er gott og eitt
stórt framstig. Fríggjadagin var eg á
sonevndum reflektiónsseminari um
fólkaskúlan úti á Háskúlanum, og fleiri
fjølmiðlasendingar hava í seinastuni
sett sjóneyku á skúlan. Tað fer at verða
avgerðandi fyri trivnaðin alla staðni í
Føroyum, hvussu gott skúlatilboðið
er á staðnum, og tað merkir ikki bara,
at skúlin liggur høliga fyri, beint hinu
megin vegin. Tað snýr seg heldur um
fjølbroytni og dygd í skúlatilboðnum,
har nýggj námsfrøði og frálærufrøði
er vegurin fram. Hetta er júst tað,
sum tit hava set fokus á við hesari
skúlbygging, og sum leiðsla og lærarar
hava átikið sær at seta í verk.
Umframt grundleggjandi kunnleika,
at duga at lesa, skriva, rokna, fremmand
mál og kunningartøkni,skulu næm
ingarnir læra ymsar arbeiðshættir, at
samstarva, at taka avgerðir og virða
onnur menniskju, og skúlin skal saman
við foreldrunum elva til, at næming
arnir framhaldandi varðveita sítt for
vitni og hugin at læra.
Hølisumstøður
Útbúgving er lykilin til framburð, bæði
hjá tí einstaka og samfelagnum sum
heild. Hølisumsøðurnar, arbeiðsamboð
og undirvísingarmiðlar hava tí avgerð
andi týdningi fyri at náa einum góðum
úrsliti.
Tit hava við hesari bygging fingið
sera góðar og fjølbroyttar karmar um
skúlans virksemi. Umframt floks og
fakhøli, fari eg at nevna námsfrøðiliga
tænastudepilin, sum í undirvísingar
ligum høpi verður mettur at vera
hjartað í skúlanum. Samkomuhøll,
sum kann nýtast bæði av skúla og
frítíðarlívi, soleiðis, at skúlin kann
vera mentanardepil í umhvørvinum á
Løgmannabreyt.
Uttandura økið er væl valt víðvíkj
andi lívd og sólargangi og er innhugs
að, sum partur av byggingini. Eisini
hava
heimaøkini,
flokshølini
hjá
næmingunum beinleiðis atgongd til
uttanduraøkið.
Serliga er at fegnast um, at um
støðurnar hjá rørslutarnaðum eru
raðfestar, soleiðis at lyfta er millum
hæddirnar, og at tað ber til í koyristóli
at koma runt í skúlanum eftir rapuni.
Samskipað virksemi
gevur møguleikar
Eg eri sannførd um, at undirvísing, ið
hevur til endamáls at møta næmingi
num, har næmingurin er – bæði tí
fakliga sterka, tí veika, tí kreativa og
tí handaliga, og við tí máli at gagnnýta
læraraførleikarnar optimalt, og har
dentur verður lagdur á at samskipa
dagstovn, skúla og frítíðarskúla upp
aftur betur, fer at tryggja okkum ein
góðan fólka skúla, og sostatt eisini
úrslit, ið kunnu samanberast við tey í
grannalondum okkara.
Tað er ikki hvønn dag so hugaligt
at vera landsstýriskvinna sum í dag.
So at siga dagliga mega vit baksa við
sparingum fyri at fáa eitt milliarda
stórt hall burtur. Men vit royna at gera
alt fyri, at útbúgving og mentan verða
skerd sum minst.
Men tað ber ikki til hjá okkum
vaksnu at falla í fátt. Vit mega gjøgnum
góðar karmar fyri mentan, ítrótt og
útbúgving eggja okkara unga ættlarliði
til betur at síggja og gagnnýta teir
mongur møguleikar, sum okkara land
bjóðar.
Fríðrikur Petersen yrkti fyri útvið
120 árum síðani kenda sangin “Hvørjum
man tykja vakurt hjá sær”, har eg fari
at endurgeva hetta mergjaða ørindi:
Uppal tíni børn sum móðir rætt,
lat tey ei bregða burtur úr ætt.
Gev teimum Tróndar skarpa vit,
Men Sigmunds bjarta hjartalit.
Gev teimum tolgóða, sterka sál,
Gev teimum Sverris vilja sum stál.
Tað er so vakurt í Føroyum at búgva.
Tjaldrið ber boð um vón
At nýggi Skúlin við Løgmannabreyt
verður fagnaður ein so framúr
vakran sólskinsdag á Grækarismessu,
ger dagin og løtuna uppaftur betri.
Tjaldrið ber boð um vón og betri tíðir,
og eg vil enda við síðsta ørindi í kenda
sanginum hjá Jákupi Dahl, “Tjaldur ver
vælkomið til okkum heim”:
Lat sólina skína um dalar og fjøll,
Grønkast lat heiðar og líðir!
Tí øll vit leingjast mót lívgandi sól,
vónandi sælari tíðir
Takk fyri at umboð fyri Mentamála
ráðið vórðu boðin við til hátíðarhaldið.
Hjartaliga til lukku og Guds signing í
skúlans arbeiði!
Heilsan til Skúlan við
Løgmannabreyt